Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Skal forfallið á aktualitetsdeild KvF's halda fram?

Innanlands, Lesarabrøv | 09/03-2018 23:06

Kringvarpið hevur seinastu tíðina verið nógv umrøtt. Eftir í hálva øld at hava uppbygt eitt sera stórt trúvirði, hevur tað eydnast nøkrum óseriøsum journalistum við aktivistiskum, einsíðugum og politiskt litaðum journalistikki upp á rekordstutta tíð at bróta álitið á aktualitetsdeildina niður

Tá ið útvarpið í 1957 byrjaði at senda, var tað við dugnaligari leiðslu, sum dugdi at skipa so fyri, at vit fingu eitt útvarp, sum allir føroyingar tóku undir við og høvdu álit á. Sama kann sigast um sjónvarpið, sum byrjaði sendingar sínar í 1984, har leiðslan skuldi bróta upp úr nýggjum. Báðir stovnarnir mentust og trúvirðið var sum amen í kirkjuni.

Sjálvur sat eg sum formaður fyri báðum nevndunum í einum 4-ára skeiði beint fyri aldarskiftið. Júst trúvirðið hevði hægstu ræðfesting hjá okkum sum nevnd saman við dugnaligum stjórum og leiðslu. Flaggskipini vóru tíðindadeildirnar ella aktualitetsdeildin, sum tað eitur nú, har 1. boð var, at SvF ella ÚF hvørki máttu haldast og enn minni verða partísk ella subjektiv.

Men tíverri er hetta ein farin tíð hvat íð aktualitetsdeildini viðvíkur. Nýggir leiðarar og starvsfólk hava verið, har nøkur av teimum hava havt eitt heilt annað sýni upp á, hvussu útvarp og sjónvarp skal gerast ella kanska rættari brúkast til. Hetta hevur ført við sær, at trúvirðið upp á sera stutta tíð er heilt fokið.

Vit hoyra dagliga í KvF, at fólk ikki vilja gera bandaðar samrøður við KvF, og skyldast hetta, at hesi fólk ikki hava álit á klippi og klistringini hjá tíðindafólkunum, soleiðis, at tað meiri enn so kann henda, at samrøðurnar fáa ein heilt annan týdning.

Eisini eru politikarar frammi við alskins uppskotum um, hvussu bilbukt skal fáast við hesum alment fíggjaða miðlamastodonti, sum enntá hevur public service-skyldur. Uppskot sum eftirlitsnevnd, uppbýti í tvær tíðindadeildir, stovnseting av einum alment fíggjaðum miðli afturat osfr.

Men í øllum hesum ruðuleikanum av sjálvsskaptum misáliti, kom vónin endiliga við nýggja stjóranum, sum skjótt byrjaði at rudda upp í úrskógini av meiri og minni partískum tíðindaflutningi og sokallaðum dokumentarsendingum (kallað avdúkandi journalistikkur, men sum meiri er at kalla partapolitiskt heftur aktivistiskur journalistikkur) og har sjálv tíðindaleiðarin fekk uppsøgn – samheiti ella synonym við forfall KvF's?

Í Sosialinum seinasta vikuskifti hevur uppsagdi tíðindaleiðarin eina heila opnu um síni ynskir um, hvussu sendingar KvF's skulu vera. Kann tað hugsast, at hon, sum tøkk fyri sín leiklut at fáa núverandi samgongu framat í Tinganesi hevur fingið kæruna um uppsøgnina gingna á møti og verður sett aftur politiskt?

Um hetta verður tilfellið og hon skal skilja millum ”skrambul” og ”dygd”, sum hon tekur til, so fer forfallið hjá aktualitetsdeildini hjá KvF uttan iva at halda fram.

Johan Petersen


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi