Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Ongin hassj-flokkur herfrá!

Innanlands, Lesarabrøv | 09/02-2018 21:52

Lat meg sláa tað fast, við kvestum og spískaðum stáldragarum, at Hallur Hjalgrímsson Djurhuus ikki hevur í hyggju at seta á stovn ein hassj-flokk sum in.fo leggur upp til.

Haldi at áðrenn tey misstolka tað eg, Hallur Hjalgrímsson Djurhuus, segði í Góðan morgum Føroyar á KVF, kundu tey líka sett seg í samband við meg, fyri at fingið av ella ásanna, um tað var so.

Hallur Hjalgrímsson Djurhuus vil hava løgtingið at gera tað sum er rætt at gera, hvørt sum eitt minimum er at legalisera kannabis sum heilivág.

Vit liva í dag í einum landi, sum stillar illa sjúk fólk fyri dómstólar; tað er sjálvsagt Klaksvíks kvinnuna, Gunnvá Tróndardóttir Joensen ið eg sipi til her, fyri at hava innflutt 25 sjokolátabønir úr Danmark við kannabis í, og tað er ikki ok. eg haldi, at hassj er eitt ljótt umboð fyri eina so vakra og hjálpsama plantu, sum kannabis plantan er.

Tá tað er sagt, so haldi eg eisini, at hassj er ein andstyggjilig avleiðing av einum kannabis forboði sum ongantíð hevur, og ongantíð fer at rigga.

Einasta gongda leiðin er at avkriminalisera, regulera og síðani legalisera kannabis plantuna.

Sum støðan er nú, ger forboði tey sum nýta tað til kriminell, og ger tey sum innflyta tað til millióningar; er tað ok?

Eg eri sjálvur í tí “hepnu” støðu, at tað rúsevni eg innímillum nýti, longu er legalt. Eg sipi til alkohol, og eg kann keypa og nýta tað tá og sum tað passer mær.

Og okkurt er sum sigur mær, at tað eisini er “yndis” rúsevni hjá nógvum av teimum sum sita á okkara høga tingi, tí alkohol-lóggávan verður við jøvnum millumbilum liberalisera enn meiri.

Eisini er tað eitt rúsevni ið hevur nógvar lagnur uppá samvitskuna, og hevur lagt nógvar familjur í skeljasorð. Haldi ikki at nakar kann siga tað um kannabisbannið.

So tá nógv av teimum sum sita á tingi, tosa um at fólk kunnu gerast bundin av kannabis, so síggi eg tað sum fávitsku, eitt “spæl fyri gallarínum”, og dupulmoralskt sum dagurin er langur.

Tey eru líka bundin av alkoholi, sum vanligi rekreativi brúkarin av kannabisi, er av sama.

Haldi nú uppat við dupulmoralinum og vrøvlinum, og geri tað tit eru vald til, geri tað sum er sømiligt og rætt at gera ... um ikki annað so í hesum málinum.

Við virðing
Hallur H. Djurhuus


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi