Leiðarin fyri Islamskum Stati liggur særdur í Sýria
Abu Bakr al-Baghdadi, leiðarin fyri Islamskum Stati, er særdur og á lívi. Hann verður viðgjørdur á einum sjúkrahúsi í Sýria, eftir at vera raktur í einum loftálopi, sigur leiðarin fyri iraksku fregnartænastuni við blaðið al-Sabah sambært al-Jazeera.
- Vit hava álítandi upplýsingar og skjøl frá keldum í yvirgangsfelagsskapinum, ið siga, at al-Baghdadi framvegis er á lívi. Hann fjalir seg við hjálp frá samstarvsfeløgum, sigur Abu Ali al-Basri.
Leiðarin fyri Islamskum Stati (IS) fær sambært al-Basri viðgerð fyri "beinbrot og álvarsom sár í beininum. Hann fær ikki gingið".
- Heilsa hansara er vánalig, og hann hevur sálarligar trupulleikar. Hann er innlagdur á eitt sjúkrahús í Sýria, skriva lokalir miðlar sambært týsku tíðindastovuni dpa.
Abu Ali al-Basri lýsir heilsustøðuna hjá al-Baghdadi sum "álvarsama".
Hevur eisini sukursjúku
IS-leiðarin líðir eisini av sukursjúku sambært blaðnum al-Sabah.
Skeggjuti oddamaðurin í víðgongda bólkinum, sum seinasta árið nærum er niðurbardur í bæði Sýria og Irak, er fyrr sagdur at vera dripin.
Men hesar upplýsingarnar, sum millum annað eru komnar frá eftirlitsbólkinum Sýriska Eygleiðarastovninum fyri Mannarættindi, eru ongantíð vorðnar váttaðar.
Mest lisið í farnu viku

Eg vil biðja um treytaleysa umbering

Tey lærdu okkum at elska Frelsaran.

Rættvísgjørdur av trúgv

Hugnaløtan (52) - Gestur: John William Joensen

Húsarannsókn hjá fleiri laksafyritøkum

Prát við Jógvan Poulsen og Tóra Højgaard um politisku støðuna í USA

Er tað ein fyrimunur at kenna tey røttu í Býráðnum?

Páll á Reynatúgvu umhugsar uppskot

R7 Premier League (37) - 18. feb 2019

MYNDARØÐ: Stórur skaði við vøllin við Stórá

Svenskt met í stórum afturparti

Myndarøð: stormur í Vági

At lúgva um sína trúgv eitur Taqiyyah og er loyvt einum muslimi

"Kom á 2069!" (49) - 15. feb 2019

Prát við Hera Mortensen

Jóhann Lützen: Tjóðveldi ger einki við loysingina

Eg veit ikki, um eg fái takkað øllum nóg mikið

Frans pávi játtar, at Pávakirkjan brúkar nonnur sum sex-trælir

Prát við Jákup Vestergaard og Bjørt Samuelsen

Samrøða við Danjal av Rana

Føroysk genta skal vera maskottur á Anfield týskvøldið

Tíðindi klokkan 12

Lars Løkke Rasmussen sendir heilsan til KOKS og Poul Andrias

LGBT vinnur kanska bardagin um jólamannin
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











