Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Staðsetingin hevur stóran týdning fyri viðgerðararbeiðið

Innanlands, Lesarabrøv | 07/02-2018 14:55

Undirritaði vil staðiliga heita á myndugleikarnar at umhugsa sera væl, hvar nýggi viðgerðarstovnurin fyri børn og ung skal byggjast. Í nýggjari tíð hava mær vitandi allir stovnar fyri børn og ung, ið eru viðgerðarkrevjandi, grundað á umsorganarsvík, ligið í Havnini. Hvørjar eru royndirnar? Hevur nakar spurt foreldur hjá børnum, ið hava búð á stovni í Havn?

Tá børn og ung verða flutt á stovn, hava tey aloftast sera stórar avbjóðingar. Talan er í flestu førum um børn og ung, ið eru merkt av persónmensku- ella tilknýtisórógvi, sum í fleiri førum hevur, grundað á umsorganarsvík og/ella ágang, ávirkað børnini soleiðis, at tey hava stórar atferðartrupulleikar. Børn við slíkum avbjóðingum hava aloftast stórar avbjóðingar, tá talan er um at knýta gagnligar varandi relatiónir. Fyri fleiri av hesum hevur fortíðin lært tey, at vaksin eru ikki til at líta á. Fleiri av hesum eru enntá so illa fyri, at tey síggja tey vaksnu sum fíggindar og óndsinnað. Tey eru ofta mistrúgvin og stúrin fyri at knýta seg; tí tey hava royndir frá fortíðini, sum hava lært tey, at um tey knýta seg tætt til onnur menniskju, er vandin fyri svíki tilstaðar. (Rasborg, 2007, s. 8). Tí er ein tann størsta avbjóðingin hjá teimum, ið arbeiða við umsorganarsviknum viðgerarkrevjandi børnum, at fáa eina relatión til barnið ella tann unga. Uttan relatión til barnið ella tann unga, verður torført at arbeiða við barnsins/unglingsins avbjóðingum - hóast hetta, í ein ávísan mun, eisini kann lata seg gera. Ein manglandi relatión vil ofta merkja, at barnið ella unglingin ikki biður um hjálp, ella vil móttaka hjálp, tí grundtankin hjá hesum børnum og ungum er, at vaksin eru ikki til at líta á. T.v.s. at eitt barn, ið er viðgerðarkrevjandi og ikki ynskir at móttaka hjálp, vil uttan iva halda fram í einari feilmenning.

Umsorganarsvikin viðgerðarkrevjandi børn og ung verða ofta sædd sum trupul og trupuleikaskapandi. Tey kunnu sjáldan bjóða einum vælvirkandi sosialum felti status. Tað viðførir aloftast, at hesi børn og ung verða útihýst ella sjálvi velja at trekkja seg, tí kenslan av at vera sæddur sum trupul ella trupulleikaskapandi er á ongan hátt mennandi. T.v.s., at tey í fleiri førum verða eksludereað frá felagsskapinum (teimum “inkluderaðu”). Hesin “lærdómur” ella beiski sannleiki verður goymdur í teirra habitus, sum ein neilig uppliving. Tí eru góð ráð dýr hjá hesum málbólki. Tað sum vit aloftast síggja í okkara landi er, at tey børn og ung, ið eru eksluderað, finna saman í bólkum. Hesir “minnilutabólkar” hava avmarkaðar møguleikar at knýta seg til onnur ung, so teirra mál og mið er aloftast at finna onnur, ið “vilja” tey. Fleiri av teimum børnum og ungum, ið verða innskrivað á viðgerðarstovn, eru partar av tí minnilutanetverkinum, ið eg áður havi umrøtt; ella eru tey í vanda fyri at verða kontaktaði av “minnilutabólkunum”. Tað er her avbjóðingin hjá okkara stovnum liggur í nútíðarsamfelagnum, tí børn og ung knýta bond á sosialu miðlunum. Megna vit at verja hesi børn og ungu ímóti óhepnum sambondum? Megna vit at gera tey mótstøðufør ímóti teimum óhepnu freistingum, ið teimum verður boðið? Mínar royndir sannføra meg um, at ein tann størsta avbjóðingin hjá stovnunum er at verja børnini og tey ungu ímóti órógvandi ávirkanum uttanfyri stovnin.

Tá arbeitt verður við at byggja nýggjan viðgerðarstovn til børn og ung, eigur gjølla at verða umhugsað, hvussu umstøðurnar kring stovnin verða skipaðar, tí tær hava stóran týdning fyri viðgerðina hjá hvørjum einstøkum barni og ungdómi. Um ætlanin er at arbeiða t.d. “miljøterapeutiskt”, vil eg viðmæla, at tit taka atlit til orðalýsingina hjá Hans Kornerups, har hann sigur soljóðandi: ”Miljøterapi er en række gennemtænkte, sammenhængende og tilbagevendende strukturer i miljøet, hvor opgave, tid, sted og roller nærmere er præciseret og afgrænset” (Kornerup, 2003, s. 40).

Tað sum eyðkennir flest øll børn og ung, ið hava verið fyri umsorganarsvíki er, at tey aloftast eru rótleys, løtt ávirkilig og hava trupulleikar við at hugsavna seg v.m. Fleiri av hesum børnunum hava stórar sosialar avbjóðingar, og eru í einum stórum vanda fyri at verða “drigin” út í eitt oyðileggjandi og skaðandi umhvørvi. Fleiri av hesum børnum velja áðurnevnda umhvørvi sjálvi, tí í hesum umhvørvinum (sosiala feltinum) kunnu tey gera “mun” og tískil vinna status.

Um ætlanin er at byggja ein viðgerðarstovn og ikki bara ein stovn, eiga tit at umhugsa gjølla hvussu tit á besta hátt kunnu verja børnini og tey ungu ímóti óhepnari ávirkan uttanífrá. Er talan um viðgerð, er strukturur ein grundleggjandi faktorur í arbeiðnum. Strukturur og kontakt/samband/ tilknýti mugu á einum viðgerðarstovni ganga hond í hond. Arbeiðið við strukturi og kontakt/ samband/tilknýti er, eftir mínari sannføring, kjarnan í viðgerðararbeiðnum fyri hendan málbólk. T.v.s., at fyri hendan málbólkin er, eftir mínum tykki, strukturur ein treyt, um talan skal verða um eitt viðgerðartilboð til viðgerðarkrevjandi børn og ung. Struktururin skal vera fastur, soleiðis at barnið ella ungdómurin yvir tíð, upplivir strukturin sum álítandi og eftirfarandi. Struktururin skal samstundis kunna halda til tað trýst, sum kensluliga kaosið hjá børnunum og ungdóminum útloysir. Tað er umráðandi, at børnini og tey ungu fáa eina kenslu av, at struktururin er trúverdugur og eftirfarindi, uttan mun til hvønn atburð tey hava. Við sterkum persónligum førleika, og við støði í fakligari vitan, verður avgjørt, hvønn struktur tey brúka til hvørt einstakt barn ella hvønn einstakan ungling. Ein skal sjálvandi kunna víkja frá einum strukturi, um tað gevur meining. BERT UM TAРGEVUR MEINING. Strukturur skal ikki haldast fyri einhvønn prís, men fyri at hann skal kunna geva meining. Ein partur av viðgerðini er sjálvandi at broyta strukturin í samsvar við barnsins ella unglingsins menning. Yvir tíð hevur struktururin til endamáls at minka um barnsins ella unglingsins kenslu av órógv. Tað kensluliga innara órógvið hjá barninum ella tí unga verður linnað við uttara støðufesti frá starvsfólkunum. Hetta kann bert gerast um “strukturur” og kontakt/samband/ tilknýti ganga hond í hond. Tað sum oftani hendir í arbeiðnum við hesum viðgerarkrevjandi málbólki, er at vit “loyva” óhepnum ávirkingum at órógva viðgerðararbeiðið í tann mun, at barnið ella unglingin ikki fær nøktandi hjálp. Um arbeitt harafturímóti bert verður við relatiónini kontaktini/sambandinum/tilknýtinum uttan struktur, vil arbeiðið verða grundað á empati, og tað kann gerast torgreitt hjá einum viðgerarkrevjandi barni ella unglinga at skilja ímillum empatisku førleikarnar hjá starvsfólkunum. Um arbeiðið bert verður grundað á empati, vil tað føra við sær, at kenslurnar taka yvir og tískil ávirka viðgerararbeiðið. Tað vil siga, at kenslurnar hjá teimum vaksnu verða berandi í arbeiðnum. Á einum viðgerðarstovni eru fleiri starvsfólk, og tískil er tað sera umráðandi, at hvørt einstakt starvsfólk ikki letur seg stýra av kenslum - t.v.s., at kenslurnar verða ein fótfella í viðgerðini. Tað vildi viðført, at viðgerðartilboðið verður grundað á persónligan hugburð, ístaðin fyri gjølla umhugsað faklig atlit. Tað vildi so aftur viðført kensluligt órógv ella kaos hjá einum viðgerðarkrevjandi barni.

Verður nóg stórt atlit tikið til vansan við, at viðgerðartilboðið liggur í Tórshavn?

Eru aðrir møguleikar kannaðir? Eg havi hoyrt foreldur úttalað seg um, at barnið fekk aðrar neiligar avbjóðingar, eftir at tað flutti til Havnar á stovn, tí ungdómar, ið hava stórar avbjóðingar, søkja børnini og tey ungu á stovninum.

Eg kundi hugsað mær at spurt, hví ein møguligur viðgerðarstovnur júst skal liggja í Tórshavn. Eg kundi somuleiðis hugsað mær at fingið eitt svar uppá, hvat avgerðin er grundað á?

Er tað tí, at fleiri frítíðarítriv eru í Tórshavn?
Er tað tí, at mett verður at fakkunnleikin er í Tórsavn?

• Er tað tí, at fleiri sálarfrøðingar eru í Tórshavn?
• Er tað tí, at fleiri starvsfólk eru í Tórshavn
• Er tað tí, at ymisk viðgerðartilboð eru í Tórshavn? • Ella eru tað aðrar orsøkir?

Staðseting av stovninum er ein grundleggjandi strukturur í sær sjálvum, og hevur tískil, eftir míni sannføring, stóra ávirkan á arbeiðið og umstøðurnar sum heild á stovninum. Hvat við at verja børnini enn betur ímóti “ágangi/órógvi” útifrá?
Hvørjar eru royndirnar av undanfarnu stovnum?

Børn rýma av stovnunum - hvar fara tey?
Tað tekur bert eina lítla løtu, so eru tey horvin og torført er at “uppspora” tey aftur í Havnini. Í fleiri førum taka minnilutabólkar, ið eru marginaliseraðir ella útihýstir í samfelagnum, tey undir teirra veingir
V.m.

Hví rýma tey?
Er tað ávirkanir útifrá, ella er orsøkin ein onnur?
Er ein freisting ella ávirkan beint uttanfyri vindeygað, ella er hon ein onnur?

Sjálvandi kunnu tað vera aðrar orsøkir til at børnini rýma, men eg veit av royndum, at børnini hava torført við at standa ímóti órógvandi ávirkingan uttanífrá.

Eg kundi komið við nógvum dømum um vansar, um so er, at nýggi viðgerðarstovnurin skal liggja í Tórshavn. Hóast mín áskoðan er at viðgerðartilboðið skal liggja uttanfyri Havnina, dugi eg væl at síggja nakrar fyrimunir við ætlanini, at stovnurin skal byggjast í Tórshavn.

Stóra avbjóðingin hjá starvsfólkunum er at verja børnini ímóti órógvi og óhepnari ávirkan uttanífrá. Eg meti ikki, at stovnarnir higartil hava megnað ta uppgávuna nøktandi. Hetta skal á ongan hátt skiljast sum ein ábreiðsla ímóti starvsfólkunum. Eg havi sjálvur nógvar royndir við at arbeiða við viðgerðarkrevjandi børnum og ungum, og er tað grundað á egnar royndir, at eg geri vart við mína undran. Er staðsetingin grundað á lokalpolitisk áhugamál ella fakligar metingar? Eru kanningar gjørdar av, hvat besta staðsetingin er í mun til viðgerðarúrslit? Ella er Havnin bara vald av traditión og fyri at gera fægst møguligar broytingar?

Eg sakni eitt virðiligt og uppbyggjandi orðaskifti um staðseting og um bygnaðin av nýggja viðgerðarstovninum, áðrenn spakin verður settur í.

Við vón um vælvild


Vinarliga
Ingi Hansen, leiðari í Barnaverndartænastuni í Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommunu 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi