Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Bakkafrost: Lægri rakstrarúrslit men størri vinningsbýti

Vinnulív | 13/02-2018 11:45

Norskir laksagreinarar vænta fall í rakstrarúrslitunum hjá flestu størstu laksalifyritøkunum, teirra millum Bakkafrost, tá tølini fyri síðsta ársfjórðing í 2017 verða løgd fram í næstum.

Umframt rakstrarúrslitini snýr spenningurin seg eisini um, hvussu stórt vinningsbýti partaeigararnir fáa, skrivar e24.no.

Í feløgum sum Lerøy og Salmar verður roknað við miljardavinningsbýtum.

Um metingarnar hjá greinarunum halda, endaði 2017 verri enn 2016 - eitt ár, sum royndist sera væl, eftir eina laksapríshækking, sum ikki endaði, fyrrenn prísirnir lógu um 80 norskar krónur fyri kilo.

Stórt prísfall

Gjøgnum alt árið í fjør fall laksaprísurin, m.a. tí at meiri laksur kom á marknaðin.

Í eini støðu, har farið er frá tódnandi laksatilboðum, ikki minst orsakað av sjúkutrupulleikum, til tilboðsvøkstur, hevur prísurin verið nógv ávirkaður.

Nordea spáddi í desember ein alheims tilboðsvøkstur av laksi upp á átta prosent í 2018, eftir vøksturin upp á fýra prosent árið fyri, meðan tilboðið var tódnað í 2016, sambært eini frágreiðing.

Í fjórða ársfjórðingi lá laksaprísurin á spottmarknaðinum ofta um 50 norskar krónur fyri kilo, men við einum botni upp á 45 krónur kiIo, umleið 40 prosent lægri enn hægsti prísurin í byrjanini av 2017, vísa tøl frá Fishpool sambært e24.no.

Fyri inntøkuna hjá laksafeløgunum fer tó parturin av fiski, sum er seldur sambært fastpríssáttmálum, at hava ávirkan á gongdina.

Meiri fiskur, lægri úrslit

Eins og vant hevur heimsins størsti laksaalari, Marine Harvest, longu avdúkað sítt úrslit í tríggjarmánaðarskeiðnum.

Sokallaða operasjonella rakstrarúrslitið lækkaði til 177 miljónir evrur í ársfjórðinginum úr methøgu 259 miljónum í fjórða ársfjórðingi 2016, meðan framleiðslan hækkaði til 113.000 tons úr sløkum 100.000 tonsum.

Longur niðri í roknskapinum síggja greinararnir fyri sær, at úrslitið eftir skatt lækkar til 135 miljónir evrur úr 211 miljónum evurum í tíðarskeiðnum, sambært metingum frá SME Direkt/TDN.

Vænta miljardavinningsbýti

Eisini hjá tveimum av trimum øðrum tungvektarum fer fjórði ársfjórðingur í fjør at vísa afturgongd, sambært metingunum:

Operasjonella rakstrarúrslitið hjá Lerøy fer væntandi at lækka til 867 miljónir norskar krónur úr 1.017 miljónum krónum í fjórða ársfjórðingi 2016. Her væntast eitt vinningsbýti fyri 2017 upp á 1,90 krónur fyri partabrævið, sum svarar til 1,13 miljardir krónur.

Um metingarnar halda, fer Bakkafrost at hava eitt operasjonelt rakstrarúrslit upp á 234 miljónir krónur ímóti 350 miljónum í sama ársfjórðingi árið fyri. Roknað verður tó við einum øktum vinningsbýti úr 8,70 krónur fyri partabrævið árið fyri til 9,66 krónur fyri partabrævið fyri 2017, svarandi til 472 miljónir krónur.

Mótsætt hinum trimum feløgunum omanfyri, vænta greinararnir, at Salmar fer at hava eitt operasjonelt rakstrarúrslit upp á 765 miljónir krónur ímóti 557 miljónum árið fyri. Til partaeigararnar væntast eitt vinningsbýti upp á 13,96 krónur fyri árið ímóti 12 krónum árið fyri, svarandi til 1,58 miljardir krónur.


Lagt út: Leivur Hansen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi