Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Áheitan til Tórshavnar kommunu, Kommunustjóran og allar býráðslimir.

Innanlands, Lesarabrøv | 12/03-2018 23:42

Viðv. ætlaðu byggingini og vinnuliga virkseminum hjá Gist & Vist (Koks) frammi við Gjónna og á sandinum við Leynavatn.

Í framhaldi av brævi okkara dagfest 7. mars skulu vit heita á umsitingina um at handa øllum býráðslimum hetta skriv okkara, har vit í framhaldi av fyrra skrivinum greiða frá hví vit halda, at kommunan ikki eigur at geva loyvi til nevndu bygging og nevnda virksemi.

Talan er um friðað økið.

Sum vit hava víst á í fyrra skrivi okkara, so er talan um eitt av vakrastu og sermerktastu økjum í landinum, sum av somu orsøk er friðað. Um vinnulig bygging og vinnuligt virksemi nú skal fara fram á økinum, so fer hetta at hava serstakliga álvarsliga ávirkan á bæði náttúru og djóralív í økinum.

Tað er uppgávan hjá okkara fólkavaldu politikarum at verja náttúru okkara, og tað kann ikki bera til at seta til viks atlitið til okkara náttúru, tí eitt virkið, uttan nøkur loyvir yvirhøvur, er farið í gongd við at taka ímóti bíleggingum til matstovuvirksemi á økinum, sum tey vita er friðað og ikki er lagt út til vinnuligt virksemi.

Rættartrygdin er rættuliga í vanda um tað verða privatpersónar ella privat virkir, sum sleppa at stýra okkara myndugleikum, tá talan er um vernd av náttúru okkara og reglunum um vinnuligt virksemi.

Talan er ikki um økið, sum er lagt út til vinnuligt endamál

Sum tykkum kunnugt, so er økið fram við Gjónni ikki lagt av til vinnuligt endamál, og longu av hesari orsøk eigur kommunan at nokta byggiloyvi til vinnuligt endamál á økinum, og her hevur tað als ongan løgfrøðiligan týdning, at umsøkjarin nú hevur sagt at bygningurin seinni skal latast bóndanum til landbúnaðarendamál.

Um vinnuliga endamálið er ætlað at standa við í longri ella stytri tíð er ikki avgerandi, tí har økið ikki er lagt út til vinnulig endamál, har skal kommuna ikki geva loyvi til vinnuliga bygging yvirhøvur.

Vit vænta at allir býráðslimir kenna sína ábyrgd, tá avgerð skal takast í málinum.

Um loyvið verður givið, so hevur kommuna skapt fordømi, sum fer at geva øðrum borgarum somu rættindi.

Vit halda at hvør einstakur býráðslimur skal gera sær greitt, at um Gist & Vist fær loyvi at fara í gongd við at byggja vinnuligan bygning, og sleppur at reka vinnuligt virksemi á økinum, so kann kommunan ikki nokta næsta umsøkjara somu sømdir.

Fyrisitingarliga grundreglan um líka viðgerð av borgarunum vil í slíkum føri gera, at kommunan ikki kann nokta næsta umsøkjara at fara undir líknandi bygging til vinnuligt endamál, og hvar enda vit so?.

Tí hevur hetta mál ikki bert týndning her og nú, tí um rætt ikki verður atborðið, so fær avgerðin í málinum sera álvarsligar avleiðingar framyvir.

Áheitan á allar býráðslimir.

Vit skulu inniliga heita á allar býráðslimir um ikki at geva loyvi til nevndu bygging, tí um loyvið verður givið, so eru tað býráðslimirnir, sum mugu átaka sær ábyrgdina av teimum avleiðingum hetta fer at hava, ikki bert fyri tey túsundtals fólk, sum javnan njóta friðaðu náttúru okkara, men eisini fyri sjálvt økið við Leynavatn og tað ríka djóralív, sum er í og kring vatnið.

Føroya Sílaveiðifelag
Hans Joensen, formaður

Sí friðingina her


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi