Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Móttøka á Føroya Grótvirki

Innanlands | 13/03-2018 13:25

Hósdagin 15. mars kl. 14.00 bjóðar Føroya Grótvirki í Skopun til kunning, frásøgn og ábit.

Hetta er í samband við, at Føroya Grótvirki letur upp, sum partur av altjóða netverkinum og konseptinum Economusée.

Í desember 2013 keyptu brøðurnir Heini og Høgni Tausen, Grótvirkið í Skopun. Hetta er einasta virkið av hesum slag í Føroyum. Síðani tá, hava teir undir heitinum Føroya Grótvirki, veruliga fingið gongd á grótvirkingina aftur, og hava longu framleitt fleiri stórverk, eitt nú trappuna í miðbýnum í Tórshavn.

Undir heitinum Economusée - Føroya Grótvirkið, hevur virkið fingið eitt eyka bein at standa á, ið er ferðavinnan. Économusée hevur sín uppruna í Kanada, men fevnir nú eisini um fleiri lond í Evropa. Tey sum taka lut í netverkinum, eru fyritøkur, ið bjóða vitjandi eina uppliving av einum siðbundnum handverki og list. Eitt innlit í framleiðsluna og í søguna handan handverki, og ikki minst, møguleikan at keypa dygdar vørur framleiddar á virkinum.

Verkætlanin er fíggja av Fróðskaparsetur Føroya og NPA - The Northern Periphery and Arctic Programme.  Verkætlanin endar í apríl 2018. Eftir hetta verður netverkið skipað í Economusée Føroyar, har málið er at menna fleiri virkið, at koma við í netverkið.

Øll eru vælkomin

Teistin siglir av Gomlurætt kl. 11.15 og úr aftur Skopun 16.35 


  


Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Countryrøddin hjá Alex er tagnað her
Prát við Virgar Dalsgaard
Prát við Virgar Dalsgaard
Sjúrður Højgaard við umbygdum barnavogni - allar Føroyar fáa vitjan
Bussur útav
Vit mugu tora at standa við okkara sannføring
Pól Huus Sólstein hugleiðir
Nýggju plakatir­nar hjá Suffiu Nón eru komnar í handlarnar
Summar­ungdómsmøtir í Havn 2018
Tað villasta eg havi upplivað - hetta var heilt fantastiskt
Nærum liðugt við Grótbrúgv
Ein samandráttur frá Runutusk2018 - VIDEO
Mál útloysti jarðskjálvta
Flottir eru teir -myndatema
Klaksvíkar Býráð fer í dag at viðgera Sjósavnið
Vespureiðrið (81) - 18. juni 2018
Víkingur ynskir sær HJK Helsinki - bolt.fo
Prestur letur kaffistovu upp
Hagtøl geva ábending um at fiskimenn hava rætt
Ruth inn av seinasta túrinum fyri summar­feriuna
Øll hini máli­­ni eru avgreidd frá tinginum
Hugnaløtan (25) - Gestur: Alfred Olsen
Samrøður frá Countryfestivali­num 2018
Jacob Vestergaard: Ótryggleikin í føroysku fiski­vinnuni veksur fyri hvønn dag
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi