Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Esla - nýggjur handil á Tvøroyri

Innanlands, Vinnulív | 13/02-2018 13:00

Nýggjur handil undir navninum Esla letur upp í hølunum, har John D. Hammer áður helt til á Tvøroyri. Tað eru tær báðar Laila A. Nielsen og unnustan Eva S. Berg, ið hava gjørt av at royna seg at reka handil, upplýsir heimasíðan hjá Tvøroyrar kommunu.

Tær báðar eru fyri stuttum fluttar heim.

Laila eftir at hava búleikast á flatlondum í 24 ár og Eva eftir “trimum og einum hálvum ári og einum degi”, sum hon tekur til.

Laila hevur drúgvar royndir innan handilsvirksemið í Danmark, har hon starvaðist í 10 ár sum varastjóri og tvey ár sum handilsleiðari. Nú, síðan hon kom heim, hevur hon starvast á Torginum í Vági.

Eva er lærari í Tvøroyrar Skúla og fer at halda fram við tí, samstundis sum hon fer at vera nógv í handlinum, tá hon ikki er upptikin í skúlanum.

Laila sigur við heimasíðuna hjá kommununi, at hetta hevur verið ein dreymur nærmast frá barnsbeini av, at sleppa at reka sín egna handil.

Partur av Samkeyp

Handilin verður partur av Samkeyp og fer at leggja seg eftir at veita alt innan kolonialtilfar.

Tær halda eisini fram við at selja skrivstovuútgerð og fara samstundis at selja nakað av ítrivstilfari og leikum.

Handilin verður opin allar 7 dagar í vikuni frá 09-22.

Tær hava keypt sær ein vørubil og fara at bjóða sær at koyra vøru um alla oynna, hvønn dag. Júst hvussu tær skipa tað, eru tær ikki heilt lidnar við enn, men ætlanin er, at til skal bera bæði at ringja eftir vøru og at senda teldupost.

Laila sigur, at tey fara eisini at hava nøkur heilt serlig vikutilboð, sum tey m.a. fara at lýsa við á Facebook – tær hava sett sær fyri at hava eina virkna Facebook-síðu.

Tær eru í ferð við at innrætta eitt “kafé-horn” í handlinum, so fólk kunnu seta seg niður og fáa sær ein kaffimunn, meðan tey brúka ókeypis internetið, ið verður á staðnum. Kaffikvørn hava tær eisini útvegað sær, og møguleiki verður at keypa alskins sløg av kaffi.


Lagt út: Leivur Hansen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Góð ráð til at eyðmerkja maktmenniskju
Rák (6) - Manna­rættindi verða brotin í Føroyum og í Danmark, tá tað snýr seg um sálarligan harðskap
Leopardsnigilin vinnur á morsniglinum
Tá fake gerst fakta
Video - Vardø er ein óhugnaligur býur
Dreingir­nir úr Gøtu sleppa at halda fram í skúlanum við Løkin
Tvillingar doyðu av hita, tí pápin gloymdi teir í bilinum
Útflutningu­rin av makreli og sild er nógv minkaður
Vespureiðrið (76) - 14. mai 2018
Aling á landi verður ein avbjóðing fyri føroyska alivinnu
Nýggjur kupil verður reistur á Sornfelli
Fyrsti spakin settur í til nýggjan Hvalbiar­tunnil
Tíðindi frá Taekwondo felagnum Hwarang Føroyar
Skógarmotta funnin á seyði í Føroyum
Bilsølustevna í SALT á Drelnesi
Radiooperatørur roknaði position­ina út, tað var bjargingin
Rák (6) - Urtagott
Prát við Regin Jacobsen, um at Bakkafrost hevur keypt sølufyritøku í USA
NOVA úr Suðuroynni - Sending 6
Hetta kann ikki góðtakast
2.400 pendla til Havnar hvønn dag
Løtan er ikki røtt
Doyði av e-sigarett­ini
Hugnaløtan (21) - Gestur: Lasse Klein
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi