Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

#MeToo ljóðar akkurát líka sjálvfeitt, og tað er!

Innanlands, Lesarabrøv | 11/02-2018 09:20

“Har!, har hevur tú tað, tú ert raktur, tú ert eitt offur. Ergo, tú ert serstakur”.

Og tað er umráðandi fyri fólk. Sjálvt tey býttu.

Tað er tíð uppá at gera skiljandi, hvat seksuelt plágarí veruliga merkir, og hvat býr undir. Plágari ella ‘harassment’ er ikki, tá onkur kemur við eini hissini viðmerking ella ósmædnari, enntá seksistiskari áskoðan um teg. Eiheldur at nerta við títt knæ ta einu ferðina—ella tvær.

Og tí er tað, við at flokka alt frá óhugaligum geyli á gøtuni til at kveita langtandi at onkrum við eina barr, ella nema leysliga við onkran, at vit sverta hugtakið.

Panikkurin, ið kringar “seksuelt plágarí’ og sonevndan tryggleika fyri konufólk í almennum rúmi, hevur mist alt samband við veruliga lívið. Tá tú hoyrir nýmótans feministar tosa um mannfólk, skuldi tú trúð, at konufólk eru í vanda hvørjaferð, tær fara út um dyr. At hoyra til skuldi tú trúð, at vit liggja á lúr handarumegin annanhvønn skilavegg við dýriskum kravi um at gramsa konufólksins betri partar. Men tað er ikki so. Vit hava faktiskt frægari ting at gera. Spæla Uno. Eta skons. Halda ondini. Hyggja at konufólki.

Eftir øllum at døma hava konufólk hartil tørv á meiri og ógvusligari verju. Fleiri reglum og viðtøkum. meiri stýring og lóg. Ella, og meiri presist, meiri lóg at verja... tær og kontrollera... teir.

Bara, vit eru ikki robottar, men mennsikju; og tað eigur ikki at bera til at lóggeva um intimitet. Mannamuran er ikki biner, svørt ella hvít, hvussu so kontrollklemmandi norðurlendingar og puritanski celebrity-klassin í Amerika ynskir hana.

Hasin begrensaði og veiki óvanin, at heita á statin at verja seg fyri mannfólki, luktar so nógv av piparsligari og trongskygdari, djúpt niðurlátandi smáligheit. Bert tað, at bríksla, eftir damu, er endað sum ‘hate-crime’ í Englandi. Passar.

So her eru nakrir ólagaligir sannleikar um viktorianska plágarí-panikkin. Nútímans feministar, ið ganga hurð av hurð at selja uppáhaldið, at konufólk eru veggjaprýði—altíð í vanda, altíð tørv á verju og ov skirvislig at tosa í álvara um tað, at vera kvinna í dag—gera konufólki eina gildiga bjaarnartænastu.

Mín meining er nakað henda: trilvanin eftir seksuellari plágan ella kynsligum misbroti her og har er hvørki analytisk, væl umhugsað ella sympatisk, men hevur væl meiri í felag við tað, sálargreinandi entusiastar skíra “burturmist minni”, serliga populer í 80unum, tá vanlig fólk endaðu sum offur í og við at tey vórðu sannførd um, at tey høvdu verið misnýtt—tá mong teirra ikki høvdu verið tað. Passar eisini.

Ja, veit, og róligt nú! Við hesum sigi eg ikki, at konufólk, menn eisini, neyðturviliga siga ósatt. Men eg sigi, at tað sjálvsagt er væl hugsandi, at tey minnast ymiskar tilburðir á ein ávísan hátt, ígjøgnum eitt heilt serligt kulturelt filtur, ið ikki eingong bjóðar, men lokkar okkum at hugsa um okkum sjálvi sum offur og definerast eftir pínu og misbrúki, ið hoyrir fortíðini til.

Tað er í slíkum klima, har brek, ólekilig sjúka og órættvís viðferð er so høgt virðismett, hevur so ekstremt høgan kurs, tað veri seg millum felagsskapir og miðlar, allastaðni!, tá ið tað, at hava verið fyri misbrúki, kulturelt telist millum sosialt mest dýrgoldnu handilsvørur, at tað, at minnast skeivt aftur á farnar tilburðir, verður ein óvanliga veruligur og óhugnaligur møguleiki.

Enter #MeToo, sum í alt størri mun letur seg til sjóndar sum okkurt slag av manifestering av ‘recovered-memories’-rørsluni. Tað er úr hesi, tann fibrilska leitanin eftir onkrum slag av prógvi fyri, at “eisini eg havi upplivað pínu”, sum so aftur er ein funktion av eini víðfatandi mentan, har tað, at vera offur—at hava verið misbrúktur, vera sinnissjúkur ella, á onkran hátt, halda seg hava tørv á terapeutiskari viðurkenning ella virðismeting—er vorðið so rúkandi umtókt.

Tað er vorðið so fucked up, at fólk nú ynskja, brellast eftir, enntá farin at halda, at eisini tey hava verið fyri misbrúki. Av tí sama opna tey sín heila fyri terapeutum, ið kanska finna útav einum møguligum misbrúki ella skeivleika og fortelja sínum bláoygdu klientum: “Har!, har hevur tú tað, tú ert raktur, tú ert eitt offur. Ergo, tú ert serstakur”.

Og tað er umráðandi fyri fólk. Sjálvt tey býttu. Sjálvt tey vita, at individualisering, at vera okkurt, er viktugt. At samleiki er ‘in’. Tí er tað, at nydeliga keðiligir, ikki vakrir, tó ikki ljótir, teleoperatørar úr Søldarfirði, ið eginliga ikki hava nakað koyrandi fyri seg, tatovera seg.

Trupulleikin er tí ikki bert terapeut-riðilin, útboðið, men algongda kultiveringin av at fáa fólk at halda, at tey eru nøkur offur. Eftirspurningurin.

Men at jakstra og ókeypis skuldseta menn fyri hetta og hatta, ið kanska, kanska ikki, einaferð hendi, byrjaði í álvara við góða, gamla pedofili-panikkinum, ið endaði sum stats-finansierað livibreyð hjá teim fáu. Moralskar krusadur bornar av einkisigandi og aðramáta interessuleysum hønumammum umboðandi alt tað føroyska valdømið. “Ansa tær monnum, øllum monnum, serliga fremmandamonnum!”

Alright, møguliga bert tuflaðir Movember-“menn” lata seg direkta ávirka av hesi morbidu heksajaktran, og nú #MeToo, men fylgjan rakar okkum øll, eisini okkara børn. Hon rakar tvørturígjøgnum persónar og tíð. Tað eitrar sambandið millum kyn og ættarlið.

Og paranoiaið er ikki drivið av rættvísi, ikki eingongd hevnd, men grundliggjandi haturi til menn. Latent ella ei, tilvitað ella ei. Ikki tí, tað skíti eg fyri so vítt á—hatur er hatur.

So nógv av MeToo-rørsluni ekkóar teoriina hjá “burturmist minni”-rørsluni hjá psykoklassanum. Fyrst er tað “smittan”, sum onkur sindur ótilætlað kom til at kalla flóðalduna av ógrundaðum og óprógvaðum ákærum tvørtur um politisku og mentanarligu verðina. Afturat smittuni—at hevur ein upplivað “tað”, hava øll við eitt upplivað tað—kemur hatta minst líka so knappliga massa-minnið, ella førleikin at minnast aftur á ein heilt serligan hátt um agggamlar og kámutar tilburðir: langtanin eftir at vera partur av eini ekstremt umsorganarveitandi pínslusøgu.  

Tað sagt, og sjálvandi, verulig dømi um seksuelt misbrot, men sum eru rár, eiga at kannast; og er hald í ákæruni, íðan, tá skal hon roynast í rættinum. Og tað skal revsast. Tað skal hevnast. Hart.

Men at fóðra ein moralskan panikk, sum eggjar konufólk at kenna seg meiri viðbreknar,

og samtíðis demoniserar menn, er eina og aleina destruktivt. Og skeivt.

Agga Niclasen


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi