Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Eitt vælkent andlit hvørvur úr politikki

Andøvsløtan | 11/03-2018 22:30

Eftir 34 ár í fremstu røð í írskum, norðurírskum og bretskum politikki leggur Gerry Adams frá sær eftir næsta val.

Adams hevur verið valdur í parlamentið í Stormont í Belfast og Dail í Dublin fyri Sinn Fein, írska republikanska flokkin, og hevur verið floksleiðari leingi. Í Belfast hevur Sinn Fein 27 av 90 og í Dublin bert 14 av 166 limum íalt.

Sinn Fein  er vinstrahallur tjóðskaparflokkur, hvørs evsta mál er at leggja tann minna partin av írsku oynni, Norðurírland ella Ulster, saman við tí størra sunnara partinum, ið fekk sjálvstýri í 1921 og seinni Írska Lýðveldið.

Norðurírland helt fram sum partur av Bretlandi eftir írska sjálvstýrið í 1921,

Toluliga friðarligt var á markinum millum Írland og Norðurírland til seinast í 1960-árunum, tá “trupulleikarnir” (The Troubles) brustu á millum partarnar.

Hesin ófriður var partur av ungdómsuppreistrinum í 1969. Nógvar útlendskar rumbulskreftir gjørdu u seg, og peningur fleyt inn til Sinn Fein og hansara vápnaðu deild, IRA (vápnaðu deild floksins) eisini frá írum uttanlands.

Gerry Adams er ofta ákærdur fyri at taka loyniligan lut í tí yvirgangsvirksemi, ið hevur kostað 100-tals mannalív serliga í Ulster, har kríggj var millum PIRA og protestantar, ið bardust ímóti, at Ulster bleiv partur av Írlandi.

Men ongantíð er rættarliga prógvað, at Adams var aktivur í IRA ella sekur í drápum millum vápnaðar katolikkar og protestantar norðanfyri.

Tá kommunisman fall, broyttist so nógv. Eitt nú gavst baskiska ETA og írska IRA at stríðast ímóti fólkaviljanum í Baskaralandinum og í Norðurírlandi.

Tá Kreml gavst at fíggja vinstrahallar yvirgangs- og uppreistrarbólkar í Vestanlondum, “brast friður á” ymsastaðni, og Gerry Adams var virkin í tí friðaravtalu, sum hevur merkt írskan politikk, til samstarvið endaði í fjør.

69 ára gamli Adams hevur víst aftur at stilla upp til írska forsetavalið komandi, ið hevði givið honum ein formellan og minni týðandi politiskan leiklut í Dublin.

Adams gevst bæði í Ulster og í Írlandi. Í hansara stað stillar varakvinnan Mary Lou McDonald upp, ið helst gerst forkvinna republikanska floksins.


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Countryrøddin hjá Alex er tagnað her
Prát við Virgar Dalsgaard
Prát við Virgar Dalsgaard
Vit mugu tora at standa við okkara sannføring
Country sunnudags­skúli á Stakka í Sørvági
Tað villasta eg havi upplivað - hetta var heilt fantastiskt
Nýggju plakatir­nar hjá Suffiu Nón eru komnar í handlarnar
Pól Huus Sólstein hugleiðir
Nærum liðugt við Grótbrúgv
Ein samandráttur frá Runutusk2018 - VIDEO
Bussur útav
Mál útloysti jarðskjálvta
Sjúrður Højgaard við umbygdum barnavogni - allar Føroyar fáa vitjan
Klaksvíkar Býráð fer í dag at viðgera Sjósavnið
Hvat nú um tú tekur feil viðvíkj­andi fosturtøku?
Vespureiðrið (81) - 18. juni 2018
Summar­ungdómsmøtir í Havn 2018
Víkingur ynskir sær HJK Helsinki - bolt.fo
Flottir eru teir -myndatema
Myndir frá Country og Blues festivali­num - leygarkvøld í Sørvági.
Samrøður frá Countryfestivali­num 2018
Øll hini máli­­ni eru avgreidd frá tinginum
Jacob Vestergaard: Ótryggleikin í føroysku fiski­vinnuni veksur fyri hvønn dag
Ruth inn av seinasta túrinum fyri summar­feriuna
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi