Kjakfundurin á Torradøgunum um fiskivinnu er avlýstur
Vit royna aftur næsta ár, sigur Dávur Winther, samskipari.
Nógv hava spurt, hví afturvendandi fiskivinnupolitiski kjakfundurin, sum plagar at vera fastur táttur á Torradøgunum í Klaksvík, ikki verður í ár.
Politikarar og umboð fyri vinnuna høvdu fingið innbjóðing at luttaka á kjakfundinum, men fundurin verður kortini av ongum.
Dávur Winther, samskipari av Torradøgunum, sigur við R7, at einasta orsøkin til at fundurin er avlýstur er, at tað eydnaðist ikki at “manna lið”, sum hann tekur til.
“Tá freistin var úti, høvdu vit ikki fingið nóg nógv vinnulívsfólk at luttaka á fundinum, og tí varð avgjørt at avlýsa hendan partin av skránni, og heldur at royna aftur næsta ár,” sigur hann.
“Nú nýggja fiskivinnulógin er samtykt, hildu vit, at tað kundi verið áhugavert at fingið politikarar og vinnulívsfólk at sagt sína hugsan um hana, men tað eydnaðist tíverri ikki,” sigur Dávur Winther.
Skráin fyri Torradagarnar byrjar í dag og endar sunnudagin.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur