Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Nærkast eini loysn av politisku kreppuni í Norðurírlandi

Politikkur, Uttanlands | 13/02-2018 09:00
Sinn Fein, DUP og hinir norðurírsku flokkarnir eru enn ikki vorðnir samdir um eitt valdsbýti. - Vit eru nær við eini avtalu. Vit eru tó ikki heilt har enn, sigur leiðarin í tjóðskaparliga flokkinum Sinn Fein, Mary Lou McDonald. | Mynd: Reuters/Clodagh Kilcoyne

Hóast vitjanir og trýst frá bæði bretska og írska forsætisráðharranum, kom ongin loysn á politisku kreppuna í Norðurírlandi í gjár. Men hon nærkast, skulu vit trúgva teimum báðum størstu flokkunum, Sinn Fein og DUP, skrivar DPA-tíðindastovan.

- Vit eru nær við eina avtalu. Vit eru tó ikki heilt har enn, sigur leiðarin í tjóðskaparliga flokkinum Sinn Fein, Mary Lou McDonald.

Kinkur hevur í seinastuni verið í tingingunum um eitt valdsbýti í Norðurírlandi, sum byrjaðu fyri meira enn einum ári síðani.

Hon leggur dent á, at flokkurin meinar tað í álvara, tá sagt verður, at kravið er eitt virkandi valdsbýti.

Leiðarin í DUP, Arlene Foster, sum er stuðul hjá May stjórnini í London, gevur samstundis lyfti um, at flokkurin vil virka fyri at finna eina haldbara loysn.

- Men tað skal vera nakað, sum er gott fyri allar flokkar, sigur Foster.

Í samrøðu við Sky News sigur McDonald, at munirnir millum DUP og Sinn Fein eru "til at loysa". Tað snýr seg millum annað um rættindini hjá samkyndum til hjúnalag.

Írski forsætisráðharrin, Leo Varadkar, sigur, at "konstruktivar samrøður vóru um valdsbýti og brexit".

Hevur skund

Ein loysn á ósemjuni hevur skund, tí Bretland stendur mitt í tilgongdina at fara úr ES.

Serliga spurningurin um markið millum Norðurírland og Írland er trupul, tí Sinn Fein og DUP hava ymisk sjónarmið um, hvussu tað skal vera í framtíðini.

Sinn Fein heldur, at brexit kann undirgrava skroypuligu írsku friðaravtaluna, um úrslitið verður, at eftirlit verður sett í verk við markið millum Írland, sum er ES-limur, og Norðurírland, sum saman við restini av Bretlandi fer úr ES.

Hinvegin noktar DUP at góðtaka, at viðurskiftini í Norðurírlandi verða øðrvísi enn í restini av Bretlandi eftir brexit.


Lagt út: Leivur Hansen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Á hummara­veiðu við Jón Andersen
Menningarkvota verður væntandi tikin aftur
Sagt verður at maðurin hevur onki stað longur
Heilsu­skúlin skal ikki flytast úr Suðuroynni
Mest seldi bilur broytir úrsjónd -og kemur aftur á marknaðin
Hví skal Gud signa Føroyar?
Fiskifrøði og gransking
Forsølan til Country & Blues festivalin 2019 er longu byrjað
FERÐALAG Í RUMENIA - 22 til 28. oktober
Frekvensbroyt­ingar hjá Lindini og R7
Aftursvar til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Føroyar tola ikki at Fólka­flokku­rin situr í andstøðu
Metis - Øll sendingin - 13. november 2018
Fiski­mála­ráðið ætlar at taka aftur loyvi til Menningar­kvotur
Myndir: Lands­fundur Fólka­floksins 2018
Niels Uni Dam um bókini hjá Høgna Rasmussen
"Kom á 2069!" (39) - 16. nov 2018
Magni og Mest gjørt avtalu
Fuglafjarðarsendingin (11) - 15. nov. 2018
TJÓÐBANKIN MISTEKUR SEG, TÍ HAGSTOVAN MISTEKUR SEG
Tað er ikki rætt, at hann ikki sleppur uppí
Tvístøða endur­sending í dag 16. nov. 2018
Tíðindi klokkan 12
Fólka­flokku­rin landsfund 17. november
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi