Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Alternativa kommedian og etableraðu eltibløðrurnar

Lesarabrøv, Politikkur | 28/03-2018 22:17

Herfyri varð landsstýriskvinnan í fíggjarmálum tráspurd í Løgtinginum um ótespiliga veruleikan, at hon og sosialistiska samgongan higartil hevur økt almennu úteiðslurnar við góðum 800 mio. kr.

Øktu útreiðslurnar eru úr dagførdu leiðslukunningarskipan landsins (frá Gjaldstovuni) – sostatt feskastu tølini, sum vísa árligan vøkstur síðani 2016 í miðal uppá 5,5% - uttan at lønarframskrivingarnar eru við!

Samstundis hevur Búskaparráðið og eisini formaðurin í Váðaráðnum kunngjørt, at tað almenna hevur stóra yvirnýtslu, nú búskapurin hevur søguligt viðrák. Tilmælið haðani er greitt, tað almenna skal tálma útreiðslurnar.

Sama jabbið
Sær sjálvari líkt smoygdi landsstýriskvinnan sær undan at taka støðu til og svara settu spurningunum.

Ístaðin bleiv manipulerað – at varpa ljósið aðrar vegir, at handa lesarunum alternativ svar.

Jabbað var upp í saman um fantastisku broytingina síðani sosialistiska samgongan kom framat – hall vent til avlop.

Sum úr aðrari juke box var sjálvsagt øll úrslit orsakað av skilagóðum og varligum fíggjarpolitikki, har afturvendandi uppáhaldið er, at almenni útreiðsluvøksturin farnu tvey árini hevur verið søguliga lágur, frá 3% niður í 1,9% árliga.

Páhald, sum er í greiðari andsøgn við tølini í almennu leiðslukunningarskipanina. Sostatt sama søgan umaftur – sjálvrós bygt á eftirgjørd og produserað tøl.

Ikki eitt komma flutt
Í andstøðu vóru landsstýriskvinnan og hennara apologetar í støðugari andsøgn til tá førda politikkin.

Politikkur, sum megnaði at fáa landskassahallið úr hálvu milliardini á null og síðani hevur orsakað vaksandi og áhaldandi dygg yvirskot – sum henda samgongan eigur minsta lutin í.

Ístaðin royndi táverandi andstøða áhaldandi at tarna borgarligu samgonguni at fáa hallið burtur. Andstøðan oysti uttan íhald undan jólum á hvørjum ári populistisk uppskot á ting - kostnaður 200 mio árliga kr, sum borgarliga samgongan kveistraði burtur.

Borgarligi politikkurin bleiv støðugt kolldømdur, skýrdur oyðandi og kavráður – og skuldi allur politikkurin rullast aftur - forskattingin av pensiónunum, flatskatturin o.s.fr., tá tey politiskt (sjálv)rættvísu settu seg í Tinganes.

Men ongar av politisku hóttanum eru framdar í verki. Stutt sagt – ikki eitt komma er flutt. Ístaðin verður nú útspilti borgarligi politikkurin púrasta ósmæðin orðaður sum teirra egni og eyðmerktur at vera skilagóður og varligur!?

Lastaði og niðraði borgarligi bjargingarpolitikkurin gjørdist soleiðis ómissandi fyri sosialistisku gonguna.

Ótálmaðar útreiðslur
Kortini er eitt álvarsligt frávik - íhaldni fíggjarpolitikkurin er sleptur og almennu útreiðslurnar eru tvísporaðar við 800 mio kr í útreiðsluvøkstri uppá góð tvey ár!

Men hesum verður nú kávað útyvir. Ótálmaði útreiðsluvøksturin verður huldur uttanfyri fíggjarlógina, í grunnum og øðrum almennum skattafíggjaðum skipanum.

Og soleiðis kann landsstýriskvinnan nú smáflennandi bjella um varnan útreiðsluvøkstur minni enn 2%, har veruliga talið táttar í 7% í ár.

Men tað fær onga eftirtekt, eingir naskir spurningar – og slettis ikki frá miðlunum.

Kamuflagan
At røkka hyljingini – kamuflaguni, hevur sosialistiska landsstýrið skorið fólkapensiónina, sum minkar um útreiðslur landskassans og flutt útreiðslurnar í Samhaldsfasta til partarnar á arbeiðsmarknaðinum at rinda, sama er galdandi fyri fyritíðarpensiónina, samstundis sum 10-tals mio kr eru fluttar til kommunurnar at gjalda o.m.a. Alt fyri at pynta uppá landsroknskapin.

Úr rúgvuni av huldum atgerðum móti borgarum, vinnu og kommunum at rinda ella strika kunnu annars nevnast: Samhaldsfasti 90 mio kr, Barnsburðargrunnurin 16 mio, brennievni til bilar 11 mio, vektgjald 10 mio, Heilsutrygd 4,5 mio, tinglýsingargjald 23 mio og so er grundupphæddin til fólkapensiónina lækkað 42 mio umframt, at samdøgurfrádrátturin hjá fiskimonum uttanlands er avtikin og mangt annað.

Meirskattir og avgjøld á borgaran uppá 200 mio kr.

Fake news?
Afturat hesum eru so aðrar hækkingar og flytingar gjørdar, sum á ymsan hátt raka vinnu og kommunur, men pynta og hylja veruligu útreiðslutølini í almenna roknskapinum.

Nettoúrslitið er, at landsstýrið í politiskum sjálvrósi nú “dokumenterar” almenna útreiðsluvøksturin, sum bert telur helvtina av veruligu útreiðslunum.

Hin helvtin er duld í eksternum skipanum, sum rósa runt í almennu skattafíggjaðu kassunum, burtur úr almenna sjónarringinum. Tosaði nakar um fake news?

Listabrøgdini
Herfyri boðaði Búskaparráðið frá, at vøksturin í ár bleiv niðurjusteraður frá 6.5% til 0,5%. Kortini hevur landsstýrið í fíggjarkarmunum seinasta vikuskifti sett vøksturin til 3,5%.

Endamálið er greitt at snúgva sær undan serfrøðini og soleiðis halda fast við politisku listabrøgdini - manipulatiónina, har bert helvtin av veruliga almenna útreiðsluvøkstrinum er í roknskapinum, meðan inntøkuvøksturin verður bókaður sum vaksandi yvirskot á fíggjarlógini.

Soleiðis kann sjálvrósið og kommedian halda fram.

Tað er sjónliga bert politiska hugflogið, sum seta mørkini í sosialistisku gongdini. Næsta politiska tølingarátakið verður óivað, at gongan nú eisini eigur heiðurin av, at botnfiskastovnurin aftur trilkast – uttan at eitt komma er flutt í veiðini undir Føroyum.

Soleiðis royndist politiska dramblætið – tey sum høvdu svarini, sum kortini ikki vístu seg at vera annað enn politisk lognbrá – hvørvisjónir duldar av eltibløðrum í etableraðu miðlunum.

The show must go on.

Bjarni Djurholm


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi