Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Ávara um meslingaútbrot í Evropa

Heilsa, Uttanlands | 21/02-2018 08:00
Evropeiski depilin fyri smittuvernd, ECDC, hevur gjørt ein grafikk yvir londini í ES/EBS-umráðið, sum er harðast rakt av meslingum. | Mynd: ECDC

Heims heilsustovnurin WHO boðar frá eini ferfalding av meslingatilburðum í Evropa í 2017 og kallar hetta eitt stórt afturstig, eftir metlág tøl árið fyri.

Meira enn 20.000 fólk vóru rakt í Evropa, harav 35 doyðu av meslingum í 2017, upplýsir Heims heilsustovnurin WHO, sum nú sendir út ávaring.

– Hetta er ein gongd, sum vit als ikki kunnu góðtaka, sigur Dr. Zsuzsanna Jakab, sum er Evropastjóri hjá WHO, í tíðindaskrivi.

Fleiri lond hava ikki megnað at útvegað nógmikið av koppingarevni, skrivar WHO, og tey hava heldur ikki havt nóg gott eftirlit við sjúkuni.

– Rumenia, Italia og Ukraina eru lond, sum liggja ovast á listanum. Tey hava ikki megnað at fylgt nóg væl við sjúkuni, skrivar Cristina Salvi úr WHO í einum telduposti til NRK.

Útbrot í fimtan evropeiskum londum

Áðrenn tað kann kallast útbrot, skal talan vera um 100 ella fleiri tilburðir.

Av teimum 15 londunum, ið eru rakt av útbrotum, nevnir WHO millum annað Grikkaland, Týskland, Frakland, Belgia og Bretland.

Hetta merkir, at lutfalsliga vælvirkandi heilsuverk hava ilt við at handfara sjúkuna, sum er sera smittandi.

Stúra fyri MMR koppingarevninum

Fyri tjúgu árum síðani hildu nakrir granskarar, at MMR-koppingarevnið kundi elva til avtismu.

Hetta hevur seinni víst seg at vera skeivt, men koppingarevnið hevur framvegis vánaligt umdømi millum tey, sum stúra fyri koppingarevnum, skrivar BBC.

– Tað er púra burturvið, at ein slík sjúka kemur aftur, tá vit hava eitt so gott koppingarevni, skrivar Salvi úr WHO til NRK.

Ein tilburður í Norra

Norski Fólkaheilsustovnurin sigur við NRK, at ein tilburður av meslingum var í Norra í fjør.

Í Svøríki óttaðust tey eitt útbrot á jólum.

Hanne Nøkleby, ið er fakstjóri fyri barnasjúkum á norska Fólkaheilsustovninum, sigur, at hon er ikki bilsin av høga meslingatalinum.

– Tað hava verið millum 15 og 30.000 tilburðir av meslingum í Evropa í fleiri ár, seinastu tvey árini tó munandi færri. Vit vónaðu, at tað nú fór at venda, men vit sóu í 2017, at so var ikki, sigur Nøkleby.

Víðari vísir hon á fleiri orsøkir til, hví tølini eru so høg.

Børn verða ikki koppsett

– Høvuðsorsøkirnar er ivin um koppingarevnið og at børn ikki verða koppsett. Hetta er serliga útbreitt í Suður- og Eysturevropa. Men tað snýr seg eisini um fólkabólkar, sum myndugleikarnir hava vánalig tilboð og atgongd til, sigur Nøkleby.

– Men hví eru fólk so ivasom um koppingarevnið? 

– Eg haldi, at fleiri orsøkir eru til tess. Tað, sum var týðiligast í okkara parti av Evropa, var avtisma - hetta var fyri umleið tjúgu árum síðani, men nú er hesin ivin mestsum burtur. Men hetta, at koppingarevnið kann elva til skaðar av einum ella øðrum slag, livir helst sum ein mýta við eitt sindur ymiskum frágreiðingum í ymsu londunum, sigur hon.

Nøkleby væntar ikki, at talið fer at økjast.

– Nú kunnu vit siga, at vit eru aftur á støðinum millum 2010 og 2015. Men umráðandi er kortini at fáa fólk at skilja, at koppingarevni altíð eru betri alternativ enn sjúkur, sigur hon.


Lagt út: Leivur Hansen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi