Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

100.000 fólk færri fluttu til og úr Bretlandi í fjør, sammett við 2016

Andøvsløtan | 12/03-2018 09:00

Brexit hevur so ella so ávirkað bretsku netto fólkaflytingina við 100.000 færri fólkum frá 2016 til 2017.

Tølini eru hesi: Í 2017 fluttu 100.000 fólk færri til og úr Bretlandi enn árið fyri.

Samanlagt fluttu 230.000 fólk báðar vegir í fjør móti 336.000 í 2016, upplýsir bretska Hagstovan, ONS (Office for National Statistics) fyri miðlunum.

Bert 80.000 fólk fluttu til Bretlands í fjør, meðan 342.000 fluttu úr Bretlandi, so Bretland misti eini 250.000 fólk, harav tey flestu eyðvitað útlendingar.

So teir mongu bretar, ið atkvøddu fyri Brexit fyri at tálma útlendsku tilflytingini til Bretlands, kunnu fegnast yvir, at tað hevur eydnast teimum at reka nakrar av útlendingunum úr Bretlandi, ið tey hildu tóku arbeiði frá bretum.

Spurningurin er, hvørji fólkasløg flyta úr Bretlandi eftir Brexit, og hvørji flyta til.

Alt bendir á, at muslimar úr Miðeystri og Afrika, ið hava tust inn í Bretland farnu 20 árini, eru ikki farnir avstað aftur. Hví skuldu tey eisini tað, tá tey eru komin til Evropa fyri at dusa sær í sosialkøssunum her og ikki fyri at fara til arbeiðis í nýggju heimlondunum og geva sítt íkast til búskapirnar her.

Alt evropeiskt, tey eru komin til, er frægari enn muslimski vesaladømið, tey eru rýmd frá (fyri síðan at innføra Sharia í ES og beina fyri okkara londum).

Av teimum, ið fluttu burtur, vóru 123.000 fólk ES-borgarar, tað mesta, ið er flutt úr Bretlandi til ES síðan 2008.

Bretska Hagstovan leggur aftrat, at orsøkin til fallandi talið á fólki, ið flyta til og frá, skyldast minkandi arbeiðsmøguleikum í Bretlandi, hækkandi útboð av arbeiði í ES, fallandi virðið á bretska sterling pundinum móti Evruni.

Tað merkir so aftur, at tilflutt arbeiðsfólk í Bretlandi – kanska serliga úr Eysturevropa  - ikki tjena so nógv longur í Bretlandi til at senda heimaftur.

Ein onnur orsøk er óvissan um búskaparútlitini hjá Bretlandi eftir Brexit.

Tað ljóðar, at í Landnyrðings- og Útnyrðingsonglandi rakar Brexit búskapin meinast, júst har flestu verkafólk atkvøddu fyri, at Bretland skuldi úr ES.


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Mest lisið í farnu viku
Borgar­stjó­rin í Runavíkar býráð er ikki Tórbjørn Jacobsen á Glyvrum, hetta sigur Tobbi við R7
Jógvan Páll Lassen: Lat SEV selja bensin og olju
Eiga at halda fast við tálmandi rúsdrekka­politikkin
Sonni hevur Volvo "virus "
Kleptoman-landskassi
Rák (27) Damudomi um sexismu í almanna rúminum
"Kom á 2069!" (42) - 7. des 2018
Glasir!
Tvístøða (49) - "Mín besti vinmaður hevur kvett sambandi við meg!"
R7 Premier League (29) - 10. des 2018
Fuglafjarðarsendingin (14) - 06. des. 2018
Novembervitjan í Suðuroy - møtir og bíbliuskeið
NOVA úr Suðuroynni (33) - 10. des 2018
Her verða allar gátur loystar
Tvístøða (49) - Øll sendingin
Tvístøða (49) - "Eingin hevur ábyrgdina av teimum, ið ikki finna bústað!"
Tíðindi klokkan 12
Janus Rein og Brandur Ellingsgaard: Nýtt advokat­felag byrjar í Føroyum
Heilsustøðan hjá Anne Graham Lotz - ferðin gjøgnum Skuggadalin longri enn væntað!
Rúni Jacobsen klakti eggini undir síni egnu dýnu
Kristilig Tíðindi (77) - Kristiliga tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus
Metis - Øll sendingin - 11. desember 2018
Tíðindi klokkan 17
Sølutiltak hjá Leirkeri­num - fleiri enn 100 bøkur!
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi