Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Har er eingin samgongukreppa!

Politikkur | 17/03-2018 23:14

Leingi hava høgravendu propagandamiðlarnir, Vágaportalurin, Norðlýsið og R7 – miðlar ið heilt greitt eru í lummanum hjá stórkapitalistunum norðanfyri – júkað um, at samgongan skal vera í kreppu.

Komiski Aksel er fremsti rágevi hjá Stóra Leiðaranum, Kim Jung Hoydal. Hann sigur soleiðis:

”Eg vil staðiliga vísa aftur, at har er nøkur kreppa í samgonguni. Hvør hevur fortalt tær tað? Ha? Kapitalistarnir? Hvar fært tú tíni fakta? Míni fakta eru, at tað gongur avbera væl í samgonguni! Vit hava gjørt nógvar avtalur – bæði við okkum sjálvi og við onnur. Og flestu avtalur hevur í hvussu so er annar parturin hildið. Og tað er avgjørt betri enn ein avtala, ið hvørgin parturin heldur!”

Hann leggur afturat, at tað er absolut eingin orsøk til at lesa aðrar miðlar enn heimasíðurnar og facebook-vangarnar hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum. ”Ok, jú. Tú kanst eisini lesa tíðindaskrivini úr Tinganesi. Tey skrivi eg sjálvur, so tey passa heilt víst.”
Spurdur um tað ikki er krepputekin, at ongi mál koma aftur úr tingnevndunum, svarar Komiski Aksel: ”Tað er lygn! Øll mál koma aftur úr nevnd og verða samtykt beinanveg. Í veruleikanum er undirtøkan so stór, at vit hava ætlanir um at droppa nevndarviðgerðirnar í heila tikið. Tilfeingisgjald sigur tú? Tilfeingið er ogn Føroya fólks, og fólkið er sjálvandi eg og Høgni. Poul eisini, men hann telur ikki ordiliga við, tí hann er ein umvendur borgarligur og ikki ordiligur sosialist.

Komiski Aksel sigur, at tað er ikki rætt at samgongan hevur mist stuðulin frá fleiri tingfólkum í seinastuni:

”Nei, tað er ikki rætt. Har eru 2-3 svíkjarar ið… Kristin! Lat Bjarna fáa frið! Jaja, eg VEIT at tú ert borgarstjóri. Nei nei, hann sleppur ikki at taka sessin frá tær. Nei, lat vera við at ringja til Barbaru aftur! Lat hann so fáa frið! Nei Sonja, samgongan er REYÐ og ikki ljósareyð. Eg segði tað við teg! Far úr hasi blusuni. Hvat tú so skalt í? EG GAV TÆR EINA REYÐA VIÐ CHE GUEVARA Á! Nå, orsaka, men sum eg segði: Tað er eingin kreppa í samgonguni. Alt gongur uppá stás, og allar søgur um annað eru kapitalitisk lygn av Skálafjørðinum ella úr Klaksvík.

At enda spyrja vit Aksel, um hann ætlar at arbeiða fyri at fáa onkran flokk afturat uppí samgonguna. ”Nei, avgjørt ikki. Tað versta sum kann henda fyri eina minnilutastjórn er at hon fær ein meiriluta, tí tá er alt hennara tilverugrundarlag sum minnilutastjórn av álvara hótt

Kelda: facebook vangin hjá Tóra Højgaard


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi