Víðari lestur ella karrieruskifti?
Hugsar tú um at menna teg fakliga, um at fáa annað arbeiði ella at taka eina útbúgving?
Týskvøldið 20. februar kl. 20:00 bjóðar Fjarnám inn til ókeypis fyrilestur. Tað er Deirdre Hansen, lestrar- og karrieruvegleiðari á Fjarnámi, sum fer at tosa um hvørjir møguleikar eru til teirra, sum umhugsa víðari lestur ella karrieruskifti. Aftan á er møguligt at fáa eitt prát og persónliga vegleiðing um, hvussu hetta kann gerast.
Fjarnám er ein lestrardepil hjá Klaksvíkar kommunu, sum gevur borgarunum møguleika fyri útbúgving og førleikamenning í nærumhvørvinum í Norðoyggjum. Kommunan ynskir at raðfesta lesandi og bjóðar tí øllum lesandi innivist, umframt lestrar- og yrkisvegleiðing.
Fjarnám húsast saman við Íverksetarahúsinum í gomlu skrivstovuni hjá Kjølbro, og er hetta sanniliga eitt spennandi umhvørvi hjá ungum, sum tilkomnum lesandi, umframt íverksetarum.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur