Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Býarmyndin broytist

Innanlands | 16/03-2018 12:57
Mynd: (Mynd: FaroePhoto)

Fá munnu tey støð í landinum vera, ið hava verið fyri so stórum broytingum seinastu árini, sum Tvøroyri. Tó, hetta hóskar væl til søguna hjá hesum unga býi, ið er grundlagdur á framfýsni og íverksetan.

Tað var haðar, at fólk í hópatali leitaðu sær til fyri at finna arbeiði – fólk, ið vildu bróta upp úr nýggjum og royna nakað nýtt. Hóast fólkatilflytingin er skiftandi í løtuni, so ber væl til at samanlíkna broytingartíðirnar fyrr, við gongdina nú.

Fara vit aftur til 2012, so sá býarmyndin heldur døpur út. Flakavirkið á Tvørákei stóð gapandi tómt, Saltsiloin á Drelnesi stóð um at rapa, besta fótbóltsliðið hevði ongan góðkendan heimavøll og fleiri handilsbygningar í miðbýnum stóu tómir.

Í 2011/12 hendir tó tað gleðiliga, at tíðindi fyrst koma um at Projekt Salt gerst veruleiki. Nógv vóru tey, ið kendu á sær, at hetta var nakað, ið skuldi til, skuldi keðiliga gongdin við fólkafráflyting vendast. Stutt eftir hesi gleðiligu tíðindi komu boðini um, at risastórt uppsjóvarvirki skuldi byggjast á Tvøroyri, við arbeiði til uml. 160 fólk. Tað skal ikki tað stóra hugflogið til, fyri at kunna ímynda sær hvat hetta hevur havt at siga fyri tvørafólk – ja fyri allar suðuroyingar. Sjálvt havnalagið var fyri stórum útbyggingum og er tað enn – skjótt er liðugt og tvørafólk og vitjandi hava eitt stásiligt øki at njóta.

Varðin Pelagic fekk ein skot fyri bógvin hin 9. Juni 2017, men reisir seg skjótt aftur úr øskuni, enn størri og meira framkomið enn áður – ja størsta og mest framkomna uppsjóvarvirkið í norðanlondum. Delta Seafood hevur bygt nýggj skrivstovuhøli og stóra framleiðsluhøll.

Saltsiloin á Drelnesi stendur liðug og stásilig, og bjóðar øllum suðuroyingum/føroyingum á gátt, til forkunnug mentanartiltøk. Seinast Suðuroyarkabarettin, ið gott og væl 2000 fólk hava sæð – nú sunnudagin verður tað Eyðun Nolsøe, ið hevur útgávukonsert.

Ítróttarøkið við Stórá varð liðugt og til ber nú at fara til fótbólt á einum av Føroya bestu leikvøllum. Skamt harfrá hevur kommunan gjørt nýtt Cross-fit øki til tey, ið hava hug til at gera ymiskar venjingar uttandurða.

Tómu handilsbygningarnir, ið vit umrøddu í byrjanini, eru so at siga hvør sum ein í nýtslu aftur og hetta eftir fáum árum. Har Vøruhúsið var, er í dag venjingarmiðstøðin Orka. Har Bærendsen Teknik helt til í miðbýnum, er nú Sport 24. Fyrrverandi hølini hjá Sjúkrakassanum eru í dag karmur um myndatøkur. Gamla Tip-Top er nú blómu- og leikuhandil og handilin hjá “Gige-Karl” er í dag “Mangt og Hvat”-handil. Í fjør lat Næstin upp handil í gomlu Glasstovuni og í gjár lat Blái Krossur Føroyar handil upp í hølunum har Jamies áður helt til. Har bilverkstaðurin hjá Finn Andreasen áður helt til, hevur MBM handil og í Øravík, har Gistingarhúsið við Á var, kom fyri stuttum triðja bilverkstaðið í býnum. Gomlu húsini hjá “Mormor” Undir Heygnum hava veruliga sett Tvøroyri á kortið, tí har er tann so sera væl umtókta Café MorMor. Á Hvítanesi hava vit eitt virkið og gevandi umhvørvið við neystið hjá Bátafelagnum Naddoddi – eitt bátafelag, ið er sera aktivt og fyllir nógv í býarmyndini. M/s Thorshavn er nú heimahoyrandi á Tvøroyri og gevur okkum nýggjar møguleikar innan ferðavinnu og í umbúna er eisini, at ungdómur okkara skal fáa gagn av hesum snotiliga skipi.

Í næstum letur nýggja uppsjóvarvirkið upp aftur og fólk sleppa til arbeiðis aftur. Barnagarðurin í Trongisvági verður útbygdur og tá hann er liðugur, verður ansingartørvurin nøktaður. Í miðbýnum, í gamla Ísvirkinum, eru teir báðir Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe, í ferð við at uppbyggja eitt skjalasavn, ið kemur at varðveita og menna Tvøroyrar Søgu.

Í morgin, leygardagin 17. mars letur so enn ein handil upp. Í gomlu hølunum hjá John D. Hammer við Sílá 12, letur nýggjur handil upp kl. 09:00. Tað eru tær báðar Eva S. Berg og Laila Garðshamar, ið bjóða almenninginum inn at síggja nýggja handilin, ið bæði selur kolonialvørur, leikur og skrivstovutilfar. Eisini ber til at seta seg niður og fáa sær ein kaffimunn í hugnaliga café-horninum.

Tvøroyrar Kommuna fegnast um góðu gongdina innan vinnulívið og gleðist yvir tey positivu árinini mongu frambrotini seinastu árinini hava havt fyri býin og Suðuroynna sum heild.


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi