Kvinnuundirskotið veksur í góðum tíðum
Undirskot er av kvinnum, tí fleiri dreingjabørn verða fødd og at kvinnur antin flyta av landinum ella ikki flyta heim í góðum tíðum
Frá 1985 til 2016 eru 11.500 dreingjabørn og 11.070 gentubørn. Munurin er 430 dreingjabørn.
Sambært Hagstovuni, har yvirlit er yvir fólkaflyting síðan 1985, eru fleiri áhugaverd tøl. Tíðarskeiðið 1985-1996, bøði árini írokna er netto flytingin júst tann sama fyri kvinnur og menn. Hetta tíðarskeiðið fluttu 3275 kvinnur og 3275 menn av landinum. Sostatt var netto fólkaflytingin hesi árini 6.550 fólk.
Um vit taka alt tíðarskeiðið frá 1985-2016 síggja vit, at tá var netto flytingin 6.273 menn og 3.113 kvinnur. Tað eru fluttar 440 fleiri kvinnur enn menn av landinum síðan 1985. Allur munurin er tí íkomin síðan 1997
Hesi bæði tøl, sum eru yvir tíð geva okkum ein mun á 870.
1 januar í ár búðu 25.728 menn og 24.136 kvinnur í Føroyum. Munurin er 1.592
Tá munurin var stórstur í 1989 vóru 2.176 fleir menn enn kvinnur í Føroyum. Minsti munurin var í 1997. tá vórur 1359 fleiri menn enn kvinnur í Føroyum.
Frá 1998 vórur 8 ár har munurin øktist hvørt ár og er tað klárt ringasta tíðarskeiði í hesum sambandi. Sambært tølunum er orsøk at halda, at munurin veksur í góðum tíðum og minkar í ringum tíðum. Uttan at hava granska tølini nærri sær út til at tað er talið av mannfólkum sum flyta sum broytist, meðan talið av konufólkum sum flyta er stabilt.
Frá 1985 til 2016 fluttu 25.212 mannfólk og 23.602 kvinnur til Føroya. úr Føroyumfluttu 27.885 menn og 26.715 kvinnur. Tilsamans fluttu 54.600 fólk úr Føroyum og 48.814 fólk til Føroya. Munurin er 5.786 fólk.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur