Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Menningarmálini geva meining

Innanlands | 23/02-2018 22:30

Røða, sum løgmaður Aksel V. Johannesen helt í morgun á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum um menningarmálini hjá ST:

Góðan morgun, øll somul!

Hvussu ofta hava vit ikki hoyrt tað? “Tað er neyðugt at seta sær greið og ítøkilig mál.” Hetta hoyra vit aftur og aftur. Ja, um næstan øll lívsins viðurskifti. Og tað er sjálvandi nakað um tað.

Uttan mál og mið fjakka vit á berum, og ein málleys fjakkan tænir sjáldan nøkrum endamáli.

Tí er tað bæði serstakt og ikki minst virðismikið, at heimsins lond hava klárað at seta sær nøkur felags – og rættiliga ítøkilig mál.

Tað eru skjótt trý ár síðan, at limalondini hjá ST stungu tey 17 menningarmálini út í kortið. Hesi menningarmálini eru galdandi til 2030.

Menningarmálini skulu roknast sum eitt universalt stavnhald, sum øll heimsins lond kunnu halda seg til og stremba eftir. Hvørt landið sær tekur útgangsstøðið í egnum veruleika og við egnum raðfestingum virkar fyri at røkka málunum.

Tað er sera skilagott og neyðugt, at heimsins lond seta sær nøkur felagsmál, tí størstu avbjóðingarnar loysa vit ikki hvør í sínum lagi, men bara í felag. 

Stóri ójavnin, arbeiðsloysi, veðurlagsbroytingar, náttúrudálking og misjavna atgongdin til náttúrutilfeingi ávirka ikki bert tey einstøku londini, men rakar heil øki, ja, allan heimin. Tí er neyðugt at loysa hesar avbjóðingar í felag.

Men hvat hava hesi sokallaðu menningarmálini við okkum í Føroyum at gera? Eru vit í Føroyum bundin av nøkrum málum, sum tey 193 ST limalondini hava valt at raðfesta?

Tað stutta svarið er NEI.

Kunnu vit í Føroyum bara seta okkum aftur á og hyggja at?

Tað stutta svarið er JA.

Vit eru ikki noydd at gera nakað sum helst. Tað er fullkomiliga sjálvboðið. 

Og tað er einki at taka seg aftur í, at tað lætta er einki at gera. 

Men tú kemur ikki altíð longst við at fara, har garðurin er lægstur.

Vit kundu valt at sitið á hondunum, men tað vil landsstýrið ikki.

Sum ein ábyrgdarfullur partur í altjóða samfelagnum eiga Føroyar, á sama hátt sum onnur lond, at taka menningarmálini hjá ST til sín og eftir førimuni royna at røkka teimum.

Og tað hava vit í landsstýrinum eisini valt at gera.

Vit halda, at menningarmálini eru eitt gott amboð. Eitt gott amboð hjá okkum sum tjóð at sammeta okkum við aðrar tjóðir. Menningarmálini kunnu eisini verða amboð til at økja okkara tilvitan um, hvussu vit kunnu menna okkara samfelag upp aftur meira. Hetta kann fara at gagna bæði landi og fólki.

Men tað er ikki nóg mikið, at tað bara eru vit politikarar, sum síggja týdningin í menningarmálunum.

Tað er neyðugt, at menningarmálini komandi árini gerast fólkslig, tí søgan vísir okkum, at tað ikki er nóg mikið at hava høgtflúgvandi visjónstos, sum ofta endar sum mjørkatos hjá vanliga borgaranum, um ítøkilig mál ikki fylgja við. Skulu vit tryggja okkum, at fólk ikki renna rópandi burtur, so er neyðugt at gera menningarmálini til nakað jarðbundið og innihaldsríkt fyri hin einstaka.

Og tað er ikki serliga torført, tí menningarmálini eru jarðbundin. Tey eru ítøkilig. Og tey geva meining.

Grundhugsanin aftanfyri málini er óvanliga einføld. Vit skulu øll liva eitt gott lív, men samstundis geva heimin víðari í góðum standi til okkara børn, so tey og teirra børn eisini kunnu liva eitt gott lív. Tað er í grundini tað, menningarmálini snúgva seg um.

Málini eru so neyvt orðað, at øll kunnu fáa nakað burturúr – einstaklingar, fyritøkur, kommunur og lond. Uttan mun til hvørjari vinnugrein tú ert í, so kanst tú síggja teg aftur í minst einum máli.

Hetta ger tað lættari at taka ábyrgd og virka fyri at broyta okkurt, har tú ert.

Í okkara grannalondum eru dømi um kommunur, sum við støði í menningarmálunum, hava sett sær fyri at raðfesta útbúgving, heilsu og fleiri starvsmøguleikar.

Eisini er dømi um einstaklingar, sum taka seg saman at raðfesta endurnýtslu í sínum gerandisdegi.

Málið hjá okkum í Føroyum er at kóka menningarmálini niður til nakað, sum vit øll, hvør í sínum lagi, kunnu gera nakað við í okkara gerandisdegi. Vit eru yvir 50.000 fólk – hví skulu vit ikki kunna gera okkara?

Vit kunnu gera stórar batar við at hvør einstaklingur átekur sær at gera sítt.

Eg vil, at vit í Føroyum megna at gera menningarmálini til eitt fólksligt átak, har øll gera sítt til at røkka teimum.

Sum samfelag eru vit rættiliga frammarlaga.

Vit eru eitt framkomið vælferðarsamfelag við stórum náttúruríkidømi. Í mun til menningarmálini eru vit á fleiri økjum millum fremstu samfeløg – millum annað á vælferðar- og almannaøkinum, á heilsuøkinum og innan grøna orku.

Vit hava eitt vælútbygt samferðslukervi, og tá ið ræður um havgransking og gagnnýtslu av havtilfeingi, standa vit eisini í fremstu røð.

Á útbúgvingarøkinum og í spurninginum um javnstøðu eru Føroyar eisini væl við. Harafturat hava Føroyar góðar karmar fyri einum frælsum vinnulívi.

Sostatt liggja vit saman við hinum norðanlondunum rættiliga frammarlaga.

Vit eru ikki í allar fremstu røð á øllum økjum. Vit arbeiða tó støðugt við at menna tey øki, har vit enn ikki eru so frammarliga.

Landsstýrið fer nú at gera eina støðulýsing fyri at staðfesta, hvar vit eru í mun til tey 17 menningarmálini. Henda støðulýsing verður okkara grundarlag fyri, hvussu vit raðfesta frameftir innan ávís menningarmál. Lýsingin gevur okkum eisini eitt haldgott grundarlag at samanbera við onnur lond og at kunna í altjóða høpi um, hvussu tað gongur við okkara arbeiði við menningarmálunum.

Eg byrjaði røðu mína við at leggja dent á, at uttan mál og mið fjakka vit á berum, og ein málleys fjakkan tænir sjáldan nøkrum endamáli. Við menningarmálunum hava Føroyar saman við restini av heiminum fingið nøkur ítøkilig mál at stremba eftir. Eg bæði vóni og vænti, at menningarmálini fara at gera sítt til, at okkara samfelag fer at mennast upp aftur meira. Til gagns fyri bæði land og fólk. 

Her at enda vil eg nýta høvi at rósa fyrireikarunum fyri at seta menningarmálini á skrá her í Norðurlandahúsinum í dag.

Eg vóni, at vit øll fáa nakrar spennandi og mennandi framløgur, so okkara innlit í menningarmálini styrknar, og at okkara hugur at røkka teimum verður kveiktur. 

Takk fyri!

Aksel V. Johannesen
løgmaður


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi