Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Faroe selur Fenja-ognarlut við "stórum vinningi"

Uttanlands, Vinnulív | 13/02-2018 09:50

Selur til Suncor Energy fyri 434 miljónir norskar krónur.

Faroe Petroleum selur 17,5 prosent av Fenja til Suncor Energy AS fyri 54,5 miljónir dollarar. Tað svarar til umleið 434 miljónir norskar krónur við dagsins kursum.

Felagið boðaði frá hesum í gjár sambært offshore.no.

Faroe heldur fram sum meðeigari í Fenja við einum ognarparti upp á 7,5 prosent.

– Vit ynskja Suncor Energy vælkomnum inn í Fenja-verkætlanina. Vit síggja hetta sum váttan um, at Fenja-verkætlanin er áhugaverd, og síggja fram til samstarvið, sigur Helge Hammer í fráboðanini.

Hann er stjóri í Faroe Petroleum og leiðari fyri norska virkseminum hjá felagnum.

Sølan er galdandi frá 1. januar 2018 og skal góðkennast av norsku Olju- og Orkumálaráðnum. Roknað verður við, at hetta verður avgreittt í fyrra hálvári av 2018.

Selja við stórum vinningi

Hammer sigur, at Faroe selur seg niður í Fenja við stórum vinningi.

VNG Norge AS er fyristøðufelag á Fenja. Hetta er allarfyrsta útbygging teirra á norska landgrunninum sum fyristøðufelag. Tey meta, at verkætlanin inniheldur 97 miljónir tunnur av oljuúrdráttum, ið kunnu útvinnast, harav 72 prosent er olja.

Point Resources eigur 45 prosent í økinum.


Lagt út: Leivur Hansen
Mest lisið í farnu viku
Lands­stýris­maðu­rin segði ósætt á tíðindafundinum
Hans Joensen: Eg eri ein skuffaður maður
Seldu kvotu og fingu hana aftur
Eru Menningar­kvotur­nar politiskt útlutaðar?
SU generatiónin í Løgtingi­num skilir ikki, at feløgini hava verið í kreppu
Hoyr samrøðuna við skiparan á Klakki: "Vit kunnu fiska óavmarkað í Grønlandi"
Fiski­kongar i Norð­urhøvum
Møtti ISIS manni í Týsklandi
Nú eru løgreglu­fólk við hundum á hvørjum týskum sjúkra­húsi
Tað er ikki Tórbjørn Jacobsen, sum er boðin umborð, tað er borgar­stjó­rin í Runavíkar kommunu
Flótidokkin í Hirtshals er koppa
Brátíðindi: Politiið í Føroyum hevur tikið málið upp aftur, viðvíkj­andi illgrunasomum deyða
Uppsjóvar­kvotur­nar eru nógv størri enn ICES tilmælir
Tjóðveldiskabalin
Hoyr stjóran á Vestmanna Fiskavirki, hvussu menningarkvotan skal brúkast
Norðoya Fólkafloks­felag : Landið bløðir og kemur at bløða um vend ikki kemur í nú
Eg haldi veruliga ikki, at Høgni hevur blandað seg uppí viðgerð­ina av menningarkvotum, nú skotrøðir­nar duna.
Tvístøða kjaksending (35) - Øll sendingin
Í India eru 2 gentur hópneyðtik­nar og síðan brendar livandi
Hilbert Elisson: Fiskivinna og kvotur
"Líggjas" skal klippast
Í 10 ár havi eg møtt til hvønn einasta tingfund
Fiskurin var svangur, tí nógvir høvdu kíkað
Samherji víðkar virksemi
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi