Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Viðurkenning av sjálvboðnum arbeiði

Ítrottur | 13/03-2018 11:30

Á aðalfundinum í vár tann 5. mai 2018 fer ÍSF við heiðurskjalið Poul E. Petersen’s at heiðra og viðurkenna eina eldsál, sum gjøgnum nógv ár hevur virkað fyri at fremja føroyskan ítrótt á serstakan hátt.

Poul E. Petersen (1901-1977), sum hevur lagt navn til heiðursskjalið, var ítróttarlærari, -ráðgevi, -rithøvundur og fyrsti formaður ÍSF. Eitt, ið eyðkendi Poul E. Petersen, var, at hann altíð var virkin fyri fjøldina og øllum ítróttagreinum, og hevur hann havt ómetaliga stóran týdning fyri alla ta føroysku ítróttarørsluna.

Heiðursskjal Poul E. Petersens varð fyrstu ferð handað í 2001. Endamálið við skjalinum er at heiðra fólkum, sum hava gjørt vart við seg og tænt ítróttini á serstakan hátt.

Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti ÍSF’s, sigur, at:
”Eldsálirnar hava stóran týdning, bæði fyri ítróttarfeløgini, og fyri ítróttin yvirhøvur: Tað eru eldsálirnar, sum leggja ómetaliga orku í arbeiðið fyri, at ítróttarfeløgini kunnu virka. Uttan eldsálirnar ber als ikki til. Uttanlands frætta vit, at talið av sjálvbodnum er fækkandi. Neyðugt er, at hetta ólønta arbeiðið verður virðismett, og tí hava vit avgjørt aftur at lata heiðurskjal til eina eldsál, sum hevur gjørt sítt til, at felagsskapurin enn virkar. Vit mugu ikki gloyma felagsskapin í strembanini eftir tindunum.”

Tað, at gera nakað fyri felagsskapin, er við til at styrkja sálarligu heilsuna og skapar trivnað fyri einstaka menniskja – hetta er partur av tí, sum ger lívið vert at liva - og er hetta eisini av teirri orsøk týdningarmikið at varpa ljós á, nú alt fleiri í nútíðar samfelagnum dragast við strongd, depressión v.m. Vónandi fara vit framyvir at síggja fleiri, sum átaka sær ymiskar óløntar uppgávur í feløgunum - bæði sær sjálvum og ítróttina til gagns. Tí jú fleiri jú betri, soleiðis, at fáu eldsálirnar ikki alt ov skjótt skulu brenna út.

ÍSF heitir hervið á sersambond, ítróttarfeløg og einstaklingar um at innstilla persónar, sum tit halda hevur uppiborið heiðurin og grundgevið samstundis fyri uppskotinum. Freistin at senda inn uppskot er mánadagin 16. apríl 2018.

Í nevndini, sum tekur avgerðina, sita:
Anna Rein, Heðin Mortensen, Marjun Kalsø, Óli Holm og Signar á Brúnni


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Menningarkvotan í Vestmanna í vanda
Segði Rigmor Dam ov nógv um tíðindaleiðaran?
Prát við Jóan Paula í Geil
Fuglafjarðarsendingin (3) - 20. sept. 2018
Jónfinn valdur til " ársins Vestmenning ", er staddur í Mauritania
Vestmannadagar: Veðrar úr Góðmansskor á uppboðsølu - veðrur fór fyri  6.500 kr
Kristin Michelsen misnøgdur við raðfesting­ina av tunlum
Góður gongutúrur í gjár - "Vestmannadagar" halda fram í dag
Metis - Øll sendingin - 18. september 2018
750.000 laksar deyðir í Sundalagnum
Ferjuætlan fyri Føroyar
Samhaldsfasti hækkar 1.045 kr. Lands/­kommunukassar fáa 1.070 kr
Semja við handverkarafeløgini
Spreinging á Rókini 20/­9-18
Finskur ráðharri í politiskum ódnarveðri tí hann hevur mótmælt fosturtøku
Opið bræv til Føroya Landsstýri og Føroya Løgting
Hugnaløtan (34) - Gestur: Jeffri Johannesen
Hava funnið Endeavour hjá James Cook
Vespureiðrið (90) - 24. sept 2018
Menningar­kvotur kunnu misbrúk­ast uttan avleiðingar
Fyrispurn­ingur til Sirið Steenberg, um álvarsligar avleiðingar av hjúnabands­lógini
R7: Fuglafjarðarsendingin beinleiðis í dag klokkan 15.00 til 17.00
John William Joensen: Góði Mikkjal & Co, vælsignaðir hølvi HB av!
Tvístøða (39) - Øll sendingin
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi