Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Vinmaðurin hjá Bjarna Hammer talar at

Innanlands, Lesarabrøv | 06/03-2018 09:15

Vinmaður Bjarna Hammer, sum helt føðingardag og eigur húsini, har Bjarni Hammer sigst hava tosa um rúsevnir, talar nú at og sigur, at einki hald er í søgunum.

Eg kenni á mær, at eg noyðist at tala at, nú ágangurin er so stórur móti vinmanninum, Bjarna Hammer.
Eg legði hús til føðingardagin hjá mær, har Bjarni í sínari tíð skal hava givið/selt rúsevnir. Hetta var í 2014, tá undirritaði fylti 40 ár.

Eftir ein stuttan býtúr, har eg sjálvur fór heim áðrenn, kemur vinmaðurin heim (hann yvirnáttaði hjá okkum) og so eisini nøkur onnur menniskju. Tey komu inn gjøgnum garasjuna. Eg tók ímóti teimum og var um tey alla tíðina. Eg lat hesi sita eina løtu, men segði so, at tey máttu fara.

Eg kann til eina og hvørja tíð sláa fast við sjeytummaseymi, at eg og konan høvdu aldrin loyvt hvørki nýtslu ella sølu av rúsevnum í okkara heimi og tað gekk heldur ikki fyri seg tað kvøldið! Hatta er tann svartasta lygn!

Eg var sjálvur til staðar meðan hesi fólkini vóru inni hjá okkum. Bjarni fór stórt sæð í song beinanvegin og eg koyrdi tey vitjandi út stutt aftaná.
Tað er mær óskilligt at miðlarnir siga seg hava keldutilfar, men gera sær ikki tann ómak at eftirkanna alt og spyrja meg og konuna, ið hava verið til staðar og enntá eiga húsið har hetta skal hava gingið fyri seg!

Ódámliga viðgerðin av vinmanninum luktar langan veg av einari samansvørjing, hvørs endamál er at hundsdálka Bjarna Hammer og fáa hann burtur úr føroyskum politikki, kosta hvat tað kosta vil!

Mín spurningur er tí, hvør hevur bílagt hetta karaktermorðið?

 

Bogi Hentze


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Borgar­stjó­rin í Runavíkar býráð er ikki Tórbjørn Jacobsen á Glyvrum, hetta sigur Tobbi við R7
Jógvan Páll Lassen: Lat SEV selja bensin og olju
Eiga at halda fast við tálmandi rúsdrekka­politikkin
Sonni hevur Volvo "virus "
Kleptoman-landskassi
Rák (27) Damudomi um sexismu í almanna rúminum
"Kom á 2069!" (42) - 7. des 2018
Glasir!
Tvístøða (49) - "Mín besti vinmaður hevur kvett sambandi við meg!"
R7 Premier League (29) - 10. des 2018
Fuglafjarðarsendingin (14) - 06. des. 2018
Novembervitjan í Suðuroy - møtir og bíbliuskeið
NOVA úr Suðuroynni (33) - 10. des 2018
Her verða allar gátur loystar
Tvístøða (49) - Øll sendingin
Tvístøða (49) - "Eingin hevur ábyrgdina av teimum, ið ikki finna bústað!"
Tíðindi klokkan 12
Janus Rein og Brandur Ellingsgaard: Nýtt advokat­felag byrjar í Føroyum
Heilsustøðan hjá Anne Graham Lotz - ferðin gjøgnum Skuggadalin longri enn væntað!
Rúni Jacobsen klakti eggini undir síni egnu dýnu
Kristilig Tíðindi (77) - Kristiliga tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus
Metis - Øll sendingin - 11. desember 2018
Tíðindi klokkan 17
Sølutiltak hjá Leirkeri­num - fleiri enn 100 bøkur!
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi