Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Fiskimálaráðið bjóðar til Apufest

Lesarabrøv | 07/03-2018 17:00

Kunngerðin um uppboðssølu av uppsjóvarfiski og botnfiski í Barentshavinum tekur als ikki hædd fyri at teir sum bjóða kunnu verða rættuliga kreativur til skaða fyri Landskassan. Lagt er upp til rættuliga apufest.

Fiskimálaráðið hevur sent kunngerðir um uppboðssølu til hoyringar. Talan er um uppboðssølu av Svartkjafti, Norðhavssild og botnfiski í Barentshavinum.

Útbjóða verða 78.000 tons av svartkjafti 8.000 tons av makreli og smá 4.000 tons av toski í Barentshavinum sum 1 ára rættindi.

Av 3 ára rættindum verða útbjóða 7.000 tons av svartkjafti, 780 tons av norðhavssild, 873 tons av makreli og 227 tons av botnfiski í barentshavinum.

Sum 8 ára rættindi verða útbjóða 14.000 tons av svartkjafti, 1.560 tons av norðhavssild, 1760 tons av makreli og 680 tons av botnfiski í barentshavinum.

Ætlanin er at alt skal seljast á afturlætnari uppboðssølu. T.v.s. At teir sum bjóða lata ein konvolutt inn við sínum boði og allir verða opnaðir samstundis.

Tað er ikki ætlanin at hava uppboðssølu, sum vit vanliga kenna, har bjóða verður til bara ein er eftir.

Kunngerðin sigur eisini nakað um at seta trygd. Fyri veiðurættindi galdandií 3 ella 8 ár, skal trygd setast av nýggjum hvørt ár. Tað vil siga, at tað bert verður sett trygd fyri 1 ár. Onki verður sagt um hvat hendur, um ongin trygd verður sett. Hetta gevur óavmarkaðar møguleikar at verða kreativur. T.d. kann sama model sum handverkarar brúka í øðrum londum brúkast.

Somuleiðis er onki, sum forðar fyri at veita trygd í øðrum virðum ella við panti í t.d. Skipi. Tað verður óalmindiliga stuttligt tá Vørn skal meta um trygdina av gomlum dangum hjá óavmarka kreativum strámonnum hjá útlendskum reiðarum.

Vit skulu heldur ikki gloyma, at ætlanin er at boð á uppboðssølu skulu bestemma veiðugjaldi fyri tann fisk, sum ikki verður seldur á uppboðssølu.

Og ivaleyst eru hettar ikki einastu mátar at gera ætlaðu uppboðssøluna til eina apufest.

 

Eivind Jacobsen

Strendur


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Menningarkvotan í Vestmanna í vanda
Segði Rigmor Dam ov nógv um tíðindaleiðaran?
Prát við Jóan Paula í Geil
Fuglafjarðarsendingin (3) - 20. sept. 2018
Jónfinn valdur til " ársins Vestmenning ", er staddur í Mauritania
Vestmannadagar: Veðrar úr Góðmansskor á uppboðsølu - veðrur fór fyri  6.500 kr
Kristin Michelsen misnøgdur við raðfesting­ina av tunlum
Góður gongutúrur í gjár - "Vestmannadagar" halda fram í dag
Metis - Øll sendingin - 18. september 2018
750.000 laksar deyðir í Sundalagnum
Ferjuætlan fyri Føroyar
Samhaldsfasti hækkar 1.045 kr. Lands/­kommunukassar fáa 1.070 kr
Semja við handverkarafeløgini
Spreinging á Rókini 20/­9-18
Finskur ráðharri í politiskum ódnarveðri tí hann hevur mótmælt fosturtøku
Opið bræv til Føroya Landsstýri og Føroya Løgting
Hugnaløtan (34) - Gestur: Jeffri Johannesen
Hava funnið Endeavour hjá James Cook
Vespureiðrið (90) - 24. sept 2018
Menningar­kvotur kunnu misbrúk­ast uttan avleiðingar
Fyrispurn­ingur til Sirið Steenberg, um álvarsligar avleiðingar av hjúnabands­lógini
R7: Fuglafjarðarsendingin beinleiðis í dag klokkan 15.00 til 17.00
John William Joensen: Góði Mikkjal & Co, vælsignaðir hølvi HB av!
Tvístøða (39) - Øll sendingin
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi