Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Samgongan heldur fram við mentanarkollveltingini

Lesarabrøv, Politikkur | 26/03-2018 20:40

Sirið Steenberg, landsstýriskona fyri Tjóðveldi, hevur lagt uppskot um nýggja ættleiðingarlóg fyri Løgtingið. Nú fáa (eftir donskum leisti sjálvandi) pør av sama kyni – og eisini samlivandi pør – rætt at ættleiða børn!

Tá ið hjúnabandslógin var til viðgerðar, royndu eg og fleiri við mær at føra fram, at hetta, at devaluera hjúnabandið og gera tað kynsneutralt, er álvarsligasta mál, sum nakrantíð er viðgjørt í Føroyum.

Vit royndu eisini at ávara um, at hetta fór at fáa álvarsamar og óyvirskoðiligar avleiðingar fyri samfelag okkara frameftir og verða orsøk til eina radikala umbroyting av allari fatan av familju, hjúnalagi og samlívi.

Men sitandi samgonga valdi kortini at avtaka hjúnabandið sum stovn bara millum mann og konu og tók ta vanæruligu avgerð at gera hjúnabandið kynsneutralt. Nú kann maður giftast manni og kvinna kvinnu.

Tað, at geva tveimum, sum hava hug at liva saman, nøkur borgarlig rættindi, er bara ein lítil partur av hesum og hevði als ikki tørva broyting í hjúnabandslógini.

Nei, her lá nakað nógv álvarsligari aftanfyri. Her bleiv latið upp fyri einari kynsneutralari ideologi, sum hevur til endamáls at broyta alla siðvenju, og sum verður orsøk til eina mentanarkollvelting og eitt siðaskifti í Føroyum, ið gongur beint ímóti tí kristnu siðalæru, sum samfelag okkara í øldir hevur bygt á.

Nú koma avleiðingarnar! 

Ikki tí – avleiðingar sóust beinanvegin. Vit minnast, at bispur straks mátti geva prestunum tænastuboð, tí samgongan blandaði seg beinleiðis upp í kirkjulig viðurskifti, hóast alt tað kirkjuliga landslagið mótmælti.

Hetta var bara byrjanin! Og nú hevur Sirið Steenberg, landsstýriskona fyri Tjóðveldi, lagt nýggja lóg um ættleiðing fyri Løgtingið, sum hevur við sær, at tveir menn, sum liva saman – líkamikið um teir eru í “hjúnabandi” ella ikki – nú kunnu ættleiða børn! Hugsið tykkum!! – og tað sama verður við kvinnum. Tað vil siga, at pør av sama kyni nú fara at kunna ættleiða børn!

Hetta er syndarligt. Men tú verður ikki skakkur av nøkrum longur!

Men tá ið vit nú skulu gera eina føroyska lóg um umstøðurnar hjá børnum, sum vit skulu ættleiða til Føroya, hava vit so ikki skyldu til at geva teimum tað besta av tí besta? Jú, sjálvandi! Og øll vita, at tað besta av tí besta er at vaksa upp í einum heimi við einari mammu og einum pápa! Og hetta er ikki minst galdandi fyri ættleidd børn, sum hava havt eina trupla byrjan upp á lívið og koma úr óstøðugum umstøðum til eina fremmanda mentan.

Mamma og pápi eru týdningarmikil sum fyrimyndir í uppvøkstrinum, og børn hava brúk fyri bæði maskulinum og femininum fyrimyndum fyri at menna sjálvsvirði og samleika og fyri at fata og uppliva javnstøðu og viðurskiftini við hitt kynið.

Grein 2 í barnarættindasáttmálanum hjá ST ávarar ímóti mismuni og sigur, at sáttmálalondini skulu taka øll neyðug stig fyri at tryggja, at barnið er vart móti øllum mismuni. At geva tveimum av sama kyni rætt til ættleiðing er júst at gera mismun yvir fyri barninum, tí tá fáa tey ikki møguleikan at fáa bæði eina mammu og ein pápa!

Men, hetta er ikki einasta broyting í ættleiðingarlógini! Nei, her er eisini ein onnur sera stór og prinsipiel broyting, sum Sirið Steenberg ætlar at knæseta í føroyskari lóggávu, sjálvandi eftir donskum mynstri (tað ger Tjóðveldi altíð!).

Eftir tí lógini, sum vit hava í dag, kunnu ógift pør ikki ættleiða børn, men nú fara tey at verða javnsett við hjún í ættleiðingarhøpi.

Tað vil siga, at nú hevur hjúnabandið heldur einki at siga her!

Eg vil fegin gera vart við, at eg mótmæli hesum mentanarkollveltandi politikkinum, og eg haldi tað vera óhugnaligt, at vit hava eina samgongu, sum heldur fram at gera seg inn á tey dýrastu virðini, vit eiga.

Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi