Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Eitt reytt (ES) pass er vert 22.000 kr á svarta marknaðinum

Andøvsløtan | 11/03-2018 15:30

Eitt reytt ES pass er helst virðismesta einstaka ogn hjá fleiri ES-borgarum og tí eisini hjá fleiri av teim 80% av føroyingum, ið hava reytt (danskt) pass.

Men ES-passið verður bert vert 22.000 kr, tá tað fellur í skeivar hendur. Fyri ein islamskan yvirgangsmann ella annan brotsmann er eitt danskt pass gull vert, tí tað gevur honum visumfrítt at fara í 160 londum, skrivar Berlingske Tidende frá Anju Dalgaard Nielsen, leiðara í Forsvarsakademiets Institut for Strategi við tilknýti til Stanford University.

Fyrr stóð Andersen, Dalsager e.t. sum eftirnavn í einum donskum passi. Men í dag eru so nógvir útlendingar danskir borgarar, at eingin í heimsins mongu passeftirlitum lyftir aðrari eygnabrúnni, tá Al’libi ella Skidelski stendur undir eini brúnari andlitsmynd, ið kundi havt uppruna í hvørjum sum helst pestholi.

Síðan 2010 eru 226.311 donsk pass mist burtur, og bert 61.399 eru komin afturíaftur. Bert í 2015 hvurvu 43.818 donsk pass! Vit tosa altso um netto 160.000 donsk pass, ið eru horvin síðan 2010, samlað virði 3,5 mia/k svart.

Hví, spyr onkur? Jú av ósketni, gloymsku, ella tí eigarin kanska í penganeyð hevur selt sítt pass svart á netinum. Passið er tískil fallið í ránsmannahendur.

Danskt (ES-) pass er tað 3. virðismesta passið í heiminum, tí handhavarin sleppur uttan visum til 160 lond og útaftur. Mest verda passið er tað hjá Singapore og Suðurkorea, ið gevur visumfría atgongd til 162 lond. So týsk og japansk pass, ið opna dyrnar til 161 lond. USA og Kanada liggja á 5. plássi eftir Danmark við atgongd til 158 lond, (stendur í passportindex á netinum).

Trump-stjórnin hevur knasað henda islamska drápsmannaherin í Irak og Sýria. Flestu ISIS-menn eru farnir heimaftur til tey lond, ið hava givið teimum borgararætt. “Nú flúgva 35.000 ISIS drápsmenn við m.a. donskum passi undir radaranum hjá landanna løgreglum,” sum Ríkisløgreglan sigur við Berlingske.

Tað er gott, at vit halda fast í plastkortinum í lummanum, tá vit eru úti millum fólk ella burturi og ferðast. Men flestu kort kunnu sperrast, tá eigarin ella onkur tjóvur hevur tikið túsund ella 2.000 kr út innan fyri somu 24 tímar.

Men kortið er lítið at missa sammett við eitt pass við 22.000 kr í svørtum virði. Tað er ikki uttan grund, at 160.000 donsk pass eru horvin bert farnu 8 árini.


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Samrøða: Bjarni Arnason um føroysku fiski­vinnuna
Fakta kekking av Ingolf S. Olsen
Magnus Heinason gjørdi bummtúr eftir toski
Vespureiðrið (100) - 18. mars 2019
EFTIRSKÚLI Á TVØROYRI Í AUGUST
Hugnaløtan (54) - Gestur: Hjalgrím Davidsen
So kom Markus
Tí eigur onkur at steðga verandi ætlanum, áðrenn stórskaðin hendir.
"Kom á 2069!" (52) - 15. mar 2019
Skulu frysta kalvan umborð
Komið øll við (3) - Gestur: Uni Árting, um dart - 14. mars 2019
Dómadagsmiðlar og politikarar siga eitt, veruleiki sigur annað
Prát við Rigmor Dam, fyrrv. mentamála­ráð­harra
Toskurin ferðast
Álvara Kaj Leo, meinar tú tað? Einki er meira veruleikafjart.
Hvast orðaskifti á tingi um Lands­bankan
Samkynda forkvinnan hjá skotsku konservativu júst fingið barn
Komið øll við (3) - Gestur: Jógvan Skorheim - 14. mars 2019
Normenn fingu rættuliga stóran tosk
Sendið boð eftir fráfarna stjóranum
Rák (37) Barna­rættindadagar 2019 vísa hvar barna­rættindi verða brotin í Føroyum
Hjalmar Zachariassen; Fólksins ogn
Hjálparfólka­felagið og Betri hava kunningarfund
Fyrsta flagið er loyst fyri eini risastórari verkætlan við eigaraíbúðum í Vesturbý­num í Havn
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi