Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Junker hóttir Trump: ES klárt til tollkríggj móti USA

Andøvsløtan | 11/03-2018 21:30

Eg eri ein av tí skjótt vaksandi fjøld av fólki, ið eru farin at biðja fyri, at Trump við Harrans leiðslu og vegleiðing bjargar USA og Vesturheiminum undan tí undirgangi og sjálvmorði, ið eitt nú Democrats í USA og vinstravongurin í ES virka fyri, tá teir tvinga mió av mexikanum inn í USA og islamum inn í Evropa.

Donald Trump er óræddur, ja ofta gjøðin (onkur vildi enntá sagt dramblátin) maður, tá hann fettir sær á, nú móti Norðurkorea, so móti Kina og síðan móti heiminum annars við verjutolli, 10% á alumin- og 25% á innfluttum stáli í USA

Skattaábótin var eitt bragd, sum við avregulering av vinnuni 1. stjórnarárið longu hevur givið USA dupult so stóran búskaparvøkstur sum undir Obama.

Men tá Trump nú við verjutolli roynir at halda vallyfti síni til verkafólkið í USA og roynir at bjarga amerikanskum ídnaðar- og vinnuvirkjum, ivast mong.

Konservativir og búskaparpolitiskt frílyntir republikanar óttast mest verjutoll og vísa til Smoot-Hawley verjutollin í 1931, sum - eftir at onnur lond hækkaðu sínar tollmúrar tilsvarandi - minkaði heimshandilin 90%, so kreppan dýptist.

Gary Cohn, Stephen More og Arthur Laffer, ráðgevar Trumps í skattaábótini, fordøma toll, ið virkar sum skattur. Cohn hevur nú sagt upp í Hvítu Húsunum.

Kanada og Mexico sum NATFA-limir mótmæla alumin- og stáltollinum, sum rakar teir hart. Kina er stórfirtið. Stjórnin í Peking skuldi tagt, tí kommunistum líkt hava teir snítt og svikað við upphavsrætti, gjaldoyra og studningi leingi.

USA hevur roynt at hjálpa og verið boksibóltur í handli við flestu av heimsins londum. USA hevur drigið risa skuld á seg fyri at keypa tollfrítt allastaðni.

Nú boðaði Jean-Claude Juncker frá, at ES leggur toll á útvaldar vørur úr USA, H-D motorsúkklur, whisky, majs, stál, cowboy-buksur, smyrls o.a., sum rakar statirnar hjá fremstu republikansku politikararunum í Kongressini. Sniðfundigt.

Svenski fors.ráðharrin, Stefan Løfven, vitjaði Trump í vikuni, helst fyri at mæla frá, at Trump í triðja leiki leggur toll á svenska framleiðslu, Volvo, Saab o.a.

Men Trump er snúin, satsar hart og vil helst fáa betri avtalur við handilslond hjá USA, ið yvirhøvur tolla amerikanskar vørur harðari enn øvugt. Slættari leikvøllur fyri báðar partar er mál Trumps. Vónandi eingin orsøk til panikk enn.


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Countryrøddin hjá Alex er tagnað her
Prát við Virgar Dalsgaard
Prát við Virgar Dalsgaard
Sjúrður Højgaard við umbygdum barnavogni - allar Føroyar fáa vitjan
Bussur útav
Vit mugu tora at standa við okkara sannføring
Pól Huus Sólstein hugleiðir
Nýggju plakatir­nar hjá Suffiu Nón eru komnar í handlarnar
Summar­ungdómsmøtir í Havn 2018
Tað villasta eg havi upplivað - hetta var heilt fantastiskt
Nærum liðugt við Grótbrúgv
Ein samandráttur frá Runutusk2018 - VIDEO
Mál útloysti jarðskjálvta
Flottir eru teir -myndatema
Klaksvíkar Býráð fer í dag at viðgera Sjósavnið
Vespureiðrið (81) - 18. juni 2018
Víkingur ynskir sær HJK Helsinki - bolt.fo
Prestur letur kaffistovu upp
Hagtøl geva ábending um at fiskimenn hava rætt
Ruth inn av seinasta túrinum fyri summar­feriuna
Øll hini máli­­ni eru avgreidd frá tinginum
Hugnaløtan (25) - Gestur: Alfred Olsen
Samrøður frá Countryfestivali­num 2018
Jacob Vestergaard: Ótryggleikin í føroysku fiski­vinnuni veksur fyri hvønn dag
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi