Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Jacob Zuma fekk 48 tímar til at leggja frá sær

Politikkur, Uttanlands | 13/02-2018 09:10

Leiðslan í suðurafrikanska stjórnarflokkinum, ANC, vil hava forsetan at leggja frá sær.

Suðurafrikanski forsetin, Jacob Zuma fekk seint í gjárkvøldið eina freist á 48 tímar til at leggja frá sær. Tað varð avgjørt á einum drúgvum fundi í stjórnarflokkinum ANC. Men ein politiskur eygleiðari sigur við norska kringvarpið NRK, at Jacob Zuma fer neyvan at leggja frá sær uttan mótstøðu.

Í desember misti Jacob Zuma formanssessin í ANC, og nýggi formaðurin, Cyril Ramaphosa, sum eisini er varaforseti, er klárur at taka við sum forseti.

Val verður í Suðurafrika í 2019, og ANC vil hava forsetaskiftið avgreitt í góðari tíð áðrenn valið.

Ákærur um rotinskapur, vina- og kenningapolitikk, hvítvasking av pengum, og valdsmisnýtslu, hava hópa seg upp um 75 ára gamla forsetan, og hesum kann flokkurin ikki longur liva við. Men trupulleikin er, at flokkurin kann ikki koyra forsetan frá. Tó kann andstøðan leggja uppskot fram um misálit á forsetan, og tað uppskotið er longu gjørt og kemur til atkvøðugreiðslu tann 22. februar.

Í august í fjør varð eisini eitt uppskot um misálit á forsetan til atkvøðugreiðslu í tjóðartinginum, og tá manglaði lítið í, at tað varð samtykt, tí fleiri limir í ANC atkvøddu fyri misálitinum.

Jacob Zuma var ein av teimum sum stríddust saman við Nelson Mandela fyri at fáa apartheidstýrið frá valdinum í Suðurafrika, og hann sat eisini - eins og Mandela - fongslaður á Robben Island.

 

Kelda: NRK.no og TV2.dk


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Góð ráð til at eyðmerkja maktmenniskju
Rák (6) - Manna­rættindi verða brotin í Føroyum og í Danmark, tá tað snýr seg um sálarligan harðskap
Leopardsnigilin vinnur á morsniglinum
Tá fake gerst fakta
Video - Vardø er ein óhugnaligur býur
Dreingir­nir úr Gøtu sleppa at halda fram í skúlanum við Løkin
Tvillingar doyðu av hita, tí pápin gloymdi teir í bilinum
Útflutningu­rin av makreli og sild er nógv minkaður
Vespureiðrið (76) - 14. mai 2018
Aling á landi verður ein avbjóðing fyri føroyska alivinnu
Nýggjur kupil verður reistur á Sornfelli
Fyrsti spakin settur í til nýggjan Hvalbiar­tunnil
Tíðindi frá Taekwondo felagnum Hwarang Føroyar
Skógarmotta funnin á seyði í Føroyum
Bilsølustevna í SALT á Drelnesi
Radiooperatørur roknaði position­ina út, tað var bjargingin
Rák (6) - Urtagott
Prát við Regin Jacobsen, um at Bakkafrost hevur keypt sølufyritøku í USA
NOVA úr Suðuroynni - Sending 6
Hetta kann ikki góðtakast
2.400 pendla til Havnar hvønn dag
Løtan er ikki røtt
Doyði av e-sigarett­ini
Hugnaløtan (21) - Gestur: Lasse Klein
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi