Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Ringt veður fyrrapartin í morgin

Innanlands | 13/02 13:01

Veðrið frá DMI

 

Veðurlagið:

Eitt lágtrýstumráði, 965 hPa, yvir Íslandi, flytur seg í ein útnyrðing. Tilhoyrandi brúgvalagið við regni og vátaslettingi yvir Føroyum hvørvur í ein landnyrðing, og aftaná tað fáa vit kalt luftrák við ælingi av útsynningi. Seint í kvøld og í nátt kemur eitt nýtt brúgvalag við regni og vindi av útsynningi.

Veðurvánirnar:

Andøvsgul til frískan vind av útsynningi, upp til 10 m/s. Tað verður skýggjað við regni ella vátaslettingi av og á, men sum frá líður klárnar nakað, tó verða æl, sum kunnu verða vátaslettingur, kavi ella heglingur. Í nátt snarar ættin í sunnan og landsynning, og vindurin veksur til strúk í vindi til skrið, 13 til 18 m/s. Tað verður skýggjað og regn ella vátaslettingur. Hitin fer alt samdøgrið at liggja millum frostmarkið og 4 stig.

Veðrið í morgin:

Vindurin veksur til skrið ella storm av landsynningi, 18 til 23 m/s, við hvirlum uppí  28 m/s, men seinnapartin snarar ættin í sunnan og vindurin minkar til frískan vind til hvassan vind, 10 til 15 m/s. Tað verður skýggjað og regn, men út á seinnapartin klárnar nakað, tó verða æl. Hitin hækkar uppí 3 til 7 stig. Hósnáttina verður frískur vindur til hvassan vind av suðri og útsynningi, 10 til 15 m/s, onkrastaðni skrið, 18 m/s. Tað verður skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin fer at liggja millum 2 og 6 stig.

Og verðrið hósdagin:

Frískur vindur til hvassan vind av suðri og útsynningi, 10 til 15 m/s. Tað verður skiftandi skýloft við ælaveðri. Um náttina kunnu ælini vera við vátaslettingi. Hitin fer alt samdøgrið at liggja millum 2 og 7 stig.


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Nýtt missións­hús verður vígt á Strondum leygar­dagin
Tríggjar útstykk­ingar í Runavíkar kommunu
Jóhann Lützen: Norðlýsið fer ongan veg.
Løgtingslimir eru mest yvirbetaltu starvs­fólk­ini í Landinum
Samrøða við Allan Samuelsen, ein av fyriskip­aru­num til Countryfestivalin 14.- 16. juni í Sørvági
Metár hjá Bakkafrost
Oasubrøður geva fløgu út í komandi viku
Býarmynd hvørvur
Kvinnu­ndirskotið veksur í góðum tíðum
Føroyska sildakvotan lækkar 37.000 tons
Tvøstpakkar
Hugnaløtan 13 - Gestur: Ben Arabo
Ein drápsmaður búði hjá okkum uttan vit vistu ikki av tí
Tvístøða kjaksending 27 - Øll sendingin
Valentine dagur: Treytaður kærleiki til norðingar
15-ára gamal deyður av ecstasy
At vaksa upp við foreldrum við álvarsamari sálarsjúku
Sjónband: Løtan tá VÍF gjørdist steypavinnari 2018
"Kom á 2069" - Sending 26
Ísland kann gerast fyrsta landið í Evropa at banna umskering
Tvístøða kjaksending 27 - Kvinnur hava sambært Bíbliuni skyldu at hava samlegu við sínum maka
Bakkafrost gjørdi spádómum til skammar
Brúgvin 79 - 12. feb. 2018
Íbúð upp á 15 fermetrar fór fyri 2 mió. kr. í Oslo
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi