Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Hagstovan: Framgongd í gistingarvinnuni í 2017

Innanlands, Vinnulív | 13/02 10:00

Gistingarnar á gistingarhúsunum, ból og bita, íbúð/hús og kamping, vóru í 2017 tilsamans útivið 175.000. Tað eru 15.000 fleiri enn árið fyri, svarandi til ein vøkstur á 9%. Innskrivingarnar tilsamans vóru í 2017 eini 14% fleiri enn í 2016.

Tað vísir ein uppgerð, sum Hagstovan hevur gjørt. 

Innskrivingarnar á gistingarhúsunum vóru 62.000 í tali, einar 7.400 fleiri enn í 2016, svarandi til ein vøkstur upp á 14%.

Kømurini á gistingarhúsunum vórðu leigaði út 91.800 nætur í fjør, ein øking upp á 8.600 í mun til 2016 ella ein 10% vøkstur.

Persónsgistinæturnar á gistingarhúsunum vóru útivið 143.00 í 2017, einar 15.300 fleiri enn í 2016, svarandi til ein vøkstur upp á 12%.

Frásæð eina afturgongd í innskrivingunum í 2014, so hevur vøkstur sum heild verið í tølunum fyri gistingarhúsini øll árini síðan 2013, upplýsir Hagstovan.

Virksemið ein sætting minni um veturin 

Gistingarhúsvinnan er sera árstíðarbundin.

Virksemið slaku vetrarmánaðirnir er bert er ein sætting av virkseminum í juli mánaða, har flestu gistingarstøð eru fullsett.

Í 2017 er ongin størri broyting í myndini í so máta, men sæð í mun til 2016 eru innskrivingarnar tó hægri allar mánaðir, sigur Hagstovan. 

Fólk við bústaði í Føroym hava vanliga staðið fyri triðinginum av innskrivingunum á gistingarhúsunum. Parturin hjá útlendingum hevur tó sum heild verið vaksandi síðan 2013, og var parturin hjá teimum í 2017 komin upp á 70%.

Hvat er ein gisting og ein innskriving?

Viðvíkjandi uppgerðarháttinum, so verður ein ”persónsgistinátt” (ella gisting) tald sum hvør einstøk nátt, ið ein persónur gistir á gistingarstaði, ið skrásetir og letur Hagstovuni upplýsingar um gistingar.

Í hagtølunum eru eisini ”innskrivingar”, t.e. tal av fólki, sum skriva seg inn og ”kamarsnætur”, sum er talið á nætrum, eitt kamar er útleigað.

Gistingarstøðini verða flokkaði í gistingarhús, íbúð og hús, ból og bita ella kamping.

Hagstovan ger vart við, at tað ikki ber til hjá teimum at fáa upplýsingar um gistingar umvegis ‘Airbnb’ ella aðrar líknandi tænastur -  heldur ikki ábendingar um, hvussu nógv hesin gistingarháttur vindur uppá seg og skeiklar myndina av gistingarvinnuni í Føroyum.


Lagt út: Leivur Hansen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Nýtt missións­hús verður vígt á Strondum leygar­dagin
Tríggjar útstykk­ingar í Runavíkar kommunu
Jóhann Lützen: Norðlýsið fer ongan veg.
Løgtingslimir eru mest yvirbetaltu starvs­fólk­ini í Landinum
Samrøða við Allan Samuelsen, ein av fyriskip­aru­num til Countryfestivalin 14.- 16. juni í Sørvági
Metár hjá Bakkafrost
Oasubrøður geva fløgu út í komandi viku
Býarmynd hvørvur
Kvinnu­ndirskotið veksur í góðum tíðum
Føroyska sildakvotan lækkar 37.000 tons
Tvøstpakkar
Hugnaløtan 13 - Gestur: Ben Arabo
Ein drápsmaður búði hjá okkum uttan vit vistu ikki av tí
Tvístøða kjaksending 27 - Øll sendingin
Valentine dagur: Treytaður kærleiki til norðingar
15-ára gamal deyður av ecstasy
At vaksa upp við foreldrum við álvarsamari sálarsjúku
Sjónband: Løtan tá VÍF gjørdist steypavinnari 2018
"Kom á 2069" - Sending 26
Ísland kann gerast fyrsta landið í Evropa at banna umskering
Tvístøða kjaksending 27 - Kvinnur hava sambært Bíbliuni skyldu at hava samlegu við sínum maka
Bakkafrost gjørdi spádómum til skammar
Brúgvin 79 - 12. feb. 2018
Íbúð upp á 15 fermetrar fór fyri 2 mió. kr. í Oslo
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi