Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Sjúkrahús í Bergen sett imam í starv sum fyrsta sjúkrahús í Norra

Uttanlands | 13/02-2018 08:00

Fýra prestar á einum sjúkrahúsi í Bergen fáa nú ein imam sum starvsfelaga, ið kann stuðla sjúklingum við muslimskum grundarlagi.

Norra fær nú sín fyrsta sjúkrahúsimam.

Universitetssjúkrahúsið Haukeland i Bergen vil í framtíðini hava eitt breiðari átrúnaðarligt tilboð til sjúklingarnar.

Leiðarin fyri prestatænastuni á Haukeland Universitetssjúkrahúsi, Liv Ingrid Svela, er fegin um at fáa ein imam ið á liðið, skrivar tíðindastovan NTB.

- Vit fáa av og á spurningar frá sjúklingum, sum ynskja at tosa við ein imam. Og hetta hevur havt við sær, at vit nú hava fingið hetta í lag, sigur Svela við NRK Hordaland.

Ein arbeiðsdag um vikuna

44-ára gamli Mohammad Azeem hevur fingið starvið, sum er eitt parttíðarstarv, skrivar kristna dagblaðið Vårt Land. Hann fær ein arbeiðsdag um vikuna.

Fýra prestar starvast á sjúkrahúsinum

Starvið sum sjúkrahúsimamur er fíggjað av prestatænastuni.

Imamurin er knýttur at eini mosku í Bergen. Hann hevur seinastu tíðina luttikið í eini verkætlan á sjúkrahúsinum, og nú verður hann so fast knýttur eftir ynski frá Svelu.

Á St. Olavs sjúkrahúsinum í Tróndheimi hava tey ein mentanarráðgeva, sum sambært Vårt Land í roynd og veru hevur fleiri av somu uppgávunum, sum imamurin í Bergen fær.

Onnur norsk sjúkrahús hava mentanarráðgevarar at hjálpa sjúklingum við øðrum grundarlagi enn norskum.


Lagt út: Leivur Hansen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Á hummara­veiðu við Jón Andersen
Menningarkvota verður væntandi tikin aftur
Sagt verður at maðurin hevur onki stað longur
Heilsu­skúlin skal ikki flytast úr Suðuroynni
Mest seldi bilur broytir úrsjónd -og kemur aftur á marknaðin
Hví skal Gud signa Føroyar?
Fiskifrøði og gransking
Forsølan til Country & Blues festivalin 2019 er longu byrjað
FERÐALAG Í RUMENIA - 22 til 28. oktober
Frekvensbroyt­ingar hjá Lindini og R7
Aftursvar til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Føroyar tola ikki at Fólka­flokku­rin situr í andstøðu
Metis - Øll sendingin - 13. november 2018
Fiski­mála­ráðið ætlar at taka aftur loyvi til Menningar­kvotur
Myndir: Lands­fundur Fólka­floksins 2018
Niels Uni Dam um bókini hjá Høgna Rasmussen
"Kom á 2069!" (39) - 16. nov 2018
Magni og Mest gjørt avtalu
Fuglafjarðarsendingin (11) - 15. nov. 2018
TJÓÐBANKIN MISTEKUR SEG, TÍ HAGSTOVAN MISTEKUR SEG
Tað er ikki rætt, at hann ikki sleppur uppí
Tvístøða endur­sending í dag 16. nov. 2018
Tíðindi klokkan 12
Fólka­flokku­rin landsfund 17. november
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi