Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Ein sólskinssøga eftir “holocaust” og “gulag”

Andøvsløtan | 11/03-2018 18:00

102 ára gamli jødin, Eliahu Pietruszka, sum yvirlivdi holocaust, helt seg vera einasti limur i familjuni, ið yvirlivdi nazistisku jødatýningina. Men so var ikki.

Fyri ársskiftið hitti hann nevniliga tann nú 66 ára gamla bróðurson sín.

Bróðirin æt Volk og kláraði at flýggja úr ghettoini í Warshawa, haðani eldri beiggin, Eliahu, slapp til rýmingar longu í 1939, stutt áðrenn Volf flýddi.

Teir vistu ikki av hvør øðrum, men báðir vóru sannførdir um, at bróðurin var deyður. Báðir høvdu roynt eftir kríggið at funnið skyldfólk aftur, men til fánýtis.

Eliahu eydnaðist at sleppa til Ísrael, har hann hevur livað og syrgt familju sína, sum hann helt var týnd til seinasta mann í deyðslegum nazistanna.

Volk flýddi úr Warshawa og endaði í sovjetiskum fangaskapi. Løgreglan hjá Stalin hevði sent henda pólska jødan í gulag, t.e. í fangalegu í Sibiria. Tað mundi stundum vera minni munur á, hvar tað var frægari at vera jødi, í Nazitýsklandi ella í Sovjet, ið var eitt lokað land, haðan eingin slapp út.

Seint í fjør frætti Eliahu í Ísrael, at bróðirin Volk hevði yvirlivað kríggj og gulag og livdi líka til 2011. Eliahu fann so eina slóð til russiska bróðursonin.

Stutt fyri jól kom so sonur Volk, ið nú er 66 ár, til Ísraels at vitja farbróður sín, Eliahu. Tað var ein kensluborin løta, tá skyldmenninir hittust. Báðir grótu.

“Tú ert sum drigin úr tonnunum á bróður, ið eg minnist so ljóslivandi sum ungling,” segði 102-ára gamli Eliahu, tá skyldmenninir hálsfevndust.

“Eg havi ikki fingið blund í eyguni í tvær nætur, meðan eg havi bíðað eftir, at tú skuldi koma til Ísraels at vitja meg,” segði tann ovurfegni farbróðirin um endiliga at hava hitt bróðursonin, hin einasta eftir á lívi av allari familjuni.


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Mest lisið í farnu viku
Menningarkvotan í Vestmanna í vanda
Segði Rigmor Dam ov nógv um tíðindaleiðaran?
Prát við Jóan Paula í Geil
Fuglafjarðarsendingin (3) - 20. sept. 2018
Jónfinn valdur til " ársins Vestmenning ", er staddur í Mauritania
Vestmannadagar: Veðrar úr Góðmansskor á uppboðsølu - veðrur fór fyri  6.500 kr
Kristin Michelsen misnøgdur við raðfesting­ina av tunlum
Góður gongutúrur í gjár - "Vestmannadagar" halda fram í dag
Metis - Øll sendingin - 18. september 2018
750.000 laksar deyðir í Sundalagnum
Ferjuætlan fyri Føroyar
Samhaldsfasti hækkar 1.045 kr. Lands/­kommunukassar fáa 1.070 kr
Semja við handverkarafeløgini
Spreinging á Rókini 20/­9-18
Finskur ráðharri í politiskum ódnarveðri tí hann hevur mótmælt fosturtøku
Opið bræv til Føroya Landsstýri og Føroya Løgting
Hugnaløtan (34) - Gestur: Jeffri Johannesen
Hava funnið Endeavour hjá James Cook
Vespureiðrið (90) - 24. sept 2018
Menningar­kvotur kunnu misbrúk­ast uttan avleiðingar
Fyrispurn­ingur til Sirið Steenberg, um álvarsligar avleiðingar av hjúnabands­lógini
R7: Fuglafjarðarsendingin beinleiðis í dag klokkan 15.00 til 17.00
John William Joensen: Góði Mikkjal & Co, vælsignaðir hølvi HB av!
Tvístøða (39) - Øll sendingin
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi