Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

90 ára Oscar-handanin færri sjónvarp hyggjarar enn nakrantíð

Andøvsløtan | 11/03-2018 20:30

Hollywood filmar selja milliardir av atgongumerkjum kring heimin árliga. Undirhald duga amerikansk filmslistarfólk at gera betur enn flest onnur.

Men hví hugdu “bert” 25 mió amerikanarar (færri enn nakrantíð) í SV, tá Oscar-virðislønir vórðu handaðar leygarkvøldið í SV?

Konservativir ummælarar eru ikki í iva: Hollywood er vorðið so politiskt lagghalt, og kávalæti teirra vinstrahallu í glansmyndabýnum so himinrópandi, at 10-tals mió amerikanarar hava fingið vaml fyri hesum fólkum.

Ein fossur av harðskapi og porno esjar úr gyklbýnum Hollywood, har tey hava heimsins bestu umstøður at filma seg sjálvi og skammrósa hvør øðrum í teirra ósløkkjandi tosta eftir støðugari sínamillum sjálvdyrkan.

Tíðin er langt síðan farin, tá filmsvinnan gavst at hugsavna sítt virksemi um góða leiklist, ið gav fólki stuttleika, tankaføði og virðing fyri filmslistini.

Leingi hava hesi filmslistarfólk (sum mong onnur listarfólk) billað sær sjálvum inn, at teirra listargávur geva teim rætt til at stýra almenninginum politiskt.

Hesir listarligu úrmælingar ímynda sær, at teirra popularitetur ger tey skikkað at vera politiskir agitatorar. Veruleikin er, at tey flestu teirra ikki hava skil fyri politikki heldur enn hundur fyri himmiríki, altso ikki meiri enn fólk flest.

Hollywood elskaði Obama og agiteraðu fyri Hillary móti Trump til valið. Tí verða valdi forsetin, øll høgravend og kristin hunddálkað við hvørt filmshøvi. Har standa hálvnaknar silikon- og botoxdukkur og steroidpumpaðir kventlar og fordøma demokratisk og kristin virðir og spilla gessig mannfólk út. So PC.

Filmsfólk, ið viðganga, at tey eru høgravend ella hava atkvøtt Trump, fáa sekkin og verða jagstrað úr porno- og harðskapsbølinum Hollywood.

Tað má vera lagnurnar spei, at kommunisturin Meryl Streep stutt síðan fekk Oscar fyri at spæla Margaret Thatcher og Oldham hin konservativa Churchill.

Men haldið Hollywood bert fram at glantra. Filmurin The Shape of Water vann Oscar, har ein deyvstumm kvinna fær sær ein “alien” alifiski til maka.

Kanska kámast glæman frá Hollywood. Tí færri SV-hyggjarar enn nakrantíð.


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Samrøða: Bjarni Arnason um føroysku fiski­vinnuna
Fakta kekking av Ingolf S. Olsen
Magnus Heinason gjørdi bummtúr eftir toski
Vespureiðrið (100) - 18. mars 2019
EFTIRSKÚLI Á TVØROYRI Í AUGUST
Hugnaløtan (54) - Gestur: Hjalgrím Davidsen
So kom Markus
Tí eigur onkur at steðga verandi ætlanum, áðrenn stórskaðin hendir.
"Kom á 2069!" (52) - 15. mar 2019
Skulu frysta kalvan umborð
Komið øll við (3) - Gestur: Uni Árting, um dart - 14. mars 2019
Dómadagsmiðlar og politikarar siga eitt, veruleiki sigur annað
Prát við Rigmor Dam, fyrrv. mentamála­ráð­harra
Toskurin ferðast
Álvara Kaj Leo, meinar tú tað? Einki er meira veruleikafjart.
Hvast orðaskifti á tingi um Lands­bankan
Samkynda forkvinnan hjá skotsku konservativu júst fingið barn
Komið øll við (3) - Gestur: Jógvan Skorheim - 14. mars 2019
Normenn fingu rættuliga stóran tosk
Sendið boð eftir fráfarna stjóranum
Rák (37) Barna­rættindadagar 2019 vísa hvar barna­rættindi verða brotin í Føroyum
Hjalmar Zachariassen; Fólksins ogn
Hjálparfólka­felagið og Betri hava kunningarfund
Fyrsta flagið er loyst fyri eini risastórari verkætlan við eigaraíbúðum í Vesturbý­num í Havn
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi