Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

DR Kontant avdúkaði fría danska elmarknaðin

Lesarabrøv, Politikkur | 08/03-2018 17:50

DR Kontant avdúkaði í gjárkvøldið, hvussu donsku elkundarnir eru vorðnir við sviðusoð, eftir at danski elmarknaðurin var liberaliseraður um aldarskiftið.

Hækkandi elprísir og einki gjøgnumskygni er veruleikin á danska elmarknaðinum í dag. Harumframt er einki prógv fyri, at liberaliseringin hevur havt við sær meira grøna elorku

DR Kontant avdúkaði í gjárkvøldið, hvussu elprísurin í Danmark hevur verið hækkandi, síðani elorkuøkið var liberaliserað í 2003  - ein hækking  á 27 oyrur, úr 2,03 kr. upp  í 2,30 kr. fyri kWh, svarandi til ein vøkstur á 13 prosent. Eisini avdúkaði sendingin á DR, hvussu elmarknaðurin í Danmark er broyttur til ein frumskóg av elfeløgum og smartum seljarum, har kundin einki yvirlit hevur, og har einki álitisvekjandi gjøgnumskygni er, sum kann geva elkundanum eina trygga kenslu.   

Í sendingini kom eisini fram, at einki prógv tykist vera fyri, at økta grøna elorkan í Danmark stavar frá liberaliseringini, men hinvegin heldur frá almennum stuðli. DR Kontant vísti eisini upptøkur frá 1999, tá ið bæði danski Javnaðarflokkurin og Vinstra hálovaðu liberaliseringini, sum skuldi hava við sær eina betri skipan fyri kundarnar við lægri prísum, men har danskarar 20 ár seinni standa eftir við tí øvuta úrslitinum.

DR Kontant hevur fylgt gongdin á danska elmarknaðinum seinastu árini, og brot úr sendingum frá 2013, 2014 og 2016 vístu eina skeiva gongd fyri danska elkundan.

Uppskotið hjá Magna Laksafoss og Sambandsflokkinum at liberalisera elmarknaðin er ein roynd at fáa Føroyar at stevna ímóti sama ruðuleika, sum danskarar uppliva á sínum elmarknaði. Ein roynd at liða okkara samhaldsføstu elskipan sundur, sum í dag er partur av okkara almenna undirstøðukervi, og har prísurin er tann sami fyri øll - bæði vinnulívi og borgarum at gagni.

Eg endurtaki, at føroyska elorkuøkið eigur at viðgerast við størsta umhugsni. Um onkur hevur at fáa íblástur frá sendingini á DR í gjárkvøldið, so ber til at fara inn á https://www.dr.dk/nyheder/pe nge/kontant/det-er-blevet-dyre re-vaere-el-kunde
 
Bogi Andreasen, 
býráðslimur í Tórshavnar kommunu
og fyrrverandi næstformaður í SEV


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi