Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Nær fer ríkidømið út í hvønn krók?

Lesarabrøv, Politikkur | 17/02-2018 10:53

Eitt av herrópunum hjá sitandi samgongu áðrenn valið var, at um teir komu til valdið, so skuldi ríkidømið í havinum býtast javnari og rættvísari. Ríkidømið skuldi út í hvønn krók í landinum, inn í hvørja stovu. Øll skuldu merkja ágóðan av fiskiríkidøminum. Tað eydnaðist teimum eisini at fáa veljaran at trúgva hesum. Enntá so mikið væl, at teir vunnu valið uppá at lova hetta.

Nú er skeiðið hjá hesi samgongu meir enn hálvrunnið, men enn hava vit onki sæð til, at størri partur av ríkidøminum er farin út í hvønn krók í landinum, inn í hvørja stovu. Heldur hinvegin, sitandi samgonga er farin út í hvønn krók í landinum eftir meir peningi.

Í síðstu viku sóu vit í bløðunum, at skipini hjá Varðanum høvdu eina afturgongd uppá 19 % ella 115 milliónir í 2017. Høvuðsorsøkin var uppboðssølan. Eg kenni ikki tølini hjá restini av flotanum, men um tað sama ger seg galdandi har, so er talan um 100 tals milliónir verri úrslit tilsamans hjá flotanum orsakað av uppboðssøluni. Peningur sum er farin í landskassan.

Haldi tað mann verða lagnunnar speisemi, at tað var undanfarna borgarliga samgonga við Jacob Vestergaard landstýrismanni í fiskivinnumálum á odda, sum skaffaði okkum milliardavirðini, men sum sitandi samgonga so vann valið uppá. Hetta var eitt løgið fyribrygdi. Vestergaard fór einsamallur maður ímóti ES og stóð sum drangur í brimi og vann. Tað vóru hesi virðini, sum undanfarna samgonga vann okkum, sum sitandi samgonga á snildisligan hátt gjørdi sær dalt av til valið. Tey fortaldu fólki, at virðini, sum borgarliga samgongan vann okkum, skuldu býtast rættvísari. Virðini skuldu út í hvønn krók. Tað bleiv tikið uppaftur og uppaftur. Um undanfarna borgarliga samgonga ikki vann okkum hesi virðini, so vóru ongi virðir hjá hesi samgongu at deila. So var onki at deila út og so var onki hjá teimum at fara til val uppá. So var onki agn.

Fáa ongantíð nokk
Hóast hesar 100 – tals milliónirnar, sum samgongan hevur kravt inn frá fiskivinnuni kring landið, og sum hava fossað inn í landskassan, so verður ikki helmað í. Meira vil hava meira. Hetta ger ongan mun í roknistykkinum hjá reyðu samgongu. Nýtslan verður bara sett tilsvarandi upp og peningurin fossar bara tað meir útaftur. Almenn útgjaring og oyðsl og milliónir verða brúktar til at keypa sær atkvøður fyri. Almennir pengar verða enntá brúktir til at kappast við privata vinnu. Vanligi skattgjaldarin/løntakarin verður framvegis undirdýktur í avgjøldum.

Hóast 100 tals millíonir í skattum og avgjøldum frá fiskivinnuni, so líður vanligi løntakarin, flakakvinnan, arbeiðsmaðurin, námsfrøðingurin, sjúkrasystirin og onnur framvegis undir, at hendan samgongan hækkaði heilsutrygdargjaldið, hækkaði inngjaldaði til samhaldsfasta og ætla at hækkað tað enn meir, hækkaði avgjaldið á diesel og bensin, hækkaði vegskattin, hækkaði kvf gjaldið, hækkaði gjaldið til barsilsskipanina, hækkaði tinglýsingargjaldið, innførdi nýggj umhvørvisavgjøld.

Avgjaldsøðin tykist ongan enda at fáa.

Tjóðarfrælsi/frælsi hins einstaka
Tjóðveldi vil hava fullveldi/tjóðarfrælsi og tað er eitt gott stevnumið, men tað nyttar onki, um tað persónliga frælsið verður skert. Hvat við persónliga frælsinum, tá bróðurparturin av inntøkuni fer til støðugt nýggjar og hækkandi skattir og avgjøld. Hart tjentu krónurnar verða latnar øðrum at umsita og umfordeila, í hesum førinum landstýrinum. Frælsi hins einstaka at brúka súrt vunnu krónurnar til tað hann vil sjálvur, verður skert. Eitt slag av ómynduggering og skattgjaldarin verður reduceraður til eitt skaffidýr. Føroyingurin skal bara skaffa peningin, men onnur omanfyri hann skulu umsita og avgera,hvat peningurin skal brúkast til.

Nær fer vanligi føroyingurin, vanligi løntakarin at merkja nakað til ríkidømið, sum skuldi kanaliserast út í hvønn krók i landinum, sum lovað bleiv. Nær fer hann at merkja nakað til gyltu vallyftini hjá reyðu samgonguni um at ríkidømið skuldi út í hvønn krók ? Nær fer reyða samgongan at halda tað, sum hon lovaði?

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Løgtingslimur


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi