Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Nýggjur heilivágur beinir eftir einum degi fyri beinkrími

Heilsa, Uttanlands | 14/02-2018 10:00

Ein japonsk fyritøka hevur ment ein heilivág - eina tablett - sum eftir øllum at døma drepur influensavirusið eftir minni enn einum samdøgri. Verður heilivágurin góðkendur í Evropa, kemur hann eisini á marknaðin um okkara leiðir.

Á hvørjum vetri liggja mong fólk eftir longdini við influensa ella beinkrími, og ársins umfar er júst í hæddini.

Beinkrím varir vanliga eina góða viku, men mong kunnu kenna seg lin og móð longri enn tað.

Nú hevur Shionogi & Co ment ein heilivág, sum fær bilbugt við virusinum eftir minni enn 24 tímum, skulu vit trúgva japonsku fyritøkuni.

Heilivágurin kemur væntandi á marknaðin í Japan longu í mars, skrivar Bloomberg. Sambært blaðnum fer fyritøkan at søkja góðkenning í USA og Evropa í summar, og heilivágurin kemur sostatt á hillarnar í fyrsta lagi næsta vetur.

– Hetta er ein heilivágur, ið skal hava felags góðkenning í øllum Evropa. Verður hann góðkendur í Evropa, kemur hann eisini til Norra, sigur Steinar Madsen, medisinskur fakstjóri í norska heilivágsverkinum, við NRK.

Fyribils góðkendur í Japan

Heilivágurin, sum fyrr var mest kendur sum S-033188, varð fyribils góðkendur í Japan í síðstu viku, sambært Bloomberg.

Nýggja tablettin verður spádd at hava nógv skjótari ávirkan enn verandi heilivágur ímóti beinkrími. Mótsatt tildømis Tamiflu, sum verður tikið tvær ferðir um dagin í fimm dagar, er nógmikið at taka henda heilivágin eina ferð.

-Hetta er ein spennandi heilivágur, men vit vita alt ov lítið um hann fyri at kunna siga nakað ítøkiligt um ávirkan og hjáárin, sigur Steinar Madsen við NRK.

– Er tað møguligt at sleppa av við beinkrím eftir einum degi, so sum japanska fyritøkan heldur upp á?

– Vit mugu fyrst hyggja at vísindaligu skjalprógvanini og kanningunum, ið eru gjørdar. Hetta er ein spildurnýggj virknaðarmekanisma, so tað er møguligt, at hetta kann vera ein effektivari heilivágur enn tann, vit hava í dag.

Kærkomin

Karoline Bragstad, virkandi deildarstjóri á beinkrímadeildini á norska Fólkaheilsustovninum, hevur góðar vónir um heilivágin.

– Flestu lond hava bert ein ella tveir atkomiligar heilivágir ímóti beinkrími. Við viðgerð í fleiri dagar, er vandi fyri menning av resistensi. Nýggir heilivágir við øðrum virknaðarhættum enn teimum vit hava í dag, eru tí kærkomnir, sigur hon.

Heilivágurin sigst hjálpa ímóti bæði influensa A og influensa B, og hevur víst seg at hava betri ávirkan enn Tamiflu, upplýsir Karoline Bragstad.

Nýggi heilivágurin inniheldur eitt virknaðarevni, sum forðar evnunum hjá virusinum at yvirtaka kyknur okkara. Tískil verða ikki nýggj virus framleidd, sum kunnu smitta nýggjar kyknur, tá viðgerðin er veitt.

– Nógv færri virus vera í umferð undir viðgerðini, tú verður skjótari frískur aftur, fær færri avleiðingar av ígerð, og vandn fyri at smitta onnur minkar, sigur Karoline Bragstad við NRK.

Møguligt gjøgnumbrot

Martin Howell Friede, sum er leiðari fyri koppingargranskingini hjá Alheims heilsustovninum, er positivur mótvegis nýggja heiliváginum.

– Tað, vit hava sæð higartil, sær sera lovandi út. Hetta kann vera eitt gjøgnumbrot í háttinum at viðgera beinkrím, sigur Friede við The Wall Street Journal.


Lagt út: Leivur Hansen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi