Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Løgmannabreyt vann Flogbørn-kappingina

Ítrottur | 12/03-2018 16:38

Flogbørn er eitt tiltak fyri børn frá 6 til 12 ár. Tey spæla flogbólt á einum badmintonvølli, har nethæddin er tveir metrar.

Venjingin er býtt upp í 5 torleikastig. Øll kunnu vera við, rúm er fyri øllum, tú kanst spæla við longu frá fyrstu venjing, og tí er hetta heimsins besta bóltspæl fyri børn.

Hetta halda eisini nógvir ítróttarlærarar. Foreldrini og tey, sum hava serliga vitan um menning hjá børnum, eru púra samd. Skúlarnir eru vorðnir ein aktivur partur í at menna Flogbørn. Skúlarnir fáa vitjanir, har Flogbóltssambandið skipar fyri frálæru og venjingum.

Farnu viku var kapping á Hálsi fyri 3. flokkar, í morgun kappaðust 250 næmingar úr 4. flokki frá ymsum skúlunum. Tað var Skúlin við Løgmannabreyt, sum vann kappingina, og Annika Olsen, borgarstjóri, handaði steyp til fegnu næmingarnar.

Meira fæst at vita um Flogbørn frá Flogbóltssambandinum, ella við at skriva á flogborn@fbf.fo.

Myndir frá kappingini


Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Samrøða: Bjarni Arnason um føroysku fiski­vinnuna
Fakta kekking av Ingolf S. Olsen
Magnus Heinason gjørdi bummtúr eftir toski
Vespureiðrið (100) - 18. mars 2019
EFTIRSKÚLI Á TVØROYRI Í AUGUST
Hugnaløtan (54) - Gestur: Hjalgrím Davidsen
So kom Markus
Tí eigur onkur at steðga verandi ætlanum, áðrenn stórskaðin hendir.
"Kom á 2069!" (52) - 15. mar 2019
Skulu frysta kalvan umborð
Komið øll við (3) - Gestur: Uni Árting, um dart - 14. mars 2019
Dómadagsmiðlar og politikarar siga eitt, veruleiki sigur annað
Prát við Rigmor Dam, fyrrv. mentamála­ráð­harra
Toskurin ferðast
Álvara Kaj Leo, meinar tú tað? Einki er meira veruleikafjart.
Hvast orðaskifti á tingi um Lands­bankan
Samkynda forkvinnan hjá skotsku konservativu júst fingið barn
Komið øll við (3) - Gestur: Jógvan Skorheim - 14. mars 2019
Normenn fingu rættuliga stóran tosk
Sendið boð eftir fráfarna stjóranum
Rák (37) Barna­rættindadagar 2019 vísa hvar barna­rættindi verða brotin í Føroyum
Hjalmar Zachariassen; Fólksins ogn
Hjálparfólka­felagið og Betri hava kunningarfund
Fyrsta flagið er loyst fyri eini risastórari verkætlan við eigaraíbúðum í Vesturbý­num í Havn
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi