Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Brekkumaðurin 70

Innanlands, Lesarabrøv | 06/04-2018 12:45

Erla Berghamar skrivar føðingardagsheilsu til Óla Breckmann.

Langafríggjadag fylti Óli Breckmann 70 ár. Í 1988, tá ið hann fylti 40, ætlaði eg heilt vist at skriva føðingardagsheilsan til hansara í Dagblaðnum, men onkursvegna varð tað av ongum. Ikki var vanligt at skriva um ein, sum fylti 40, uppaftur minni tá enn nú. Men hinvegin hevur Óli heldur ongantíð verið vanligur. Og nú eru 30 ár liðin aftrat. Vit arbeiddu saman á Dagblaðnum í 1988 og høvdu gjørt tað í fleiri ár, so at mangt hevði verið frískari í minni tá enn nú.
 
Óli er ikki sum nakar annar. One of a kind. Ein kraftoriginalur, fyri at brúka eina sterka orðing, sum sømir honum. Hann ger heldur onga roynd at vera sum onnur.
 
Gløggur og skjótt hugsandi. Væl talandi og sjarmerandi. Vinsælur við tey flestu. Dugir eitt ótal av eiðum og óargaligum orðingum, men tað óargaligasta, hann fær um varrarnar, er vist “sosialistur”! 
 
Best er at sita røttumegin Óla politiskt, tí sum mótstøðumaður er hann markleyst uppfinnsamur við óavmarkaðum orðfeingi, skarpur eygleiðari og gløggur viðmerkjari, humoristur og provokatørur av rang. Ivist í, um hann hevur nakran stoltleika um seg sjálvan, og av tí sama er hann at kalla ósærandi egna vegna.
 
Hann er borgarligur við húð og hár og gongur gjøgnum eld og vatn fyri tað, hann heldur vera rætt. 
 
Fyrstu ferð, eg møtti Óla, hevur verið um 1970. Hann var vikarur hjá okkum onkran tíma í einum av realflokkunum á Venjingarskúlanum. Sjarmerandi og av allarvakrastu ungu monnum, men eg ivist í, um hann visti tað sjálvur. 
 
Hann stillaði upp fyri Fólkaflokkin og kom inn á ting. Gjørdist blaðstjóri á Dagblaðnum, og í teimum ørindunum kom hann einaferð heim til okkara fyri nærum fjøruti árum síðan. Tað var ikki sum hjá Jákupi, soni Ísaks, ið bað um yngru dóttrina Rakul, men fekk ta eldru Leu. Óli var komin at vita, um systirin, Rúna, sum hevði arbeitt nakað sum setari, kundi koma á Dagblaðið. Hon hevði tó aðrar ætlanir, so hetta varð av ongum. Eg hevði lært meg maskinskriving í sambandi við, at eg fór niður á skúla, har tað var krav, men dvaldi ikki leingi í Danmark. So endin varð henda dagin, at avgjørt varð at bjóða yngru systrini starvið, sum var ætlað tí eldru.
 
Vit vóru trý, sum byrjaðu í senn henda dagin beint eftir ólavsøku. Tveir ungir menn vóru lidnir við HF í Hoydølum tað summarið og skuldu nú royna seg sum blaðmenn. Ung manning, Óli elstur, og so ein norðmaður aftrat sum umbrótari. 
 
Óli var stjórin, tó tað kendist ikki sum at arbeiða fyri hann, men heldur saman við honum. Hann spardi seg ongantíð, men legði altíð mest á seg sjálvan. At stjórast tímdi hann als ikki. Var um at sálast av øllum uppringunum, har fólk ringdu bara fyri at práta. Hann vildi sleppa at arbeiða, skriva, og tað var ótrúligt, hvat kom á skaftið, tá friður var. Onkrar mishalgidagar vóru vit tveyeini undir lonini, og tá kundi hann einsamallur fylla eitt heilt blað, um eingin kom at órógva og telefonin var kúrr. Eg hevði úr at gera við at arbeiða undan. Alt skuldi skrivast inn eina ferð aftrat á fotosetaranum, sum var formóðir til teldurnar, stórir kassar við filmstrimli – Compugraphic II, hugsi eg tær itu – og so varð hetta fotopappírið framkallað í sýruløgi og kom út aftur sum langir teigar av teksti, sum umbrótarin síðan skuldi skera til og klistra upp og niður á blaðsíðurnar. Síðurnar vórðu gjørdar til film og síðan prentplátur. Spennandi tilgongd at vera við í.
 
Óli var óløntur blaðstjóri og tók sum nevnt tyngstu tøkini sjálvur. Hann hevði virðing fyri øllum, ið arbeiddu, og læt okkum hava frið og náðir at gera tað, vit sótu við. Hann var ikki stjórin, men samstarvsfelagin, sum dugdi at halda øðrum til. Hevði eg sjálv hug at skriva okkurt í blaðið uttan fyri føstu arbeiðsuppgávuna sum setari, var tað altíð gaman í, og hann var ikki sparin við tileggjan og rósi. Við sínum frágera gávum at skriva gjørdi hann einki burtur úr sær sjálvum og dugdi at fáa onnur fram. Sjáldsamar gávur í so máta. Kann ætla, at hetta ger hann til ein góðan lærara.
 
Og nú fyllir hesin originalurin 70. Litríkur enn sum áður, og orkan tykist framvegis ótømandi. Skarpur, gløggur, kvikur, ongantíð keðiligur. Havi lítið við hann at gera longur, møtast bara av og á, men vinalagið er tað sama, sum tá hann var blaðstjóri og eg setari. 
 
Góði Óli, til lukku við degnum! Stuttligt at síggja her á fb, hvussu nógv gott døturnar hava at bera tær. Vit brýnast væl øll við árunum, og eingin dugir ta uppgávuna betur enn okkara egnu børn. 
 
Harrin signi teg og øll tíni.

Erla Berghamar


Lagt út: Tóri Højgaard
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi