Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Milliardingurin Pinera vendir aftur sum forseti í Kili

Andøvsløtan | 11/03-2018 18:21

Kili er so borgarligt og frílynt, at fólkið har hevur júst valt ein dugnaligan vinnulívsmann og milliarding, Sebastian Pinera, til forseta næstu 4 árini.

Kili er tað landið í Suðuramerika, ið riggar eina best, tryggjar sínum borgarum mesta persónliga, skattliga, rættaliga, sosiala, miðla og vinnuliga frælsi. Tí hevur Kili skjótasta búskaparvøkstur og sosiala framburð í heimspartinum.

Tað átti eisini at bøtt um møguleikarnar hjá Kili, at ein rættiliga fittur partur av kilenska fólkinum eru av týskum uppruna. Týskarar eru jú nakað fyri seg.  

Búskapargongdin í Kili hevur verið góð, líka síðan Pinochet var forseti. Hann legði frá sær í 1989, tá hann eftir fólkaatkvøðu ikki slapp at stilla uppaftur.

Pinera vann hetta forsetavalið við tryggum meiriluta, 55% av atkvøðunum. Vinstrahalla mótvalevni hansara, Alejandro Guillier, fekk stuðul frá bert 45%.

Sebastian Pinera er væl kendur og lýddur í kilenskum politikki. Hann var forseti frá 2010-2014. Tá var stór framgongd í Kili, og hann fekk heiðurin fyri tað. Kilenar vildu fegin hava Pinera aftur eftir fyrra valskeið. Men kilenska stýrisskipanin forðar einum politikara at vera forseti 2 valskeið á rað.

Sum tann lýdni demokratur, milliardingurin er, bíðaði Pinera eitt valskeið, til hann nú hevði loyvi at stilla uppaftur. Hann er nú 58 ára gamal.

Valstríðið var hart, tí sosialistiska valevnið, Alejandro Guillier, fanst at tí høgravendi Pinera, tí hann er ríkmaður og sostatt óskikkaður til at stjórna einum fólkastýri. Men fólkið var ósamt við sosialistin og valdi milliardingin.

Pinera var nú heldur ikki mjúkur við vinstrahalla mótvalevnið og sammetti Guillier við politisku fyrimynd hansara Nicolas Maduro, ið hevur koyrt fyrr so ríka oljulandið Venezuela í knús við berari sosialismu, so har er hungursneyð.

Pinera hevur lovað at seta gongd aftur á tann stirvnaða kilenska búskapin, og fólk vita av royndum, at tey kunnu líta á hann.

Ein borgarligur stjórnarleiðari er í tráð við tíðarandan har á leiðini, tí grannalondini hjá Kili, Brazil, Argentina og Peru, hava nýliga valt høgravendar forsetar, tí teirra vinstrahallu undanmenn hava verið vanlukkuligir fyri londini, ið teir hava vanstýrt. Allir eru ákærdir fyri mutur og nakrir fingið dóm.


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Mest lisið í farnu viku
Menningarkvotan í Vestmanna í vanda
Segði Rigmor Dam ov nógv um tíðindaleiðaran?
Prát við Jóan Paula í Geil
Fuglafjarðarsendingin (3) - 20. sept. 2018
Jónfinn valdur til " ársins Vestmenning ", er staddur í Mauritania
Vestmannadagar: Veðrar úr Góðmansskor á uppboðsølu - veðrur fór fyri  6.500 kr
Kristin Michelsen misnøgdur við raðfesting­ina av tunlum
Góður gongutúrur í gjár - "Vestmannadagar" halda fram í dag
Metis - Øll sendingin - 18. september 2018
750.000 laksar deyðir í Sundalagnum
Ferjuætlan fyri Føroyar
Samhaldsfasti hækkar 1.045 kr. Lands/­kommunukassar fáa 1.070 kr
Semja við handverkarafeløgini
Spreinging á Rókini 20/­9-18
Finskur ráðharri í politiskum ódnarveðri tí hann hevur mótmælt fosturtøku
Opið bræv til Føroya Landsstýri og Føroya Løgting
Hugnaløtan (34) - Gestur: Jeffri Johannesen
Hava funnið Endeavour hjá James Cook
Vespureiðrið (90) - 24. sept 2018
Menningar­kvotur kunnu misbrúk­ast uttan avleiðingar
Fyrispurn­ingur til Sirið Steenberg, um álvarsligar avleiðingar av hjúnabands­lógini
R7: Fuglafjarðarsendingin beinleiðis í dag klokkan 15.00 til 17.00
John William Joensen: Góði Mikkjal & Co, vælsignaðir hølvi HB av!
Tvístøða (39) - Øll sendingin
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi