Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Kristni felagsskapurin “Open Doors” ávarar um falska koreanska semju undir OL

Uttanlands | 13/02-2018 19:41
Suðurkoreanski forsetin (nummar tvey frá høgru) saman við Kim Yo Jong (systur Kim Jong UN) á eini konsert í sambandi við OL

“Lat teg ikki lumpa av einleikanum undir OL.” Hesa ávaringina sendir kristni felagsskapurin Open Doors út í eini samrøðu við blaðið Christian Post.

Hóast tað sær gott út við einum sameindum suður- og norðurkoreanskum kvinnuliði í hockey, so er veruleikin ein annar í Norðurkorea, og tað eiga vit ikki at gloyma. Hetta sigur felagsskapurin, ið hevur eftirlit við atsóknum, sum verða gjørdar móti kristnum í øllum heimsins londum.

Felagsskapurin biður fólk um allan heimin minnast til ræðuligu brotsgerðirnar, sum stýrið í Norðurkorea ger, og biður fólk um ikki at lata seg tøla av einleikanum, sum bæði koreansku londini vísa í hesi vikuni.

“Meðan nógvar tjóðir luttaka í olympisku vertrarleikunum, eru yvir 300.000 menniskju í Norðurkorea sum ikki sleppa at liva í síni kristnu trúgv,” sigur Matthew Rees frá Open Doors.

Heimurin hugtikin
Heimurin er í hesum døgum hugtikin av felags koreanska hockey-liðnum, og av at systir Kim Jong-Un, Kim Yo-Jung, er hjástødd í Pyeongchang.

Ein amerikanskur limur í altjóða olympisku nevndini hevur skotið upp, at felags Hockey-liðið verður innstillað til Nobel friðarheiðurslønina, og CNN brúkti yvirskriftina: “Systir Kim Jong-Un stjelur myndina av setanini av Vetrar-OL.” Hetta hevði við sær nógv kjak á sosialu miðlunum.

Atfinnarar vilja vera við, at fjølmiðlarnir gloyma ræðslustýrið, sum er undir leiðslu av hennara familju, tá teir við positivum vendingum greiða frá vitjan hennara hjá suðurkoreanska forsetanum.

Open Doors sigur, at alt lív í Norðurkorea verur stýrt av statinum, og landið hevur í 16 ár ligið á fyrsta plássi á listanum yvir lond, sum fremja ringastu atsóknirnar móti kristnum.

“Túsundvís av kristnum eru fongslað í ræðuligum arbeiðslegum, og túsundvís onnur noyðast at hava sína trúgv í loyndum,” skrivar Open Doors. Felagsskapurin endurgevur eitt flóttafólk úr Norðurkorea sum sigur, at stjórnin forðar øllum frælsi í landinum.

“Mannarættindi eru eingi, átrúnaður er ikki loyvdur, leiðarin skal tilbiðjast sum ein gudur, og hetta verður ikki broytt, fyrr enn stjórnin missir sítt vald,” sigur hann.

Amerikanski varaforsetin, Pence, er í Suðurkorea og hevur har hitt bæði umboð fyri Norðurkorea og suðurkoreanska forsetan. Sambært Christian Post ávarar Pence um, at Norðurkorea hevur lyndi til at krógva sítt sanna andlit aftanfyri OL-merkið.

Kelda: Værlden idag


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi