Tvístøða (28) - Øll sendingin
Kjaksending við Hera Joensen, Sunnevu Mohr og Arna Zachariassen. Tóri Højgaard er vertur.
Spurningur 1: (1:35) "Fyri nøkrum árum síðani var tað meira vanligt at grannar hjálptu hvørjum øðrum, gingu inn til hvønn annan, bóru hvørjum øðrum mat og ansaðu børnum hjá hvørjum øðrum. Er tað bert í mínum grannalagi at vit ikki gera hetta meir? Eru vit farin at ganga frá hesum í Føroyum?"
Spurningur 2: (17:35) "Í seinastuni hevur nógv verið prátað um Charles Puigdemont og loysingarstríði í Katalonia. Tey ið stuðla siga, at sjálvandi skulu katalanar sleppa at stovna egnan stat, ímeðan mótstøðufólkini siga at loysingarroyndin var í stríð við spanska lóg, og at Puigdemont og co. skulu setast fastir. Men hvar gongur markið fyri hvør kann loysa og ikki? Europa er á tremur við smáum etniskum ella mentanarligum bólkum ið ikki hava sjálvræði. Skulu allir sleppa at loysa?"
Spurningur 3: (34:30) "Hví skulu øll foreldur partú við børnum sínum til fótbólt og líknandi? Hví ikki samskipa tað soleiðis at man skiftist at fara, og tí ikki skal út at ”farta” hvørt vikuskifti?"
Líknandi tíðindi
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur