Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Erla Berghamar hugleiðir um Zarepta

Átrúnaður | 12/03-2018 15:40

Í Hebron á Argjum høvdu vit í morgun vitjan av umboðum fyri leiðsluna í Zarepta, sum søgdu frá ætlanum og skrá fyri hetta leguárið. Síðan sungu vit saman við sunnudagsskúlabørnunum einar tríggjar sangir, ið verða nógv sungnir á legunum. Ein var "Lat gleðiboðskap frá Zarepta blaktra út ..." Merkti, tá vit sungu henda sangin, at tað vóru onnur enn eg, sum vórðu rørd av øllum góðu minnunum, vit hava har vestri frá. Ikki minst beint nú í ljósinum (havi næstan hug at siga 'í myrkrinum') av ikki sørt misvísandi sendingini í KvF, sum herfyri var um legurnar.

Heima við hús var eg nú í vikuni í dagliga bíbliulesnaði mínum komin til 1. Kongabók 17. Haldi hetta var kvinnudagin, eg las um profetin Elias, sum Harrin bað fara til Zarepta. "Eg havi givið eini einkju har boð um at føða teg" (VD. Hjá JD stendur "geva tær vistir"). Elias fór og fekk har eyga á einkjuna, sum gekk og sankaði brenni. Hann bað hana um ein vatnsopa og síðan eisini um ein breyðbita.
Men hon átti einki breyð at geva honum. Hevði bara ein neva av mjøli í krukkuni og eitt sindur av olju í krússinum, og "nú gangi eg her og sanki nakrar viðakvistar, og so ætli eg at fara aftur til hús og gera mær og syni mínum tað til; táið vit so hava etið tað, mugu vit doyggja!"
Elias bað hana ikki óttast, men fara heim at gera tað til. Bað hana geva honum eitt lítið breyð og koma við tí og síðan fáa sær og syninum. Hann segði síðan frá Harranum Gudi Ísraels: "Mjølkrukkan skal ikki verða tóm, og oljan skal ikki verða uppi í krússinum, líka til tann dag ið Harrin gevur regn á jørðini!
Hon fór nú og gjørdi, sum Elias hevði sagt; og tey høvdu mat, bæði hon sjálv og hann og hús hennara, langa tíð. Mjølkrukkan varð ikki tóm, og oljan varð ikki uppi í krússinum - eftir orðinum, ið Harrin hevði talað við Eliasi."

Í Zarepta í Vatnsoyrum er inn frá stóra køkinum eitt goymslurúm, sum verður nevnt "Krukkan" í dagligari talu. Tað hevur itið so, síðan Brynleif Hansen byrjaði Zarepta í sekstiárunum. Verður nevnt "Krukkan" eftir frásøgnini omanfyri um Elias, sum fór til Zarepta at verða tæntur av einkjuni, sum afturfyri varð signað við mati til sín og sonin.
Hvørja viku, tá lega er, og matvørur koma vestur, verða tær bornar inn í hetta rúmið, og síðan savnast tey, sum starvast í køkinum tá, inni har og biðja og takka Gudi fyri gávurnar, hann hevur sent hagar gjøgnum fólk, sum vilja vera við í hesum verkinum og tænastuni. Hesi biðjandi og takkandi starvsfólkini hava upplivað ikki so fá undur har vestri, har gávur eru komnar, sum tey stóðu og høvdu brúk fyri. Bøn og tøkk er fastur partur av øllum leguvirkseminum - umráðandi og alneyðugur partur. Bøn bæði í húsinum og víða um landið fyri verkinum har vestri. Í gamla salinum stóð uppsligið, og tað hongur aftur í salinum, sum nú verður brúktur: "Byggir ikki Harrin húsið, so arbeiða teir til ónyttu, sum byggja at tí; varðar ikki Harrin staðin, so vakir vaktarin til ónyttu" (Sálmur 127,1).

"Reis teg og far til Zarepta ... Eg havi givið eini einkju har boð um at føða teg," segði Harrin við Elias.
Tað eru nógvar einkjur, sum gjøgnum árini hava breyðføtt børn og ung og vaksin í Zarepta. Arbeitt har langar dagar fyri at gera til og varta upp, tænt og hjálpt. Einkjur og giftar sum ógiftar, eldri sum yngri. Tænandi kvinnur og menn, ið hava gingið inn fyri hesum virkinum av heilum huga.
Tann, sum ikki hevur verið í Zarepta, hevur forsømt seg. Imponerandi hús og umstøður fingin upp bara við sjálvbodnari arbeiðsmegi, og har verður støðugt dagført eftir nútíðar krøvum. Um vetrarnar, tá ið lítið leguvirksemi er, koma nakrir trúfastir menn vestur at arbeiða og byggja við sínum hondum, hegni og lærdómi.

Stórur partur av føroyingum hevur verið í Zarepta gjøgnum árini, tíbetur tey flestu við góðum royndum og ríkum minnum. Tíverri er onkur upp ímillum, sum ikki bara hevur góð minni, og soleiðis er, har nógv fólk koma saman. Summi stórtrívast millum nógv fólk, men ikki øll, og summi kenna seg enntá trongd millum ov nógv.
Tað kunnu vera fleiri grundir til, at tað ikki eydnaðist so væl hjá onkrum barni. Fyri onkran er umhvørvið fremmant, boðskapurin við, tí tey hava ikki gingið í sunnudagsskúla. Onkuntíð hevur ein vaksin verið óvísur og hevur sært ein yngri, og tað kann meir enn so koma fyri, eisini í Zarepta eins væl og aðrastaðni. Støðugt verður roynt at bøta um hetta frá leiðsluni og at hava greiðar reglur fyri, hvussu verður farið skilabest at móti hvørjum aldursbólki.

Ein ørgrynni av børnum hevur verið á legu gjøgnum árini. Børn byrjaðu at koma sum heilt smá saman við foreldrunum á familjulegu inntil skúlaaldur, síðan uppeftir á barnalegu frá 9 ára aldri. Nógv teirra hava trivist so væl, at tá tey sjálv ikki vóru á legu, vildu tey sleppa at hjálpa til á øðrum legum, at servera í matarhøllini og síðan sum hjálparleiðarar, ella tey hjálpa til í dagliga praktiska umsjónararbeiðinum, sum er á einum so stórum plássi við so nógvum fólki. Ikki so fá ung vildu sloppið at verið har alt summarið, um tað hevði verið møguligt!

Tíbetur eru eisini vaksin, sum hjálpa til í Zarepta gjøgnum summarið, annars hevði ikki borið til. Ikki so fá seta hvørt ár eina ella tvær vikur av síni summarfrítíð av til hetta arbeiði. Nógv starvsfólk krevjast til at tæna børnum og vera um tey eina slíka viku - millum 80 og 100 starvsfólk til barnalegurnar hvørja viku, hoyrdu vit í morgun.
Til smærru barnalegurnar er heilt vanligt, at annað ella bæði foreldur koma við barninum, tá tað fer á legu fyrstu ferðirnar, og so hjálpa foreldrini til aðrastaðni í húsunum. Tann møguleikin hevur verið hentur hjá mongum stúrandi barni ella stúrandi foreldrum :)

"Far til Zarepta" segði Harrin við Elias profet, og har upplivdi hann undurverk, tí mjølið og oljan ikki vórðu uppi hesa drúgvu tíðina. Men áðrenn hann fór til Zarepta, hevði hann sæð onnur undur. Harrin hevði sent hann til løkin Krit. Elias krógvaði seg undan tí gudleysa konginum Akabi, sum hevði fingið sær heidna konu, Jesabel, og var farin at dyrka avgudar. Eftir Guds orði hevði Elias boðað turk í landinum. Gud hevði síðan biðið Eliasi: "krógva teg við løkin Krit, eystan fyri Jordan! Tú skalt drekka úr løkinum, og Eg havi givið ravnunum boð um at fáa tær føði hagar."
At ravnarnir fóru at sanka mat til menniskju, var eitt undur, og at mjølið og oljan ikki blivu uppi, var annað undur.
Gud er tann sami í dag. Vit fáa ikki lagt bond á hann. Hansara vegir eru ikki okkara, og hansara hugsanir eru langt oman fyri okkara.

Zarepta hevur verið ríkliga signað gjøgnum árini. Av og við hjálp frá trúføstum kvinnum og monnum og fram um alt av Harrans stóru og frelsandi náði. Gud gevi, at eisini 2018 verður til signing og frelsu fyri føroyingar.

Gjøgnum veturin verða vikuskifti brúkt til legur fyri einstakar samkomur um alt landið. Vit í Hebron á Argjum sleppa at brúka Zarepta vikuskiftið 23.-25. mars, og vit gleða okkum at sleppa at njóta góðu umstøðurnar aftur í ár.

26. apríl verður fyrsta almenna tiltakið í Zarepta 2018: Legan fyri fólk, ið bera brek. Eins og verið hevur líka síðan fyrst í fýrsunum, byrjar leguárið við hesum dýrabiðidagstiltakinum. Henda legan er heilt serstøk, og vælsignað er at uppliva ta lívsgleði, sum lýsir av mongum við skerdum førleikum hesar dagarnar.

Erla Berghamar
11. mars 2018


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Borgar­stjó­rin í Runavíkar býráð er ikki Tórbjørn Jacobsen á Glyvrum, hetta sigur Tobbi við R7
Jógvan Páll Lassen: Lat SEV selja bensin og olju
Eiga at halda fast við tálmandi rúsdrekka­politikkin
Sonni hevur Volvo "virus "
Kleptoman-landskassi
Rák (27) Damudomi um sexismu í almanna rúminum
"Kom á 2069!" (42) - 7. des 2018
Glasir!
Tvístøða (49) - "Mín besti vinmaður hevur kvett sambandi við meg!"
R7 Premier League (29) - 10. des 2018
Fuglafjarðarsendingin (14) - 06. des. 2018
Novembervitjan í Suðuroy - møtir og bíbliuskeið
NOVA úr Suðuroynni (33) - 10. des 2018
Her verða allar gátur loystar
Tvístøða (49) - Øll sendingin
Tvístøða (49) - "Eingin hevur ábyrgdina av teimum, ið ikki finna bústað!"
Tíðindi klokkan 12
Janus Rein og Brandur Ellingsgaard: Nýtt advokat­felag byrjar í Føroyum
Heilsustøðan hjá Anne Graham Lotz - ferðin gjøgnum Skuggadalin longri enn væntað!
Rúni Jacobsen klakti eggini undir síni egnu dýnu
Kristilig Tíðindi (77) - Kristiliga tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus
Metis - Øll sendingin - 11. desember 2018
Tíðindi klokkan 17
Sølutiltak hjá Leirkeri­num - fleiri enn 100 bøkur!
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi