Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Tey ˮríkuˮ guldu dupult so nógvan skatt í 2016 (við 40% flattskatti) enn í 2011 (við 60% toppskatti)

Andøvsløtan | 11/03-2018 23:00

Persónar við háinntøkum guldu kommunum og landi dupult so nógvan skatt í 2016, altso 5 ár eftir, at 40% flatskattur varð innførdur, enn tá skattaprosentið var 60% fram til og við 2011. Tað vísa skattatøl hjá Taks fyri 2011 og 2016.

Lágur topp- (ella marginal)skattur ger, at hitt almenna fær størri skattainntøku frá fólki við høgum inntøkum (teim “ríku”), enn tað fær við høgum marginalum (ella topp) skattaprosenti. Tað vísa hagtøl í fleiri londum.

Eitt dømi er skattareformurin hjá John F. Kennedy (D) í 1963 og hjá Ronald Reagan (R) í 1982, úr 50% niður í 28%, tá topp 1% av háinntøkufólki guldu amerikanska statinum 3 ferðir meiri í inntøku skatti í 1988 enn í 1982.

Øvugt sóu vit, at landskassin fekk júst somu skattainntøku frá øllum landsins skattgjaldarum í 1995 við 70% marginalskatti, sum hann fekk við 60% margin-alskatti í 1993, tá Tjóðveldi hækkaði marginalskattin, ið køvdi okkara vinnulív við skatti og avgjøldum. BTÚ-ið lækkaði 25%, og arbeiðsloysið fór upp í 25%.

Ein orsøk er ivaleyst, at fleiri fólk hava hug til at arbeiða eyka, tí at tey behalda meiri av sínum eyka avriki, yvirtíð o.t., og hitt almenna tekur minni part av eyka inntøkuni frá teimum, enn tá skattaprosentið er høgt.

Hetta er galdandi fyri Føroyar eisini. Gott dømi er, tá partafelagsskatturin øll 1980-árini var 49%, og alt vinnulív Føroya, bankarnir íroknaðir, ofta rindaði undir 100 mió kr í skatti árliga. Í dag rindar vinnan 500 mió kr, t.e. 5 ferðir meiri við 18% pf-skatti, enn tá skattaprosentið var 49%.  

Aftur til føroysk skattatøl frá Taks fyri 2011, tá marginala skattaprosentið var 60%, og 2016, seinasta árið við lidnum skattatølum, tá toppskatturin var 40%.

Í 2016 skattaðu 607 persónar við inntøku yvir 1 mió kr 40%. Í 2011 høvdu bert hálvt so nógvir persónar, 330, inntøku yvir 1 mió kr, ið varð skattað 60%.

Teir 607 persónarnir rindaðu kommunum og landi íalt 325 mió kr í 2016 við 40% flatskatti, enn teir 330 skattgjaldararnir rindaðu tí almenna í 2011 við 60% toppskatti. Talið á fólki við høgum inntøkum fjølgast, og teirra samlaðu skattainngjøld hækka, tá marginalskattatrýsið er lágt, enn tá tað er høgt.

Sama er galdandi, altso jú hægri skattaprosent, jú lægri proveny til kommunur og land, og øvugt, um vit fara longri niður í inntøkustigan, t.d. 700.000 kr.

1.579 persónar tjentu yvir 700.000 kr í 2016, næstan dupult so nógv sum tey 839 fólkini, ið høvdu ársinntøku oman fyri 700.000 kr í 2011.

Fólk við so góðari inntøku eru eitt nú læknar, tannlæknar, sakførarar, nakrir almennir stjórar, skiparar, maskinmenn, nakrir oljumenn, onkur hendinga handilsmaður, ja enntá onkur heilárs fiskimaður við góðum fiskiskipum, ráðgevandi verkfrøðingur og arkitektur, grannskoðarar osfrv.

Í 2011 rindaðu hesir 839 persónar við yvir 700.000 kr í inntøku kommunu- og landskassa íalt 376 mió kr. Tá var marginalskatturin sum kunnugt 60%.

5 ár seinni, í 2016, tá flatskatturin var 40%, rindaðu tey 1.579 fólkini við yvir 700.000 kr í ársinntøku 616 mió kr, t.e. næstan dupult so stóra almenna skattainntøku til land og kommunur, sum teir 839 skattgjaldararnir í 2011.

Tað merkir, at ikki bert tjena dupult so nógv fólk +700.000 kr, tá 40% flatskatturin hevur 5 ár á baki. Men tey gjalda eisini landi og kommunum dupult so nógvan skatt, enn tá ið marginalskatturin var 60%.

Øvundarfólk føra sum vant fram, at tey, ið tjena nógv, hava meiri eftir aftan á skatt, tá skattatrýstið er lágt, enn tá tað er høgt. Men so hevur altíð verið.

Tann, ið hevur góða útbúgving, ið er nógv eftirspurd, ella hon/hann arbeiðir hart, langar tímar, er uppfinnsom/samur og dugnalig/ur, tjenar vanliga meiri enn tann, ið arbeiðir fastar tíðir eftir sáttmála í tryggum starvi.

Ivast nakar í, hví sosialistiska samgongan ikki hevur rørt 40% flatskattin ella forskatting av pensjónum, so liggur eitt svar í tí, at kommunu- og landskassin fáa meiri skattainntøku, og tey dugnaligastu og raskastu eiga meir eftir tá skattatrýstið er lágt, helst flatskattur, tá tey vita, at tey eiga 60 kr eftir av síðst tjenta 100-krónuseðlinum, og hitt almenna tekur 40 kr heldur enn øvugt.

Hvør tímir at stríðast yvir orku og yvir evni uttan fyri vanliga arbeiðstíð, tá hon/hann bert eiga 40 kr eftir av tí síðst tjenta 100-krónuseðlinum?

Hetta seinna býti er vanlig sosialisma, og hvør vil hana uttan øvundafólk?


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Mest lisið í farnu viku
Menningarkvotan í Vestmanna í vanda
Segði Rigmor Dam ov nógv um tíðindaleiðaran?
Prát við Jóan Paula í Geil
Fuglafjarðarsendingin (3) - 20. sept. 2018
Jónfinn valdur til " ársins Vestmenning ", er staddur í Mauritania
Vestmannadagar: Veðrar úr Góðmansskor á uppboðsølu - veðrur fór fyri  6.500 kr
Kristin Michelsen misnøgdur við raðfesting­ina av tunlum
Góður gongutúrur í gjár - "Vestmannadagar" halda fram í dag
Metis - Øll sendingin - 18. september 2018
750.000 laksar deyðir í Sundalagnum
Ferjuætlan fyri Føroyar
Samhaldsfasti hækkar 1.045 kr. Lands/­kommunukassar fáa 1.070 kr
Semja við handverkarafeløgini
Spreinging á Rókini 20/­9-18
Finskur ráðharri í politiskum ódnarveðri tí hann hevur mótmælt fosturtøku
Opið bræv til Føroya Landsstýri og Føroya Løgting
Hugnaløtan (34) - Gestur: Jeffri Johannesen
Hava funnið Endeavour hjá James Cook
Vespureiðrið (90) - 24. sept 2018
Menningar­kvotur kunnu misbrúk­ast uttan avleiðingar
Fyrispurn­ingur til Sirið Steenberg, um álvarsligar avleiðingar av hjúnabands­lógini
R7: Fuglafjarðarsendingin beinleiðis í dag klokkan 15.00 til 17.00
John William Joensen: Góði Mikkjal & Co, vælsignaðir hølvi HB av!
Tvístøða (39) - Øll sendingin
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi