Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Nýtslugjøldini skaptu framgongdina, og tí eiga vit at halda fram eftir sama leisti

Lesarabrøv, Politikkur | 14/02-2018 20:10

Tá ið spurningurin tók seg upp um gjald til undirsjóvartunlar, var tað eitt ókent fyribrigdi at taka gjald fyri at koyra gjøgnum ein tunnil.

Hetta gjørdi politiska skipanin greitt longu í 1988, fyri 30 árum síðani. Var hetta ikki gjørt var ikki møguligt at fremja eina slíka ætlan. Tað var galdandi fyri tunnilin undir Vestmannasundi, og seinri eisini tunnilin um Leirvíksfjørð.

Tað snýr seg um, at

TRYGGJA
VØKSTUR OG
FRAMGONGD
Í FØROYUM

Ein samhaldsfast skipan
Tað var heldur eingin ivi um, at talan var um eina samhaldsfasta skipan sum skuldi verða galdandi fyri allar undirsjóvartunlar sum í framtíðini blivu bygdir.

Hesin hugburður var rótfestur í politisku skipanini tá, tí bert soleiðis fingu vit ráð at byggja fleiri undirsjóvartunlar.

Allir Føroyingar tóku væl ímóti hesi skipan tá, sum var eitt nýbrot fyri at kunna fremja størstu samferðslu útbygging í Føroyum um hetta mundi.

Lesi Løgtingsmál nr. 14: Lán til tunnil um Vestmannasund frá 17. mars 1988, og ikki minst lurta eftir orðaskiftinum frá hesum tíðarskeiðinum.

17. mars verða tað 30 ár síðani at hesi sjónarmið sóu dagsins ljós.

Brynja samfelagið til nýggjar tíðir
Orsøkin til at henda skipanin skipanin var tikin í nýtslu var tann, at mett var at tað fór at verða ógjørligt at gjalda rakstur og íløgur yvir landskassan, og tí var einasta gongda leiðin nýtslugjøld til at gjalda íløgur og rakstur, og teimum sjónarmiðum tók nærum øll politiska skipanin undir við.

Ein ásannan av at hetta var einasti møguleiki at fáa útbygd Føroyska samfelagið til nýggjar tíðir, og tá samanum kom so at siga allir Føroyingar tóku undir við.

Hetta var eisini ein ásannan av, at allar royndir vístu og framvegis vísa, at nærum øll framgongd stavar frá øktum góðum samferðslumøguleikum.

Tað snýr seg ikki um at seta

BÝIR,
BYGDIR, ELLA
OYGGJAR

upp ímóti hvørjum øðrum.

Hetta snýr seg um trivna og at útbyggja Føroyska samfelagið til altjóða avbjóðingar.

Spell og óneyðugt
Skuldi haldast fram á somu kós var neyðugt at skipanin helt fram, og at inntøkurnar av nýtslugjøldum vóru við til at fíggja bygging av øðrum undirsjóvartunlum. Hetta vóru hugsanir aftanfyri fyrstu royndunum at byggja fyrstu undirsjóvartunlarnar í Føroyum.

Haldi at tað er spell og óneyðugt at umrøða onnur alternativ til slíkar útbyggingar.

Nýtslugjøldini skaptu framgongdina, og tí eiga vit at halda fram við at útbyggja samfelagið á hesum øki eftir sama leisti.

Var hildið fast við hetta sjónarmið, eri eg ikki í iva um at Føroyska samfelagið hevði verið komið longur á leið á samferðsluøkinum.

Lasse Klein


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi