Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Læraralesandi á SPICA-skeiði í Malmø

Innanlands | 20/03-2018 19:15
Á myndini eru teir fýra føroysku skeiðsluttakararnir: Gunnvá Arge, Ingrid M. Jacobsen, Annika V. Zachariasen og Ragnhild Dam. Undirvísararnir Mikkjal Mikkelsen og Poul F. Guttesen luttóku eisini á skeiðinum.

Lesandi og undirvísarar á læraraútbúgvingini á Námsvísindadeildini luttóku í síðstu viku á SPICA-skeiði í Malmø.

Norðurlendska Nordplus samstarvskervið “SPICA” knýtir læraraútbúgvingar úr øllum norðurlondum saman. Grønland (Nuuk), Ísland (Reykjavík), Føroyar (Tórshavn), Noreg (Notodden), Svøríki (Malmø), Danmark (Jelling) og Finland (Oulu) eru umboðað í samstarvinum, sum byrjaði í 2007 og sostatt hevur 11 ár á baki.

Árliga verður skipað fyri vikulongum skeiði, sum skiftandi verður hildið í ymsu limalondunum. Yvirskipaðu evnini snúgva seg um burðardygd, borgaraskap og ymiskar mentanarfatanir, og skeiðini verða løgd tilrættis við serligum atliti til norðurlendskar avbjóðingar í altjóða høpi.

SPICA bjóðar eisini læraralesandi at søkja um fíggjarligan stuðul til skiftislesnað í øllum limalondunum, har skiftislesnaðurin skal vera staðsettur á einum av luttakandi stovnunum.

Fýra lesandi og tveir lærarar úr hvørjum landi tóku lut á skeiðinum í Malmø í ár við heitinum “Ways into society”, sum hesa ferð snúði seg um inklusión og burðardyggleika.

Í Malmø eru nógvir tilflytarar og flóttafólk, og nógv verður arbeitt við at fáa fólkið at gerast ein partur av samfelagnum. Skeiðið fevndi m.a. um fyrilestrar, vitjanir á stovnum og skúlum og tvørtjóða bólkaarbeiði, har tey lesandi fingu høvi at koma við hugskotum til, hvussu mann kann arbeiða við integratión og minka um gjónna millum skúlar og samfelag.

Á skeiðinum fingu tey lesandi kunnleika til ávís tiltøk eitt nú metor-skipanir, har universitetslesandi kunnu gerast mentorar fyri børn við øðrum etniskum uppruna. Harumframt vitjaðu tey ein fólkaskúla og ein verkstað, har alt tilfarið var endurnýtslutilfar, og har næmingar kundu menna teirra kreativu evni.

Føroysku skeiðsluttakararnir siga seg hava lært nógv av skeiðinum, sum m.a. hevur víðkað teirra sjónarring, givið íblástur og knýtt bond tvørtur um landamørk. 

Eftir vikuskeiðið skulu tey lesandi skriva eina styttri hugleiðandi uppgávu, og fyri samanlagda skeiðið fær tann lesandi 5 ECTS.


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi