Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

20 ár við Trygd og fríari kapping

Innanlands, Myndarøðir | 02/02-2018 12:30

Í dag, 2. februar, kann Trygd fegnast um 20 góð ár á føroyska marknaðinum, og føroyingar kunnu gleðast um at hava fingið lagaligari prísir og betri tryggingar í hesum tíðarskeiði.

Trygd varð stovnað í 1932 og er elsta skaðatryggingarfelag í Føroyum. Orsakað av einkarrættinum á tryggingarøkinum frá 1943 til 1997 slapp Trygd tó ikki at tekna nýggjar tryggingar í 54 ár, og tí var eingin kapping á marknaðinum.

Sostatt høvdu føroyingar í meira enn hálva øld einki í at velja, tá ið tryggingar skuldu teknast.

Hetta broyttist tó alt fyri 20 árum síðani, tá ið einkarrætturin varð avtikin, og Trygd aftur kundi fara undir at tekna tryggingar.

Úr 200 upp í 30.000 tryggingar
Líka síðani lív varð blást aftur í felagið, hevur kappingin um føroysku tryggingarkundarnar gagnað føroyingum, sum hava fingið lagaligari prísir og betri tryggingar.

“Í 1998 hevði Trygd 2 starvsfólk, sum tóku sær av 200 tryggingum, og í dag eru vit 25, sum umsita 30.000 tryggingar. Marknaðurin varð kollveltur, tá ið einkarrætturin varð avtikin, og tað er eingin ivi um, at bæði Trygd og føroyski tryggingarmarknaðurin hava ment seg sera nógv hesi seinastu 20 árini. Vit lurta eftir tørvinum hjá okkara kundum og dagføra støðugt verandi tryggingar, samstundis sum vit menna nýggjar. Hetta eru kundarnir glaðir fyri, og tað er tað, sum hevur størstan týdning fyri okkum,” sigur Janus Thomsen, stjóri í Trygd.

Rokningin minkaði við 30%
Tá ið Trygd tann 2. februar 1998 fór aftur til verka í Tórsgøtu 16 í Havn, merktist nýggja kappingarstøðan á tryggingarøkinum alt fyri eitt á prísleguni.

Trygd legði til brots við upp til 30% lægri prísum enn tað, sum føroyingar vóru vanir at gjalda, og tí gekk tað frá byrjan væl at fáa nýggjar kundar. Í fyrstu atløgu fór Trygd undir at tekna familju- og sethúsatryggingar, og síðani er útboðið og menningin av nýggjum og dygdargóðum tryggingum alsamt víðkað.

Slóðbrótandi sethúsatrygging
Meðan tryggingarrokningarnar hjá føroysku húsarhaldunum eru minkaðar munandi síðani 1998, er úrvalið av tryggingum fleirfaldað í sama tíðarskeiði. Í dag kunnu privat húski og føroyska vinnulívið tekna allar neyðugar tryggingar hjá Trygd.

Størsti varðin á leiðini er óivað, at Trygd frá endurstovningardegnum byrjaði at tekna nývirðistryggingar fyri sethús. Gamli tryggingarhátturin var annars, at fólk sjálvi settu eitt virði á síni hús.

Avleiðingin var, at tá skaði hendi mong ár aftaná, svaraði virðið á húsunum als ikki til nútíðarvirðið, og hetta hevði sjálvsagt sera stórar fíggjarligar avleiðingar fyri kundan.

Tí tók Trygd tað slóðbrótandi stig at fara undir at nývirðistryggja sethús, sum gevur vissu fyri, at húsini verða bygd aftur, um skaði skuldi hent. Í dag eru allar føroyskar sethúsatryggingar gjørdar eftir hesum leisti.

Kappingin góð fyri allar partar
Hóast nógv í 1998 mundu vænta, at Trygd fór at fáa trupult við at kappast við størra kappingarneytan, so hevur Trygd staðið seg avbera væl hesi seinastu 20 árini, og fría kappingin hevur avgjørt verið til fyrimunar fyri dygdina á føroysku tryggingunum sum heild og fyri tryggingarkundarnar.

Felagið leggur seg støðugt eftir at tillaga tænastur og prísir eftir marknaðarstøðuni, og framtíðarvónirnar eru góðar. Eitt er vist, og tað er, at Trygd fer at leggja alla orku í at tryggja, at tey næstu 20 árini framhaldandi fara at gagna føroysku tryggingarkundunum.

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi