Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Ein nøgdur loyalur politikari

Lesarabrøv, Politikkur | 29/03-2018 09:30

Í Degi og Viku týskvøldið, varð eg nevndur sum ein loyalur politikari, og sagt varð, at loyalitetur lønti seg ikki.

Eg føli meg noyddan at koma við eini viðmerking, tí tað vildi verið spell, um mítt politiska lív skal verða eitt skúladømi um, hvussu ein ikki eigur at arbeiða politiskt. Sjálvur havi eg verið nøgdur við ta ávirkan, eg fái á politiska pallinum.

Í orðaskiftinum varð loyalitetur mótvegis veljaranum settur upp ímóti loyaliteti mótvegis flokkinum. Hetta er í mínari verð ein skeiv fatan. Tá ein politikari stillar upp fyri ein flokk, er uppgávan at føra flokspolitik og at fremja floksins hugsjón í verki. Teir veljarar, sum velja ein politikara á ting fyri ein flokk, velja tann politikaran, sum teir halda umboðar floksins hugsjón á besta hátt. Men politikkur er raðfesting, og veljarin velur eisini ein politikara, sum vil arbeiða fyri raðfestingum, sum einstaki veljarin vil hava framda í verki.

Tá politikari stillar upp fyri ein flokk, verður tað undir floksins skjaldrarmerki, hann virkar fyri raðfestingunum. Hetta er grundleggjandi í politisku skipanini, og hetta eiga politikarin og veljarin at vita og virða. Vit hava ikki siðvenju fyri blokkpolitikki í Føroyum, og tí kunnu lyftir floksins til veljaran vera torfør at náa í øllum lutum. Til tað spenna samgongurnar í Føroyum ov víða. Verandi samgonga spennir frá høgru til vinstu og frá loysing til samband. Hetta merkir samgonguskjalið og ger, at nøkur av lyftunum verða ikki gingin á møti í sama mun, sum um flokkurin sjálvur sat við valdið. Hetta er einki nýtt, og hevur verið so síðan heimastýrislógin kom í gildi.

Skal ein politikari bert arbeiða eftir egnari sannføring, hevur hann tvey í at velja. Ikki at luttaka í nakrari samgongu ella onga meining at hava um nakað sum helst. Hvørgan av hesum loysnunum eru virðiligar fyri veljaran, uttan so at viðkomandi greitt boðar frá hesi støðutakan undan valinum.

Eg fegnist um, at nógv góð javnaðarátøk eru framd í hesum valskeiði. At vit hava fólkavøkstur, lágt arbeiðsloysi, yvirskot á fíggjarlógini og búskaparligan vøkstur. Eg eri sannførdur um, at var loyaliteturin hægri, høvdu vit verið komin enn longur á leið hesum viðvíkjandi. Av góðu átøkunum eru fleiri, ið hava høga raðfesting í mínum politiska hjarta, og sum eg innanífrá havi ávirkað.

Sandoyartunnilin bygdi undan hesi samgonguni á eina politiska semju, men avbjóðingin hendan samgongan sat við, var ein stórur rentuváði. Rentuóvissan í verkætlanini kundi forða fyri, at Sandoyartunnilin bleiv gjøgnumførdur. Í apríl 2016 varð uppskot lagt niðan i tingið, har landið játtaði at tryggja fyri minstu ferðslu í Eysturoyartunlinum. Henda lógarbroyting gjørdi, at peningurin kundi fáast til vega við einari søguliga bíligari rentu á 2,73 % og harvið hekk verkætlanin saman.

Innan fiskivinnupolitikkin virkaði eg fyri, at verandi aktørar skuldu hava nøktandi fótafesti at standa á, og at grundarlag skuldi vera fyri breiðari semju, nú nýggj skipan varð sett í verk. Hetta endaði við, at antitrust varð sett upp á 20 %, at uppboðssølan fór niður á 15 %, og at ein andstøðupolitikari atkvøddi fyri skipanini.

Betri skúlamøguleikar kring landið er eitt av mínum hjartamálum. Her hevur eydnast at raðfesta ítróttarháskúla í Vági, hjálparfólkaútbúgving í Suðuroy, eftirskúla á Tvøroyri, skúlaverkætlanir á Sandoynni, fleiri lærugreinir á Setrinum, ferðavinnuskúla í Vestmanna, triðja byggistig á Kamsdali, Fablab í Eysturoynni, nýggj tól til tekniska skúla í Klaksvík og húsarhaldsskúla í Klaksvík.

Tunnilstoyminum havi eg stuðlað av heilum huga, og er politiska raðfestingin í fígggjarlógini, at dalstunnilin skal raðfestast fyrst. Hetta fegnist eg um. At oljutunnur eru søga í eitt nú Fugloy, at rampa er gjørd í Svínoy, at játtanin til útoyggjastuðul er vaksin, at ferðavinnan innanoyggja fær hægri raðfesting eru millum átøk, sum eg eisini fegnist um.

Men eingi av hesum átøkum havi eg framt einsamallur men eigi lut í. Æruna eiga í hvørjum einstøkum føri minst 17 tingfólk, ið geva hesum raðfestingum grønt ljós. At kleyra seg sjálvan hægst hvørja ferð okkurt er at fegnast um, er ikki ein framferð mær dámar. Ein politikari, ið gjøgnumgangandi vísir slíkan atburð, traðkar á tey, sum halda honum uppi. Politikkur er at samstarva um raðfestingar, og hetta krevur at vit virða hvønn annan. Í viðgongd og mótgongd.

Loyalitetur er ein dygd, og eri eg sannførdur um, nú sum áður, at tað er ein eginleiki, ið lønar seg.

Eisini í politikki.

Gleðiligar páskir

Jónleif Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi