Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Valentine dagur: Treytaður kærleiki til norðingar

Innanlands, Lesarabrøv | 18/02-2018 18:00

So fór fyrsta viðgerð av uppskotinum um at fíggja tunlanir norð um fjall við fíggjing frá Norðoyartunlinum. Fleiri áhoyrarar eystan Múlan vóru komnir at fylgja við viðgerðini. Hetta var ein góður dagur, har fólk fingu høvi at hitta okkara fólkavaldu og fáa eitt gott prát.

Helt eg skuldi skriva nøkur orð, og siga hvat eg sjálvur fekk burturúr.

Hóast tað var andstøðan, sum legði uppskotið fram, so var tað fleiri ferðir víst á, at hetta var eitt uppskot, ið er komið frá kommununum norðanfyri. Upprunaliga varð roynt í eitt ár at fáa samgonguna at leggja uppskotið fram, uttan at nakað hendi. Hetta, hóast borgarstjórin í Hvannasunds kommunu hevur við jøvnum millumbili havt samband við landsstýrisfólkini. Tí er eingin í tinginum, sum beinleiðis kann átaka sær ongarrætt av uppskotinum. Hetta er komið frá teimum, sum liva við hesum truplu umstøðum hvønn dag, og sum fleiri ferðir var nevnt, er hetta eitt neyðarróp.

Tá ið tað kemur til hvør hevur hvørja meining, so er tað heldur einki, sum tíðir uppá, at hetta er eitt “andstøða ímóti samgongu” uppskot. Bæði útsøgnir og kropsmál góvu greiðar útmeldingar um hetta.

Áðrenn nakar tingfundur var byrjaður, vóru fleiri tinglimir og onkur landstýrisfólk, sum prátaðu við okkum, sum vóru møtt í kaffistovuni. Tað var hugstoytandi at hoyra fólk sum Kristinu Háfoss, Kaj Leo við einum vinarligum smíli siga, at tað er harmuligt við hasum trupulleikanum tit hava har norði, men tit mugu stilla tykkum í køðina, vit hava bara ikki rúm fyri tykkara akutta tørvi.

Tíðlja uppá dagin frættist, at Jógvan Skorheim, formaður hjá Sjálvstýrinum og borgarstjóri í Klaksvík er farin í farloyvi. Orsøkina kenna vit ikki, men í øllum førum sendir tað sterk signlir um, at her er okkurt spæl í gongd, sum hevur eitt ávíst endamál. Tað skal nokk vísa seg, at í hesum máli, hevur Skorheim serlig áhugamál, ið man vera at tryggja sær eina linjuføring, sum liggur norðanfyri Klaksvíkina. Hetta fer at áleggja landinum at gera ein langan høgtliggjandi (á hædd 120m) landsveg omanfyri Klaksvíkina. Einasta endamálið er at fáa tunnilsmunnan norðanfyri býðin, so landið kemur at standa eftir við frensinum.

Um ein hugsar um langu søguna handan tunlanir norð um fjall og hvussu ofta vit eru vorðin svikin av ymiskum orsøkun, og at søgan er longu í gongd við at endurspæla seg. So haldi eg at tað er ikki sørt man fer at hugsa uppá fleirtals diktatur (tyranny of the majority), sum millum annað John Stuart Mill greiður frá í bókini “On Liberty”. Fleirtals diktatur merkir at áhugamálini hjá fleirtal av teimum sum atkvøða, koma framum tað hjá einum minniluta. Fyri at siga tað ákkurat sum tað er, so eri eg vísur í at hetta fleirtals diktaturi hongur saman við sosialari stigmatisering. Fólk uttanfyri norðoyggjar vita kanska for lítið um okkum, kanska tey halda vit eru so fá og fáment. Og lítið hevur tað hjálpt at KVF hevur í fleiri umførum mála okkum til vera eitt reiður fyri hørð stoffir og lýst okkum sum sosialt undirkomið og ultra religøst samfelag.

Mín niðurstøðan av viðgerðini er, at tingfólk vóru varin, men man hómaði ein góðan vilja at fáa framt eina skjóta og góða loysn uppá ein akuttan tørv. Tó vóru risastórir vandar at hóma.

1) Samgongan hevur ikki sterkan hug at loysa akuttan trupulleikan skjótt, men vil heldur fáa meira tíð at gera eina heildarætlan fyri samhaldsfest samferðslukervið. Eitt seperat mál, sum í veruleikanum kann taka ár at framleiða endaliga og at semjast um.

2) Handan tingsalin í teimum grønu rúminum eru fleiri sera ósympatiskar fólkavaldar røddir

3) Man er farin í gongd við at hugsa um hvat man kann fáa burturúr hesum. Tað er nú sannlíkt at krøv vera sett sunnanfyri at man stemmar ikki fyri nøkrum um man ikki fær ein bita av køkuni. Tí er tað vandi fyri at rossahandlar skulu gerast. Jógvan Skorheim má koma fram í ljósið, og siga frá sínari hugsan um linjuføring og landsvegi. Um tað ikki er greitt fyri øllum nú, so vísir Jógvan seg frá sínari keðuligu síðu í løtuni. Linjuføring og landsvegurin omanfyri Klaksvíkina hava meira at siga enn óvirðuligu veg viðurskiftini norð um fjall. Um nakar, so skuldi Jógvan Skorðheim verið fakkulberi í hesum málið.

Men glottar eru at hóma.

1) Tað var ein farri av vilja at hóma, tí tey flestu kundu viðurkenna brátørvin.

2) Gamalt agg var ikki drigði fram. So vit sluppu undan nakað væl av moldkastaríði og tíðarspillu.

Jónleif Johannesen, framsøgufólk hjá Javnaðarflokkinum

Jónleif legði út við at siga, at hann var sinnaður at finna eina loysn og, at hann hevði sjálvur royndir av at koyra til arbeiðis ígjøgnum tunlarnar. Hann staðfestið, at teir eru vánaligir, men tað verður ikki framt við hesum uppskotnum, sum fyriliggur. Javnaðarflokkurin vil hava eina samhaldsfasta skipan, sum er galdandi fyri øll, har í brúkararnir av undirsjóðartunlinum skulu halda áfram at rinda.

Niðurstøða: Jónleif er ikki heitur fyri hesi loysn og vil gjarna finna eina samhaldsfasta felags loysn fyri Føroyar. Hann var stiggur gjøgnum dagin og einasta viðmerkingin hann hevði var, at hann er partur av samgonguni og stemmar soleiðis. Bráðtørvurin norður um fjall má so koma í aðru røð. Samhaldsfasta loysnin tekur tíð at seyma og semjast um - so tað er órímuligt at vænta, at nakað fer at henda í stundini.

Ingolf S.Olsen, framsøgufólk, Tjóðveldi

Ingolf sigur, at prinsippið í hesum uppskotinum er skeivt. Tað er skeivt at fíggja eina tilvildarliga íløgu. Ingolf heldur, at tunlanir norð um Fjall eru ein tilvildarliga íløga. Hann var av tí fatan, at alt er relativt og nú skulu vit ikki í óðum verkum fara í gongd við at loysa ein akuttan trupulleika við einari tilvildarligari fígging.
Síðani fór hann beint ímóti sínari egnu útsøgn og sigur, at tað er lítið samhaldsfesti í at brúka undirsjóvartunnilin til at fíggja lokalu tunlanir (les, ikki tilvildarlig íløga). Eisini setti hann spurnartekin við, um norðoyingar yvirhøvur vilja gjalda fyri eina íløgu í lokaløkinum heldur enn at gjalda í samhaldsfasta kassan.

Viðmerking: Ingolf gloymir at Eysturoyartunnulin og Sandoyartunnulin eru fíggjað eftir hesum leisti. Norður um fjall er lokaløkið fyri Norðoyggjar, nógv meira enn Runavík er lokaløkið hjá Skopun.

Niðurstøða: Ingolf er ikki fyri, hóast argumentini hjá honum vóru alt for veik. Kropsmáli og tónin vóru ósympatisk. Hann valdi at gera alt relativt.

Jákup Mikkelsen, Fólkaflokkurin

Jákup er tann sum hevur tikið sær av at savna undirskftir saman fyri uppskotinum. Jákup lýsti á álvarsama trupulleikan við tunlunum og hvussu kraftigur tørvurin er vorin.
Hann vísti eisini á tað vinnuliga perspektiv í, at tey bestu aliøkini á planetini eru í Hvannasundi. Bakkafrost er kosið heimsins besta alifyritøka, og tey frugtbarastu aliøkini hjá Bakkafrost eru í Hvannasundi.

Viðmerking: Tað hevði verið ynskiligt Jógvan Skorheim var við, sum borgarstjóri og tinglimur er tað í málum sum hesum at hann er sjálvskrivaður at bera fram sjónarmiðið hjá teimum, sum onga rødd hava á tingi.

Niðurstøða: Jákup stemmar fyri

Bárður Nielsen, Sambandsflokkurin

Sambandsflokkurin er fyri at avtaka gjaldið í undirsjóðartunlinum tá ið teir eru útgoldnir. Tí nevnir Bárður at sambandsflokkurin er komin við uppskotum um hvussu raksturin skal vera frammeftir, men at uppskoti bleiv felt av samgonguni, tí at samgongan arbeiðir við einari samhaldsfastari skipan har í brúkaarrnir av undirsjóvartunlinum skulu halda áfram at rinda fyri nýtslu.

Bárður helt at tá ið uppskotið er komið úr lokaløkinum. Fólk vilja nýta peningin skilagott, tí at flestu brúkarir av norðoyartunlinum eru norðoyingar. Tað er tí ikki órímuligt at hugsa, at tey vilja síggja fleiri íløgur í sínum egna lokaløki. Tí landsstýrismaðurin, Henrik Old, hevur sagt seg arbeiði við einari samhaldsfestari skipan har í undirsjóvartunlanir ikki verður avtikið og teir skulu vera við at fíggja restina av samferðslu útbygginginum í føroyum, íroknað strandferðsluni.

Niðurstøða: Bárður hevur identifisera tørvin og motivini handan uppskotið, hann fer sjálvandi at stemma fyri.

Hanna Jensen, Framsókn

Hanna vil fegin vera heilhjarta har hon er. Hon sigur, at hesin leiðstur passar okkum fínt, tí vit eru Framsókn, tann liberali flokkurin. Men tað kann bara vera uppá tær premissur at ein full skipan verður sett í verk fyri allar tunlar. Hvat fyri skipan vit tosa um, var ikki heilt greitt. Og hvussu tað tænir liberalu hugsjónini fekk man heldur ikki greiði á.

Viðmerking: Hanna letist ikki vita av, at um hon veruliga trýr uppá tann leistin í hon krevur íverksettan, so skal hon bara stemma ja. Tí at sama skipan er longu sett í verk fyri Eysturoytartunnil og Sandoyartunnil. Verður uppskotið góðtikið, so eru grundgevinganir longu gjørdar heilt sterkar. Og Framsókn kann tí vísa á politikk í tey kunnu taka undir vera framdan í Føroyum. Tað er sum um hon bíðar eftir eftir einari størri skipan sum ger

Úr heimasíðu teirra stendur, Framsókn vil, at vinnulív og privata fyritaksemið – tey liberalu virðini – í nógv størri mun sleppa at virka í búskapinum og soleiðis tryggja menning, trivnað og vælferð. Tað eru fleiri við mær sum stríðast við at síggja hvar Framsókn hevur sítt rótfesti og virðisgrundarlag.

Niðurstøða: Tað er órímuligt at hugsa sær, at tað, sum Hanna skjýtur upp verður til veruleika innanfyri rímuliga tíð. Í øllum førum ikki at nøkta bráðtørvin hjá lokalsamfelagnum norðanfyri. Við sínum orðavalið og sínum lyfti um treytaðan kærleika verður tað torført at fáa Honnu við at loysa akuttan trupulleikan.

Bill Justinussen, Miðflokkurin

Bill vísir á, at tey sum ikki tykjast so gott um at loysa tupulleikan beinanvegin velja at draga tað uppí eina størri heild, sum tey vilja hava loyst áðrenn tosið kann fella aftur á, at loysa tann akutta trupulleikan.
Hann vísti eisini á, sum onnur, at Eysturoyartunnulin og Sandoyartunnulin smíða júst uppá hendan leiðst. Hann leggur áherðslu á, at tað kann vera, at onnur uppskot koma í vegin, og at tað ber til at semjast um tað uttan bráðtørvurin at koma í gongd við hesa verkætlan verður skúgvaður til viks.

Niðurstøða: Bill stemmar fyri

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Fólkaflokkurin

Elsebeth var heit fyri uppskotinum og kom við fakta á borði. Eitt áhugavert, hon peikaði út var, at um eitt óhapp hendur í tunlinum, so verður eingin ávaring send útum. Tað vil siga, at bilar blíva við at koyra inn inntil tað verður staðfest, at okkurt er galið. Tað fyrsta vit læra um í fyrstuhjálp er at steðga vanlukkuni áðrenn hon gerst størri, tað amboðið hava tunlanir ikki.

Viðmerking: Úr fyrispurningi frá Jensi av Rana, 2007

“Sambært hondbók 021 frá 2002 var minstakravið til tunlar í flokki A, at teir skuldu hava hæddarhindur, tvs. ein bjálki verður hongdur upp í tunnlismunnanum fyri at forða fyri, at ov høg akfør fara inn í tunnilin. Minstukrøvini til norskar tunlar í flokki A eru nógv herd í nýggju normunum frá 2006, teir skulu nú hava ljós, rýmingarljós, neyðstasjónir við eldsløkkjarum fyri hvørjar 125 m og við hvønn munna, sløkkivatn og hæddarhindur. Í flokki B skulu tunlarnir vera tvíbreytaðir, og umframt omanfyrinevndu krøv eisini hava reytt steðgisignal, sum ger at tunnilin verður stongdur, um ov nógv vandamikið gass er í honum, og kommunikasjóns- og radioanlegg. “

Niðurstøða: Elsebeth fer at stemma fyri

Óluvá Klettskarð, Tjóðveldi

Sum samgongulimur og norðoyngur var tað ikki órímuligt at hava góðar vónir til, at Óluvá fór at hugsa væl um hetta uppskot. Útspælið hjá henni var greitt, her má okkurt henda. Um samgongan ikki kemur við einum betri uppskoti, so stemmar hon fyri uppskotinum. Hóast hon kundi hugsað sær ein samhaldsfastan leiðst

Annita á Fríðriksmørk man hava lisið uppá, tá hon spurdi Óluvu um hvar hon helt at linjuføringin skuldi vera. Sunnanfyri Klaksvík, nær við har Norðoyartunnulin er nú, ella skal allur trafikkurin førast gjøgnum býin fyri at koma til tunnilsmunnan? Óluvá svarði at tað er upp til borgarstjóran í Klaksvík.

Viðmerking: Tað er nokkso greitt at undir vatnskopurin er Óluvá ikki so greið, hon sigur bara at tunlanir skulu byrja skjótari enn 2021, og man sat við einari kenslu at tað kann skjótt broytast

Niðurstøða: Óluvá krevur handling og ikki meira orð, men kann væl koma at játta seg at bíða eftir samhaldsfasta uppskotinum, sum skal koma úr samgonguni. Ger hon tað, so er ikki rímuligt at rokna við nakrari skjótari loysn á málinum. Tí tann politiska prosessin brúkar altíð nógv meira tíð enn ein roknar við, og tað eru nógv onnur mál í sum orka skal brúkast uppá.

Helgi Abrahamsen, Sambandsflokkurin

Helgi vísir á langtíðarætlanir. Eitt ára langtíðarælanir halda ofta, tvey ára langtíðarætlanir halda sjálvdan og trý ára langtíðarælanir halda sum oftast slett ikki. Hann vísir á, at hesir tunlar hava verið í nógvum ætlanum. Og ferð eftir ferð hava teir verið niðurraðfestir av ymiskum orsøkum. Helgi ger eina fína sak, vit hava tosað um langtíðarætlanir í nógv ár, og ongantíð hevur tað hildið. Longu nú er nógv, sum tíðir uppá, at um einki var gjørt í hesum málið, so høvdu tunlanir norð um Fjall ikki komið.

Niðurstøða: Helgi stemmar fyri

Ruth Vang, Framsókn

Vís mær at tunnilsverkætlanir køla búðskapin - um tað passar, so skal eg seta fimm tunnilsverkætlanir í gongd. Tí tað er tað, sum vit hava brúkt fyri nú, sigur Ruth.
Sum formaður í fíggjarnevndini ætlar hon sær bara at hyggja eftir botnlinjuni, og ikki lata seg ávirka av nøkrum, tí at “man kann hava seráhugamál” og tað ætlar hon sær ikki.

Viðmerking: Viðv. ovurhiting so stendur í uppskotinum “Ført verður ofta fram, at virksemið í landinum er nógv í løtuni, og at vandi tí kann vera fyri, at búskapurin gerst ov heitur. Í slíkum tíðum kann vera neyðugt at tálma virksemið. Íløgur við høgari lønarkvotu hita búskapin meira enn íløgur, ið hava lága lønarkvotu. Mett verður ikki, at fjallatunlar hava høga lønarkvotu, av tí at stórur partur av verkætlanini verður gjørdur við maskinum.”
Ruth sigur seg vilja vera so óheft sum gjøligt, hvussu kann hon tað sum tinglimur í skal stemma fyri og ímóti uppskotum?

Niðurstøða: Fyrsta útspælið hjá Framsókn er eitt nei, hetta kom illa við. Stuttligt, tí er tað eitt uppskot, sum kann fremja politikkin hjá Framsókn, so er tað hetta. At bíða eftir einari uniformari sosialistiskari (samhaldsfastari) globalt íverksetta loysn frá samgonguni kann bara taka øll fingramerkið vekk frá Framsókn.

Hjalmar Zachariassen
Hvannasund


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi