Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Ein drápsmaður búði hjá okkum og vit vistu ikki av tí

Uttanlands | 18/02-2018 20:00
James og Kimberly Snead

Familjan, har drongurin, sum drap 17 skúlanæmingar í Florida, greiður frá um drongin. Tað sær út til at øll vistu alt um hann. Men vit vistu einki. So einfalt er tað.

Ein dagin blivu James og Kimberly Snead spurd av soni teirra um ein vinmaður hansara, 19 ára gamal drongur, kundi búgva heima hjá teimum. Tey játtaðu. Orsøkin til manglandi bústað var at fosturmamman doyði av lungnabruna 1. november og fosturpápin doyði tá hann var 5 ára gamal.

Drongurin hevði sálarligar trupulleikar, men hann hevði arbeiði og tjenti pengar. Tey søgdu honum, at tey høvdu strangar reglar í húsinum og tað góðtók hann og hann helt teir til UG.

Tey hildu at honum tyktist at vera sera naivur, men tó ikki býttur. Tey hildu tað verða sannlíkt at hann var happaður, tá hann var yngri. Hann gavst við tí viðgerð hann fekk fyri sálarligar trupulleikar fyri 14 mánaðum síðan. Hann noktaði at taka medisin. Men hann góðtók at at vitja sálarfrøðing, tá Kimberly spurdi hann og hon hevði verið við honum hjá sálarfrøðingi fyri viku síðan.

Drongurin átti skotvápn. Men tá hann flutti inn, keypti hann eitt vápnaskáp og gav teimum lykilin. Hann hevði 2 ferðir biðið um at sleppa inn í vápnaskápið. Eina ferð játtaðu tey og eina ferð søgdu tey nei. Men aftaná hevur tað víst seg, at hann má hava haft ein eyka lykil til vápnaskápið.

Aftaná skottilburðin eru nógvar upplýsingar komnar fram. Til dømis skal drongurin hava mishandla djór. Hann skal eisini hava skorið seg og víst myndir av tí á snapchat. Trupulleikar hava eisini verið í skúlanum. Enntá hevði FBI fingið boð um at drongurin er vandamikil og møguliga ætlar at skjóta í onkrum skúla, uttan at FBI tó gjørdi nakað meira.

Kimberly og James siga, at tey einki vistu um hetta. Tey siga at hann dámar væl teirra húsdjór. Tey hava heldur ikki hoyrt nakað til aðrar trupulleikar. Drongurin búði tó bert 3 mánaðar hjá teimum. Tey koyrdu hann í skúla hvønn dag og hann hevði ikki nógva tíð fyri seg sjálvan.

Hendan mikudagin segði drongurin, at hann ikki skuldi í skúla, tí tað var Valentine's dagur og so fór James til arbeiðis. James sendi SMS boð til drongin seinni um dagin, sum drongurin svaraði. Aftaná hava tey roknað út at hann hevur allarhelst svarað meðan hann sat í taxabili ávegis til skúlan, har hann skjeyt og drap 17 fólk.

Kl. 14:30 ringdi drongurin til James og segði at hann og onnur flýggjaðu úr skúlanum, tí tey hoyrdu onkran skjóta. James bað drongin fara til Wallmart, sum var har í nánd. James var í bilinum og skuldi koma har beinavegin.

Meðan James er ávegis til Wallmart eftir dronginum, ringir løgreglan og spyr hvar drongurin er. James svaraði at drongurin var ikki sonur hansara og hann visti ikki hvar hann var. Aftaná hann hevði lagt á, byrjaði hann at hugsa seg um og leggja 2 og 2 saman og ringdi síðan aftur til løgreglumannin. Eisini bað hann løgregluna senda fólk heim til hús síni, har konan var heima. Hann var bangin fyri lívinum hjá konuni.

Stutta løtu aftaná bankaði løgreglan á dyrnar hjá familjuni Snead. Kimberly slangaði sær tá hon bleiv vakt av løgreglumonnum við skótvápnum í hond og spurdu eftir soni hennara. Teir leitaðu í øllum húsinum. Men tað vísti seg at drongurin var blivin handtikin á øðrum stað, júst um somu tíð sum løgreglumenn vitjaðu heima hjá familjuni Snead.

Sonur teirra var eisini handtikin, og tey fóru á løgreglustøðina við honum. Men sonur teirra bleiv leyslatin beinanvegin, tá staðfest var at hann hevði einki við sorgarleikin at gera. Tey sóu eisini drongin, men tosaðu ikki við hann. Tó róptu tey og spurdu hann hví. Hann svaraði at hann var keddur av tí. Hann sá so ógvuliga "lost" út, søgdu Kimberley og Jack Snead í viðtalu við Sun-Sentinel, ein fjølmiðil í Florida.


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi