Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Merkel grulvar upp í kanslarastólin við sosialdemokratiskari høkju

Andøvsløtan | 11/03-2018 18:43

Týskland hevur havt stjórnarloysi, “interregnum”, í 5 mánaðir. Nú hava báðir stóru týsku flokkarnir, CDU/CSU og SPD, skipað stjórn – helst av ræðslu fyri alternativinum. Merkel er grulvað upp í kanslarastólin við SPD sum høkju.

Størsti flokkur Týsklands, tann borgarligi hjá Merkel, datt úr 41% niður í 32%  (- 9%) til valið í september, og javnaðurin SPD misti 6%, nú 21%. Orsøkin var einfalt, at týskir veljarar hildu um nøsina, tá teir atkvøddu Merkel og Schmidt seinast, tí teir væntaðu ikki, at tey Grønu (9%), AfD (16%) ella Vinstri (9%) kundu brúkast í eini arbeiðsførari stjórn. (Liberali FDP við 11% valdi frá).

Jú, tí at týsk hampafólk vamlast við teir báðar stóru flokkarnar, Merkel fúlast, tí hon tvingaði 1,2 mió muslimskar analfabetiskar barbarar inn á Týskland. Hon hevur nústaðni umborið fyri avvarandi, at ein islamur drap 12 fólk í 2016.

Bæði CDU/CSU og SPD ræddust veljaranna vreiði, um nýval bleiv nú. Báðir flokkar eru kámir skuggar av tí, teir vóru fyri 4 árum síðan. Íalt mistu teir 15%.

Í SPD valdu 66% av flokslimunum at skipa stjórn aftur. 34% søgdu nei. 78% tóku lut í atkvøðugreiðsluni. CDU/CSU vóru meiri sinnað at stjórna aftur.

Macron og topparnir í Brussel andaðu lættan, nú teir aftur fáa Týskland at stuðla Evropa at gera sjálvmorð við markleysari avkristnan og islamisering.

Aftur til SPD, ið fekk nýggjan leiðara, eina forkvinnu, á sama landsfundi, har henda 47 ára gamla Andrea Nales, dóttir ein múrara, og flokslimur síðan hon var tannáringur, reisti seg úr sæti, helt eina brandrøðu og yvirtalaði teir 600 SPD umboðslimirnar at góðtaka eina 2-flokkastjórn, tí einki alternativ er.

Greinarar halda, at fyrri floksformaðurin, Martin Schultz, ikki hevði klárað tað, og so hevði verið ruðuleiki í týdningarmesta ES-landinum við størsta búskapi.

Nú hava báðir teir stóru týsku flokkarnir kvinnuligar leiðarar. Av tí at kvinnur eru “bleytari” (meiri “umsorgarfullar”) og minni ideologiskar, uttan tað er at slingra út í vinstra borð, vænta týskarar, at fleiri islamar esja inn í Týskland.

Tá SPD fór í stjórn við CDU/CSU, minkaði undirtøkan fyri SPD niður í 16%, tað lægsta síðan floksins stovnan, og AfD vaks upp í 15% í somu kanning. Nýggir kveistrar sópa best. So helst eisini við nýggju forkvinnuni. Men við fallandi undirtøku og sama politikki vænta fók, at útlitið hjá SPD er ikki bjart.  


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Countryrøddin hjá Alex er tagnað her
Prát við Virgar Dalsgaard
Prát við Virgar Dalsgaard
Sjúrður Højgaard við umbygdum barnavogni - allar Føroyar fáa vitjan
Bussur útav
Vit mugu tora at standa við okkara sannføring
Pól Huus Sólstein hugleiðir
Nýggju plakatir­nar hjá Suffiu Nón eru komnar í handlarnar
Summar­ungdómsmøtir í Havn 2018
Tað villasta eg havi upplivað - hetta var heilt fantastiskt
Nærum liðugt við Grótbrúgv
Ein samandráttur frá Runutusk2018 - VIDEO
Mál útloysti jarðskjálvta
Flottir eru teir -myndatema
Klaksvíkar Býráð fer í dag at viðgera Sjósavnið
Vespureiðrið (81) - 18. juni 2018
Víkingur ynskir sær HJK Helsinki - bolt.fo
Prestur letur kaffistovu upp
Hagtøl geva ábending um at fiskimenn hava rætt
Ruth inn av seinasta túrinum fyri summar­feriuna
Øll hini máli­­ni eru avgreidd frá tinginum
Hugnaløtan (25) - Gestur: Alfred Olsen
Samrøður frá Countryfestivali­num 2018
Jacob Vestergaard: Ótryggleikin í føroysku fiski­vinnuni veksur fyri hvønn dag
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi